fríggjadagur 22. desember 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 247 - 22. desember 2006
tíðindi
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Jens Kr. Vang
Tað er mikudagur 13. desem
ber upp í Sornfelli. Klokkan
er farin nakrar minuttir av
middegi og sólin stendur
í suðri, tað vil siga, at hon
kemur ikki longur upp á
himmalin henda dagin.
Útsýnið er frálíkt her uppi.
Vit síggja sólina standa yvir
Trøllhøvda og tað merkir, at
allar tær bygdin sum venda
skuggasíðuna til sólina
síggja hana ikki beinleiðis í
dag. Hesar bygdirnar síggja
bert sólina, á fjallasíðunum,
sum venda móti suðri, bein
leiðis móti sólini. Fólkini
í skuggabygdunum kenna
skuggan enn sterkari, tá ið
tey síggja hvuss u hon skín
ur í grannabygdunum og
serliga sjónskt er tað hesa
tíðina, nú styttsti dagur er í
nánd. Skuggabygdir á vetri
eru mangar í Føroyum,
eitt nú Hellurnar, Elduvík,
Tjørnuvík, Leirvík, o. s. fr.
Sóllandið í mínum dreyma
heimi er vestursíðan á Kalls
oynni. Har droymdi eg um at
búgva sum smádrongur, tí har
skínur hon altíð. Seinni havi
eg vitjað hetta sólríka pláss
og har vil eg ikki búgva.
Hendan mikudagin 13.
desember er sólin lág á
himmalinum, og hon fer
at standa enn lægri. Tann
dagin tú situr við hesi grein
í hondini, væl at merkja um
tú fær hana útgávudagin, er
sólin lækkað sjey minuttir
í mun til 13. desember. Í
dag, nú vit standa uppi á
Sornfelli, reis sólin klokk
an 9.47. Hon stendur í ein
beinan sunnan hægst á
himmalinum klokkan 12.21
og hon setir klokkan 14.55.
Dagurin er nú fimm tímar og
átta minuttir langur.
Ørvísi sær út í dag styttsta
dag, sum er tann 22. Nú rísir
sólin klokkan 9.55. Hon
stendur í suðri um somu tíð
og dagurin er fimm tímar og
ein minutt langur. Nú kann
hann ikki gerast styttri. Nú
vendir og tíð fer at leggjast
aftur at degnum, hendur enn
at minka. Fyrstu dagarnar er
bert talan um sekundir, men
longu fyrsta jóladag sæst
munur í minuttum. Sjálvasta
Jesu føðingardag er dagurin
longdur við einum minutti
og vit kunnu av sonnum
brynja okkum móti ljósari
tíðum.
Ævinleikin og
grein 266
Tað er mikudagur tann
13. desember 2006 uppi
á Sornfelli. Landið á ljós
síðuni liggur gylt í veikari
ljóst gulari vetrarsól. Her er
kalt her uppi, kavin brakar
undir fótum. Vit standa í
polarklima. Her er polar
vøkstur sum trýnir fram
undan kavanum grønur og
seint vaksandi. Røkurnar
fyri vestan eru enn grønar,
men ongin seyður er at
síggja. Tíðin stendur í stað
her uppi einas órógvað av
skiftandi ljósi og myrkri,
regni, kava og stormi. Teir
hava mált vindferð upp í 78
kilometrar um sekundið, tað
er 280 kilometur um tíman.
Júst hesa somu sjón høvdu
vit kunna sæð fyri túsundtals
árum síðani, vóru vit á lívi
tá. Landslagið soleiðis í all
ar almindiligheit er óbroytt.
Føroyar hava sæð soleiðis út,
um vit ikki fara í smálutir,
heilt aftur til ísurin frá sein
astu ístíð hvarv fyri góðum
10.000 árum síðani. Langt
áðrenn mannafótur traðkaði
hetta land, hevur sólin staðið
yvir Trøllhøvda 13. desem
ber á middegi, í júst somu
hædd, sætt av Sornfelli í
mong mong túsundár, áðr
enn hugtakið føroyingur var
upptikið. Sólin hevur skinið
hundraðtals øldir á Sornfelli,
áðrenn radarakuplarnir sóu
dagsins ljós fyrst í sekstiár
unum í farnu øld, og hon fer
at halda fram at skína, eisini
eftir at kuplarnir verða tiknir
niður næstu árini. Alt hevur
sína tíð, eisini sólin, tó einki
røkist fyri at hon slóknar í
bræði. Og skuldi hon tað
soleiðis heilt óvantað, so er
tað ikki mannamáttur, sum
er orsøkin til tað.
Kanska Sornfelli verður
eitt útferðarmál stytsta dagi
í framtíðini, nú Nato flytir
úr fjallinum næstu árini.
Her er vakurt og óspilt her
uppi, eisini ein vetrardag og
tú gloymir smákeglið niðri í
samfelagnum, har fólk fyri at
avstíva sítt ego, royna at ganga
mammon ella Gudi til handar
eftir ymiskum sannføringum,
sum neppa síggjast aftur í
tí velduga kosmos, vit eru
ein partur av. Ljóss terkasta
stjørnan á himmalinum Sirius,
minti meg á hetta í gjárkvøldið.
Hon er ikki komin undan
havsbrúnni fyri eystan enn.
Vit síggja hana ikki fyrr enn
klokkan 21:13 í kvøld. Hon er
bara 8601 ljósár burtur. Ljósið
ferðast 300.000 kilometur
um sekundið. Tað er livitíðin
hjá einum niðurkoyrdum
elligomlum føroyskum bili,
ferðin hjá ljósinum eitt sekund
í kosmos. Tað sigur eitt sindur
um Gud, skapari himins og
jarðar, um tað sigur nakað
um broytingina í grein 266 í
revsilógini veit eg ikki.
Stytsti dagur og sólin fer at hækka
Sólin eina viku undan styttsta degin tikin av Sornfelli
Mynd Jens Kr. Vang.
Um jólini fer portal.
fo at lata útisetar
senda jólaheilsanir
heim og greiða frá,
hvar tey eru stødd á
jólum, og hvussu tey
fara at halda jól í ár
jólaheilsanir
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Ert tú staddur uttanlands á
jólum, kanst tú senda ein
teldupost til jol@sosialurin.
fo. Í teldupostinum skalt tú
greiða frá, hvar tú ella tit
eru stødd, og hvuss u tit
halda jól. Her ber til dømis
til at nevna, hvat tit fara at
eta, um tit hava jólatræ ella
annað, ið hoyrir jólunum
til.
Telduposturin eigur at
vera í mesta lagi 1500 tekn
íroknað millumrúm. Sendi
eisini eina mynd av tykkum.
Myndin skal vera í minsta
lagið 600 x 600 pixels
Heilsanir verða lagdar á
portal.fo um jólini. Útvaldar
heilsanir verða prentaðar í
Sosialinum millum jól og
nýggjár.
Í Føroyum eru jólamenn á hvørjum tanga, men
hetta er ikki galdandi í øllum londum. Á portal.fo
fara vit um jólini at fáa innlit í, hvussu føroyingar
kring heimin halda jól
mynd: Jens Kr. Vang
Soleiðis halda vit Jól!