Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 22. desember 2006 15 nøvn Tøkk Eina hjartans tøkk til øll tykkum, ið mintust meg á 70 ára degi mínum 29. august. Bæði tit, ið gleddu meg við at luttaka á veitsluni í Badmintonhøllini og tykkum, ið mintust meg við heilsanum. Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt gott nýggjar. Árni Dam Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra kona mín, mamma, omma, vermamma, dóttir, verdóttir, systir og svigarinda okkara Lorensa í Selvindi Strendur andaðist og varð jarðað. . Tøkk øll tit, familja, vinir og kenningar, sum vóru so væl um okkum, meðan vit vóru niðri og somuleiðis tóku so hjartaliga væl ímóti okkum, tá ið vit komu aftur. Tøkk til prest og kirkjutænarar, berarar, sangarar og tykkum, sum skipaðu soleiðis fyri, at øll kundu koma undir tak og hoyra, hvat ið sagt varð í kirkjuni. Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu Lorensu til hennara síðsta hvíldarstað. Eisini ein serstøk tøkk til øll tykkum, sum á ymsan hátt reikaðu fyri vøkru móttøkuna í heiminum. Tit gjørdu okkum á ein serstakan hátt hesa sorgtungu heimkomu hátíðarliga. Somuleiðis takka vit tykkum, sum skipaðu so frálíka væl fyri, meðan Lorensa stóð undir børu og fyri ervinum. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávur til Føroya Felag móti Krabbameini. Tøkk øll somul fyri umsorgan og kærleika tykkara móti okkum í hesi sváru tíð. Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Sofus og døturnar Tøkk Øllum tykkum, sum gjørdu okkum 70 ára dagin 21. oktober so hugnaligan, takka vit hjartaliga. Takk fyri gávur, blómur og til tykkum, sum komu inn á gólvið. Somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Mása og Gutti Kallsberg, Viðareiði Tøkk Hjartaliga takka okur øllum, sum vístu samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi og abbi Poul Sigurd Nielsen Trongisvágur, ættaður úr Fámjin andaðist og varð jarðaður . Takk til Jónsvein Bech, prest fyri vitjan, góð, vøkur og troystarrík orð á sjúkrahúsinum, heima, í kapellinum og kirkjuni. Takk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina og ervið. Takk fyri blómur, kransar, og peningagávur til Tvøroyrar kirkju. Takk fyri vitjanir, telefonuppringingar og heilsanir. Takk til sangarar, kirkjutænarar, gravara og øll tykor mongu, ið fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Takk til Heimarøktina í Suðri fyri hjálpsemi og umsorgan. Við hjartans tøkk verður øllum ynskt eini góð og hugnalig jól og eitt av Harranum vælsignað nýár, við tøkk fyri tað brátt farna. Familjunnar vegna Páll og Alvi Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, sonur, beiggi, abbi og verpápi Petur Jacobsen Hoyvík doyði og varð jarðaður. Stóra tøkk til Bergur Debes Joensen, prest, fyri stuðul, vegleiðing og troystarrík orð á Landssjúkrahúsinum, í kapellinum, kirkjuni og heiminum. Tøkk fyri blómur, kransar og fyri peningagávur, Tøkk til tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk til tykkum, ið ringdu og vitjaðu. Tøkk til øll tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tykkum verða øll ynskt eini gleðilig jól Familjunnar vegna Sæmunda og børnini við familju. Mamma og systrarnar Tøkk Nú árið og sól fer at lækka, vil eg takka, øllum tykkum 242, sum í VB hús komu, meg at heiðra, tá seksti eg fylti, men tó ei meg kenni sum gamla konu. Takk tit mongu, ið hildu røður, og gleddu meg við at siga orð so føgur. Takk til ommubørnini ungu, sum fyri mær vakurt sungu. Takk til mínar fittu døtur, fyri stuttligu telegrammini og myndabukett, ið minti á farnar løtur. Tøkk tit øll, ið yrktu mær sangir, ið hvør vóru betri enn annar, - og mangir. Tøkk fyri telegramm, blómur, kort og gávur, og eg takki kokkum og servitrisum, ið gjørdu 1. floks arbeiði, sum fáur. Og ikki minst tøkk til skonkjarar, sum arbeiddu tímar longu, og ei góvust fyrr enn ljósa morgun. Og tøkk fái tónleikarar og borðstjóri tí, so væl teir megnaðu at fáa lív í. Til síðst vil takka næstringum og vinum fyri tað, at tey yvitalaðu meg til aftur - eftir 40 ára støðg - at halda føðingardag. Takk fyri ein góðan føðingardag, ið eg ongantíð gloymi, men væl í minninum goymi. Torgerð Suðuroy