Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 22. desember 2006 13 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra Elsa Joensen úr Havn andaðist í heiminum í Årslev, Randers 16. des. 2006, 62 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin 28. des. kl. 13.00. Vegna børn og ommubørn Ásla, Árni, Laura, Pól og Súsanna Dagurin 23. desember. Tollaksmessa. Dagurin hevur navn eftir íslendska prestinum Tollaki, sum gjørdist prestur í Skálholti. Hann stóð í hørðum stríði við mætar høvdingar í Íslandi, men eftir deyða hansara í 1193 var tað skjótt, at hann varð mettur sum mikið halgimenni. Dagurin verður eisini róptur lítli jólaaftan. 24. desember. Ádam. Eftir bíbliuni fyrsti maður (1.Mós. 2-5). Navnið er helst sett til jólaaftan sum mótsetningur til Kristus, hin annan Ádam, dagin eftir. Navnið merkir maður og menniskja, er gjørt eftir orði, ið merkir jørð ella akurjørð. Dagurin verður eisini róptur jólaaftan. 25. desember. Jóladagur. Tað var í 4. øld, at teir samdust um at taka 25. desember til føðingardag Jesu. 26. desember. Annar jóladagur. Stefan. Hildin til minnis um fyrsta kristna pínsluváttin (Ápostlasøgan kap. 7). Grikska navni Stephano merkir heiðurskransur, krúna. 27. desember. Jóhannes evangelistur. Ápostulin og evangelisturin prædikaði eftir at ápostlarnir skiltust í Lítluásiu. Hann livdi eina tíð í Efesus. Á oynni Patmos skrivaði hann Opinberingina. Í Føroyum eru umleið 10 fólk, sum eita Eik. Fýra av teimum hava vitjað í Eik Banka, har tey fingu hvør sítt partabræv og eitt prát um navnið Nøvn Eik. Soleiðis ljóðar nýggja navnið hjá fyrrverandi Føroya Sparikassa, sum fekk nýtt navn í vikuni. Bankin er kortini ikki einnevndur í Føroyum. Verri enn so. Í bankanum hava tey funn­ið fram til, at umleið 10 fólk í Føroyum eita Eik, og mikudagin, dagin eftir navnabroytingina, vóru fýra gentur, ið allar eita Eik, inni á gólvinum í Eik Banka. Har fingu tær hvør sítt parta­bræv og gjørdust harvið parta­eig­ arar í bankanum. Tey vóru øll boðin við til hesa løtuna, men hini vóru øll stødd utt­ an­lands. Fitt av fólki møttu til hesa hugnaligu løtu. Foreldur, systkin, ommur og abbar hjá gentunum. Finn Danberg, fíggjarleiðari í Eik, segði nøk­ur orð um navnið, og handaði partabrøvini. At Eik er fyri øll, er eisini galdandi fyri fólkanavnið Eik. Tað er nevniliga ein maður, ið kallast Eik, og 9 gentur. Umframt partabrævið fingu tey eisini gávukurv og eina Eik-tasku við øllum hugsandi Eik-lutum. Jú, hesar fittu genturnar vóru allar samdar um, at tað var sera stuttligt og heppið at eita Eik henda dagin. Fýra ferðir Eik vitja í Eik Ein lítil fitt Eik Tær fýra eru f.v.: Natasja Eik Mittelstein, Eik Poulsen, Eik Ingadóttir og Eik Óladóttir Gullbein Tá ein skal seta seg niður at festa orð á blað, vísir tað seg at vera ótrúliga torført at skriva tað stutt og greitt, tá tað snýr seg um eitt heilt menniskjalív. Guðrun byrjaði at arbeiða á Atlantsflogi fyri góðum 14 ár­um síðani. Hon var ein sterk persón­ ligheit, og gjørdi sítt arbeiði til lítar frá fyrsta degi. Hon var ótrúliga professionell og ein leiðandi persónur á arbeiðsplássinum. ­Hon gjørdist eisini starvsfólka­ umboð fyri flogternurnar á Atlants­ flogi. Hon offraði seg sjálva fyri sítt arbeiði á allan hátt. Í øllum hennara arbeiði skein samstundis ein glæma av gleði ígjøgnum, og tað var stuttligt at arbeiða saman við henni, tí at tað var professionelt, lívgandi og gott. Tá tað nú stundar til jóla, kennist saknurin svárur, og tí vilja vit ynskja tykkum, sum sita eftir, at Harrin má signa tykkum og styrkja tykkum í sakninum. Um sorgin veg til hjarta títt fann Vár Jesus teg aldri gloymir Og jólaboðið grøða kann Ta sótt, tú í barmi goymir Í Sandavági, 21. desember 2006 Hans Hansen Til minnis um Guðrun Hervør Joensen nøvn