Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 22. desember 2006 19 tíðindi Formaður Sambands­ floksins virðir fult út ta avgerð, næstformaðurin í flokkinum hevur tikið, nú hann tekur sín stuðul til Sambandsflokkin aftur. Kaj Leo Johannesen fer at gera sítt til at virka fyri eini góðari loysn fyri bæði flokk og samgongu POLITIKKUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað vóru neyvan mong, ið høvdu roknað við, at Alfred Olsen fór at koma við eini so ógvusligari fráboðan, sum hann sendi út á middegi í gjár. Heldur ikki formaðurin í Sambandsflokkinum hevði roknað við hesum. – Nei, eg veit ikki hvat eg hevði væntað. Hetta hevur jú víst seg at vera eitt álvarsamt mál, sum stingur djúpt í føroyska samfelagið. Men hinvegin kunnu vit rokna við øllum í politikki, og kanska serliga í málum sum hesum, sum eru eitt sindur álvarsamari enn onnur, segði Kaj Leo Johannesen við Sosialin í tinginum seinna­ partin í gjár. Virðir fría viljan Formaðurin í Sambands­ flokkinum ivast ikki, tá vit spyrja hvat hann heldur um avgerðina. – Nú er tað einaferð so­leiðis, at vit øll hava fingið frían vilja frá skaparans hond. Tað brúkar Alfred í hesum málinum, og tað virði eg hann fyri. – Somuleiðis havi eg eisini stóra virðing fyri Alfred Olsen, sum hevur gjørt eitt gott arbeiði bæði fyri flokk og samgongu, sigur Kaj Leo Johannesen. Ætlar framvegis at atkvøða Tá Sosialurin hevði orðið á Kaj Leo Johannesen, hevði hann enn ikki havt tíð at viðgera málið djúpt. Men hann segði, at hann nú fór at tosa við Alfred Olsen um avleiðingarnar av hesum. – Eg havi tó skilt á Alfred, at hann framhaldandi ætlar at atkvøða við samgonguni, sigur Kaj Leo Johannesen. Formaðurin í Sam­bands­ flokkinum sigur, at hann nú fer at virka fyri at finna eina góðan og greiðan máta at loysa málið. – Alfred er góður við flokk­in og helst samgong­ una eisini, og eg havi ikki skilt, at hann fer at at­kvøða ímóti samgonguni. Sam­ bandsflokkurin er intaktur og samgongan er breið, so eg ivist ikki í at vit finna eina góða loysn fyri bæði flokk og samgongu, sigur Kaj Leo Johannesen, sum ikki metir avgerðina hjá Alfred Olsen vera nakra vanlukka. Spurningurin sum nú stendur eftir er, um Alfred Olsen bara formelt hevur tikið seg úr samgonguni, men reelt framvegis er partur av henni? Kaj Leo virðir avgerðina hjá Alfred – Í Sambands­flokk­ in­um havi eg rætt og stuðul til at hava hesa meining, eg havi, men tað føli eg ikki, at eg havi í tinginum, sigur Alfred Olsen, sum er klárur at taka tær fylgjur, avgerðin kann koma at hava POLITIKKUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Alfred Olsen er ikki í iva um, at tað er ein røtt avgerð, hann hevur tikið við at taka seg aftur úr samgonguni. – Samtyktin fór út um mítt mark, og tí var avgerðin ikki trupul í so máta, held­ ur Alfred Olsen, tá vit hitta hann uppi í tinginum seinna­partin hósdagin, og spyrja hann í mun til ógvusligu avgerðina, hann boðaði frá um middagsleitið hósdagin. Avgerðin mundi koma óvart á tey flestu. Men Alfred Olsen sigur, at hann áðrenn atkvøtt bleiv um málið, hevði boðað tingformanninum frá, at hann fór at umhugsa støðu sína, um málið kom ígjøgnum. Revsar ongan Í blaði okkara í gjár segði Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, at tað var heilt ótrúliga langt úti av Alfred Olsen, at gera hetta til eitt samgongumál. Somuleiðis segði Jóannes Eidesgaard, at skal Alfred revsa nakran, so átti hann heldur at revsa síni egnu enn samgonguna. Hesar atfinningar gera vit Alfred Olsen varugan við, men hann tekur tað púra róligt. – Her er ikki talan um nakra revsing. Í Sam­bands­ flokkinum havi eg rætt og stuðul til at hava hesa mein­ ing, eg havi, men tað føli eg ikki, at eg havi í tinginum, nú uppskotið er samtykt, sigur Alfred Olsen. Klárur at taka fylgjurnar Alfred Olsen er næstformaður í Sambandsflokkinum. Hann hevur stuðlað Sambands­ flokkinum í nógv harrans ár. Ein avgerð, sum tann hann tók um døgurðatíð hósdagin, er ein sera stór avgerð, sum kann fáa ógvusligar avleiðingar. Hetta er Alfred Olsen greiður um, og hann er klárur at taka avleiðingarnar. – Ja, nú mugu vit síggja hvørjar avleiðingar hetta fær. Enn haldi eg áfram sum næstformaður í flokkinum, og einasta beinleiðis av­leiðing av avgerð mínari er, avgerðin sjálv um at fara úr samgonguni. Nú skal avgerð mín helst viðgerast av ymsum pørtum, og so mugu vit síggja hvat hend­ ir, men eg eri klárur at aðrar avleiðingar við, slær Alfred Olsen, næstformaður í Sambandsflokkinum og nú fyrrverandi samgongulimur, fast. Stuðulin eg havi í flokkinum havi eg ikki á tingi Gerhard ikki tikið støðu Í málinum um grein 266 b, lat Gerhard Lognberg ongantíð nakran iva verið um, hvør hansara støða í málinum var. Hann var og er framvegis ímóti, at kynslig orientering verð­ur skoytt upp í grein 266 b í revsilógini. Gerhard Lognberg hev­ ur bæði í bløðum og á tingsins røðarapalli ávarað ímóti at samtykkja broytingaruppskotið, og tí er tað ein nærliggjandi spurningur, um hann nú fer at gera sum Karsten Hansen ella Alfred Ol­sen? – Tað havi eg ikki tikið støðu til enn, svaraði Ger­hard Lognberg, tá vit settu honum spurningin í tingsalinum seinnapartin hósdagin. Síðani spurdu vit, um og nær ein slík útmelding fór at koma frá hansara síðu? Gerhard Lognberg sigur, at tað er ikki greitt enn, og heldur ikki er tað víst, at eini slík boð koma. – Men eg fari at taka eina avgerð, sum tænir mær og valdømi mínum best, sigur Gerhard Logn­ berg. -rwd – Alfred er góður við flokkin og helst samgonguna eisini, og eg havi ikki skilt, at hann fer at atkvøða ímóti samgonguni, sigur Kaj Leo Johannesen Mynd: Jens Kr. Vang – Samtyktin fór út um mítt mark, og tí var avgerðin ikki trupul í so máta, sigur Alfred Olsen Mynd: Jens Kr. Vang – Eg fari at taka eina avgerð, sum tænir mær og valdømi mínum best, sigur Gerhard Lognberg Mynd: Jens Kr. Vang