Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi - Vit lótu 50.000 toskayngul til Faroe Salmon á Árnafirði í síðstu viku, og hósmorgunin fóru 14.000 norður aftrat. Væntandi fer restin norður í dag. Á Árnafirði skulu 100.000 toskayngul svimja – og 40.000 skulu svimja í kørum í Hvalba, sigur Poul Vestergaard á Fiskaaling Toskaaling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroyingar eru nú av álvara farnir at gera sínar fyrstu vinnuligu royndir innan aling av toski. Í Sosialinum í síðstu viku høvdu vit áhugaverda grein um felagið Faroe Cod Farm, sum í næstum fer undir aling av toski í kørum í Hvalba. Tað eru fýra føroysk og eitt norsk felag, sum standa aftanfyri felagið í Hvalba. Í samrøðu greiddi ein av monnunum aftanfyri hesa verkætlan, Mikkjal Ham- mer, okkum frá, hvussu teir fara at gera í Hvalba. Nýggjar tíðir Nú Faroe Salmon eisini er farið undir at ala tosk á Árnafirði, er tað ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hetta er eitt nýtt kapitul í føroyskari alisøgu og vinnusøgu. Í Hvalba byrja teir við tveimum stórum kørum up- pi á landi, har teir ætlandi skulu hava 40.000 yngul svimjandi – heilt fram til tøku. Á Árnafirði er talan um sjógvaling, soleiðis at hesar fyrstu føroysku vinnuligu royndirnar at ala tosk fara bæði fram í kørum uppi á landi og í ringum á sjó- num. Tá ið tíðin gongur, skul- di hetta givið okkum eina góða mynd av, hvørjir mø- guleikarnir eru innan hesa aling í Føroyum. Og útlitini eru rættiliga spennandi – ikki minst tí, at vit eiga ein so góðan lívfisk sum toskin á Føroyabanka, ið er ein heilt serstakur sto- vnur. Lívfiskur av Føroyabanka Verkætlanin, sum Fiska- aling hevur sett sær fyri at fremja við toskinum, tekur ætlandi tilsamans trý ár, og ikki kann sigast annað enn, at hendan ætlan higartil hevur hildið rættiliga væl. Vit hava tosað við tvø- rámannin, Poul Vestergaard, ið stendur aftanfyri virk- semið hjá Fiskaaling í Nes- vík. Poul hevur starvast hjá Fiskaaling í fleiri ár, og áðrenn hann byrjaði har, nam hann sær eina fiskivinnuútbúgving í No- regi. Tað er í Nesvík, at lív- fiskurin, sum í fyrsta lagi er toskur av Føroyabanka, gongur, og tað er eisini í Nesvík, at fiskurin er vak- sin til tað, hann er í dag, nú hann kann latast sum yngul. - Vit byrjaðu hesa verk- ætlan fyri einum ári síðan, og málið hjá okkum er, at vit um eini trý ár skulu kunna lata út við eina hál- va miljón toskayngul til alarar. Poul sigur, at málið hjá Fiskaaling í ár var at lata 120.000 toskayngul við ársenda, og tann ætlanin hevur eydnast. - Um hálvan oktober í ár bleiv fiskurin koppsettur, og tá lá yngulin um 40-50 gram stykki. Tað halda vit vera gott, sigur hann. 100.000 yngul á Árnafjørð - Vit lótu 50.000 yngul til Faroe Salmon á Árna- firði í síðstu viku, og nú hósmorgunin fóru 14.000 yngul norður aftrat. Væn- tandi fer restin norður í dag, fríggjadagin. Hann sigur, at Faroe Salmon skal hava 100.000 toskayngul, sum skulu Toskayngul av Føroyabanka svimja Nr. 247 - 22. desember 2006 64.000 toskayngul svimja nú í aliringum á Árnafirði, og væntandi verða tey seinastu 36.000 sett út í dag – um viðrar Mynd: Høgni Thomsen