fríggjadagur 22. desember 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
á Árnafirði
tíðindi
17
Nr. 247 - 22. desember 2006
svimja í ringum á Árnafirði
og restin av ynglinum, sum
Fiskaaling hevur svimjandi,
fer so suður til Hvalbiar, tá
ið teir eru klárir at taka
ímóti.
- Allur yngulin, sum
fer norður til Árnafjarðar,
er yngul undan toski av
Føroyabanka, meðan um-
leið 10.000 av teimum
40.000, sum skulu til
Hvalbiar, er undan toski
á landgrunninum. Hini
30.000 eru undan toski á
Føroyabanka.
Poul sigur, at Fiskaaling
fekk lívfiskin, sum yngulin
er undan, fyri jól í fjør.
Talan er um 40 toskar, og
fyri umleið einum mánaða
síðan fekk stovnurin einar
60 toskar aftrat.
Gongdin til yngul
Tað er havrannsóknarskipið
Magnus Heinason, sum
letur Fiskaaling lívfiskin.
- Toskurin av Føroya-
banka gýtir umleið ein
mánaða seinni enn toskurin
á landgrunninum annars.
Tá rognini eru fingin frá
umleið hálvum apríl og
mánaðan út, verða tey løgd
í klekjaríið. Í byrjanini
verður tað, sum kemur
undan, startfóðrað.
Poul sigur, at tá ið
startfóðringin er liðug,
verður fiskurin sorteraður
um mánaðarskiftið juni/
juli.
- Vit hava smoltið, sum
tá vigar umleið 0,2 gram,
í stórum posum í staðin
fyri í kørum, tí hetta er
bíligari. Posarnir liggja í
anlegginum á sjónum og
hvør posi, sum er einar
100 rúmmetrar stórur, kann
hava uppí einar 80.000
fiskar svimjandi.
Hann sigur, at eitt ávíst
felli er frá tí, at klekingin er
farin fram, til fiskurin kann
latast alarum, og ein partur
verður eisini skildur frá.
Ógvuliga spennandi
Ein norðmaður, sum hevur
drúgvar royndir innan aling,
eisini við toski og kalva,
hevur hjálpt Fiskaaling við
ætlanini.
Poul sigur, at tað hevur
havt stóran týdning fyri
verkætlanina,
at
norð-
maðurin, sum nú hevur
verið í Føroyum í eitt ár,
hevur verið og framvegis
er við.
- Nú fiskur er settur út,
eru vit ógvuliga spentir
eftir at vita, hvussu fer
at gangast. Vit halda, at
báðar royndirnar, sum nú
eru og fara í gongd, eru
líka spennandi – á hvør
sín hátt.
Hann heldur, at alingin,
sum skjótt fer í gongd í
kørum uppi á landi í Hvalba,
hevur sínar fyrimunir, um
hon eydnast.
- Her fer at bera væl
til at stýra eitt nú hita og
ljósi, sum hava stóran
týdning fyri vøkstur og
kynsbúning. Annars eru vit
í tí hepnu støðu í Føroyum,
at sjóvarhitin er rættiliga
støðugur og væl egnaður
til aling.
Nógvir spurningar
Poul Vestergaard sigur, at
hóast komið nú er har til,
at fiskur er settur út, eru
nógvir spurningar, sum
arbeiðast má við.
- Vit vita, at toskurin
á
Føroyabanka
veksur
ógvuliga væl í sínum egna
umhvørvi, men vit vita
ikki, hvussu hann veksur
og trívist í búri.
Hann vísir á, at eitt,
sum
hevur
verið
ein
trupulleiki í aling av toski,
er
kynsbúningin,
sum
higartil ikki hevur eydnast
at útskjóta eins væl og við
laksinum.
- Men her gongur eisini
framá, leggur hann aftrat.
Tað er serliga ljósið
og ljósstyrkin, sum brúkt
verða í útskjótingini av
kynsbúningini av alifiski.
- Vit vænta, at aldi
toskurin fer at viga eini
4-5 kilo, tá ið hann verður
tikin til sláturs, sigur Poul
Vestergaard á Fiskaaling at
enda.
Í síðstu viku vórðu 50.000 toskayngul sett út – og í morgun komu 14.000 yngul út aftrat
Mynd: Høgni Thomsen
Eitt nýtt kapitul er byrjað í føroyskari alisøgu. Nú verður toskur aldur á Árnafirði – og í næstum verður eisini farið undir toskaaling í kørum í Hvalba
Mynd: Høgni Thomsen