fríggjadagur 22. desember 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Knút Lützen tekur
undir við kritikkinum
av leiðsluni í FaroeJet,
sum hevur verið
frammi síðstu tíðina.
Hann metir tó, at
støðan hevði verið
ein onnur, um Bjarni
Djurholm ikki var
landsstýrismaður í
loftferðslumálum
LOFTFERÐSLA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
– Eg kann einans siga, at eg
taki undir við kritikkinum.
Tað er nógv, sum kundi
verið gjørt øðrvísi, sigur
Knút Lützen, sum var
nevndarformaður
í
FaroeJet.
– Tað er tó ikki allur
sannleikin. Vit í nevndini
hava eisini ein stóran part
av skuldini fyri, at tað
gekk, sum tað gjørdi. Tó er
alt gjørt í bestu sannføring
- eisini valið av leiðsluni,
sigur hann.
Ítøkilig mistøk
Tá ið Knút verður biðin
um at greiða meira ítøkiliga
frá, hvat varð gjørt skeivt,
sigur hann:
– Vit komu ov seint í
gongd við søluni. Hetta
var tó ikki nakað, sum vit
høvdu so stóra ávirkan á.
Vit fingu knappliga eitt
flogfar, og tað er ikki lætt
at gera fyrireikandi arbeiða,
tá ið vit høvdu so stutta
freist.
– Vit valdu eisini skeiva
bookingskipan. Umframt
tað hava vit verið ov lítið
ágangandi við sølu og
marknaðarføring.
Knút heldur tó eisini,
at politiski myndugleikin
eigur ein stóran part av
skyldini fyri, at FaroeJet
ikki bar seg.
– Kappingarneytin hjá
okkum
hevði
veldigar
fyrimunir. Hetta er nakað,
sum politiski myndugleikin
kundi gjørt okkurt við,
men einki varð gjørt, sigur
hann.
Bjarni Djurholm
er orsøkin
Tað er serliga ein persónur,
sum, sambært Knút, hevur
verið orsøkin til, at FaroeJet
ikki bara seg.
– Hevði Bjarni Djurholm
ikki verið landsstýrismaður
í loftferðslumálum, hevði
støðan verið ein onnur í
dag, sigur Knút.
Spurningurin er so, um
nevndin í FaroeJet ikki
tók eitt í so vágið stig
at stovna hetta felagið,
tá ið fortreytirnar eru so
vánaligar, sum Knút sigur
tær vera.
– Vit kendu ikki treyt
irnar áðrenn. Vit fingu at
vita, at tveir triðingar av
Atlantsflog skuldi privat-
iserast. Tað hendi so ikki.
Atlanstflog átti heldur ikki
at fingið loyvi til at sett
eina súluskipan í verk beint
áðrenn, vit byrjaðu. Teir
skuldu ikki hava nakrar
fyrimunir fram um okkum,
men tað høvdu teir.
–
Bjarni
Djurholm
umskyldaði seg við, at
hann kundi ikki broyta eitt
danskt málsøki. Tað er jú
púra ósatt. Tað er óhoyrt,
um ein eigari ikki kann taka
avgerðir um sítt egna felag.
– Bjarni Djurholm hevur
als ikki skil fyri vinnulívi.
Hann dugir kanska at undir
vísa børnum í skúlanum,
men hann kann so ikki
brúkast í núverandi sessi,
sigur Knút Lützen ber
søgin.
Føroyingar satsa
uttanlands
Knút heldur annars, at
arbeiðið við at stovna eitt
nýtt føroyskt flogfelag er
áhugavert.
– Hetta er sera áhugavert
fyri føroyingar. Oddmar
segði við Sosialin, at
teir helst fara at flúgva
uttanlands, og tað ljóðar
skilagott. So leingi, sum
politikkararnir ikki vilja
skapa karmar fyri kapping
í Føroyum, kunnu vit
ikki hava tvey flogfeløg,
sum flúgva til Føroyar.
Uttanlands er »fair« kapp
ing, og har vænti eg, at
føroyingar kunnu klára seg
væl, tí at vit duga væl at
flúgva.
Elvita elketil
Tekur 1,7 l. Fjalt hitalikam
Kann halda vatnið heitt
Einans 298
MElissa
baðivekt
Elektroniskan LCD
skíggja. Maks 150 kg.
Sløknar sjálv.
Einans 148
REMington slættijarn
Proffessionelt slættijarn
Keramik og teflon belagdar plátur.
Hitin kann justerast
Einans 398
MElissa
oyra og nøs
trimmari
Lætt og effektivt at fjerna
hár við (nøs, oyrir og
eygnabrýn). Roterandi
rustfríur stál skerari
Skerihøvd ið kann takast av
Einans 48
Á Hjalla · Tel 31 54 15
Jólagávuhugskot
frá Damor
Knút Lützen, nevndarformaður:
- Bjarni Djurholm kvaldi FaroeJet
Atlansflog hevur sagt
frá, at starsvfólkini
hjá FaroeJet ikki
vildu hjálpa til at
flyta tey ferðafólkini,
sum høvdu keypt
ferðaseðil við
FaroeJet. - Hetta er
sera óproffesionelt,
ásannar Knút Lützen
FLOGFERÐSLA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Starvsfólkini hjá FaroeJet
vilja ikki hjálpa til at flyta
ferðafólkini, sum hava keypt
ferðaseðil við FareoJet.
Atlantsflog hevur átikið sær
at flyta ferðafólkini, men
kortini vilja starvsfólkini
hjá FaroeJet ikki rætta eina
hjálpandi hond.
– Hetta er ein avgerð,
sum manningin hevur tikið
av sínum eintingum. Hvørki
nevnd ella leiðsla hevur
nakað við hetta at gera.
– Eg harmist ómetaliga
nógv um hesa avgerð.
Hetta er sera óproffesionelt
av okkara starvsfólkum.
Almenna
grundgevingin
er, at tey eru ikki nóg væl
fyri sálarliga til at kunna
flúgva. Tað ber tó ikki til at
vera beiskur alt lívið, sigur
Knút.
Spurdur um hetta merkir,
at veruliga orsøkin til, at
starvsfólkini nokta at hjálpa
til, er ein onnur enn tann,
sum tey hava meldað út,
sigur Knút.
– Tann kunnu vit so bara
gita um. Tað fara eg tó at
lata onnur døma um. Eg
kann einans siga, at eg
eri sera, sera skuffaður av
starvsfólkunum. Vit hava
eina ábyrgd fyri teimum
fólkunum, sum hava keypt
ferðaseðil frá okkum, og
hesi fólk hava tey svikið,
sigur Knút at enda.
Knút Lützen:
Skuffaður av starvsfólkunum í FaroeJet
Bjarni Djurholm dugir kanska at undirvísa børnum í skúlanum, men hann kann so ikki brúkast
í núverandi sessi, sigur Knút Lützen
Lesið viðmerkingar um
FaroeJet frá Bjarna
Djurholm, Johan E.
Simonsen og Óla Marner
Christiansen
á síðu 42
Nr. 248 - 22. desember 2006