Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 248 - 22. desember 2006 Fríggjadagin 15. desember var móttøka í deildini hjá Føroya Sparikassa við Norðskála í sambandi við at deildin er liðugt umbygd. Síðan móttøkuna hevur stovnurin fingið nýtt navn og eitur nú Eik Banki Móttøka Deildin hjá Føroya Spari­ kassa (nú Eik Banka) við Norðskála, sum fyrstu ferð læt upp í 1973, er nú umbygd, og seinasta fríggjadag var høvi hjá viðskiftafólki og øðrum at síggja nýggju hølini. Fyrsta deildin hjá Spari­ kassanum uttan fyri Havnina var latin upp í Vestmanna fyri júst 50 árum síðan. Í Eysturyonni komu í 1970 deildirnar í Fuglafirði, Gøtu, Skála og Strondum. Í 1971 kom deildin á Eiði og í 1973 kom so deildin við Norðskála. Fyrstu árini var deildin í kjallaranum hjá Magnusi Hansen á Norðskála. Jóhan Petur Petersen var fyrsta starvs­fólkið har. Fyrst í 1980- unum keypti Sparikassin set­ húsini hjá Eriki Góðadal, og Sparikassin broytti tey til sparikassadeild. Gunnar Joensen varð í 1986 fyrsti deildarleiðari við Norðskála og Eiði. Til tá høvdu Eiði og Norðskáli verið undir deildini í Kolla­ firði, við Dánjali Petur Olsen sum deildarleiðara. Gunnar Joensen var einsa­mallur á Norðskála at byrja við. Tað varð tó skjótt, at neyðugt var at seta starvsfólk afturat. Arnfinn Langgaard tók við leiðsluni í 1995, og í 2001 varð Hans Jákup Johansen settur sum leiðari av deildini. Síðani tá hevur ongin deildarleiðari verið settur á deildini við Norðskála. Deildin er nú ein partur av Eysturoyar øki, har Jónleif Jacobsen er økisleiðari og Kristine Ellingsgaard er varaleiðari við ábyrgd av deildunum í Eysturoy, her­undir eisini Norðskála. Hanna Thorleifsson er full­ trúi á deildini við ábyrgd av dagliga samskiftinum við leiðsluna í Eysturoy. Har­umframt arbeiða Elin Dahl á deildini, Poul Jákup Mohr, Kinna Olsen og Ann Mari Róin Johannesen er næmingur á deildini. Umbyggingin av deild­ ini hevur við sær, at fer­ metratalið er økt úr 107 til 164 fermetrar. Hølini eru annars vorðin dagførd og um­støðurnar fyri at hava kundasamrøður eru munandi betri, tí nú eru tvey fundarhøli til taks, og væl betri pláss er hjá starvsfólkunum í tí stóra hølunum. Eisini uttan er bygningurin dagførdur, tekjan er nýggj, úthangi er broytt osfr. Høvuðsarbeiðstakarin er Jan Mohr úr Fuglafirði, og Arkitektar 99 við Jóhan Laksáfoss hava teknað og prosjekterað. Eik Banki: Betri umstøður við Norðskála Teir sum hava staðið fyri útbyggingini, f.v.. Jákup Øre, handverkari, Karsten Joensen, handverkari, Leif Andre Eliasen, handverkari, Jan Mohr frá Sp/f Jan Mohr, Gunnar M. Gregoriussen og Johan Laksafoss frá “Arkitektar 99”, sum hava teknað bygningin Starvsfólkini á deildini við Norðskála, f.v.: Poul Jákup Mohr,kundaráðgevi, Ann Mari Róin Johannesen, lærlingur, Elin Dahl, kundaráðgevi, Kinna F. Olsen, avgreiðslufólk, Hanna Thorleifsson, fulltrúi, við dagligu ábyrgdini av deildini, og Bjarni Olsen, stjóri Nú jólini standa fyri framm­ an, er tíðin samstundis komin at Eigil Lyngsø gevst við handverki sínum sum hárskeri í Havn. Fyrr í mánaðinum høvdu vit eina reportasju frá klippi­stovu hansara, har hann klipti tí 69 ára gamla argjamanninum, Djóna Thomsen. Hetta var samstundis fyrsti føroyingurin, sum Lyngsø klipti, tá hann kom til Føroyar í november mánaði 1957. – Hetta hevur verið ein góð tíð. Fólk eru komin aftur og aftur, og tað má væl vera besta teknið um, at tey hava verið væl nøgd, segði Eigil Lyngsø í samrøðuni tá. Mangir munnu teir menninir verða, sum við takksemi líta aftur á mong hugnalig prát við Lyngsø, samstundis sum hann hevur ordnað hár teirra. Gevst nú Eigil Lyngsø er júst liðugur at klippa Djóna Thomsen av Argjum. – Eigil hann klippir væl, júst so sum eg vil hava tað, sigur Djóni