Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi “Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív” (Jóhs. 3,16) Onkuntíð hava spurningar verið settir fólkum, um hvørja hending í søguni tey fegin vildu havt sæð farið fram. Ymiskt er sjálvandi, hvat fólk fegnast sóu. Sjálvur vildi eg fegin havt eygleitt hendingina, sum Lukas evangelistur skrivar um, tá ið einglar Himmalsins vístu seg fyri hirðunum í haganum uttan fyri Betlehem og samfelda lovprísan ein- glanna ljómaði saman við tí ósigiligu glæmu av dýrd, ið lýsti upp heyggjuta landslagið við Betlehem, meðan gleðiboðini vórðu kunngjørd, at Frelsarin var føddur. Hetta er helst heimsins kendasta hending og ein hin mest hugtakandi í heimsins bókmentum. Men tað er eisini hugtakandi at ímynda sær, at í tí dimmu nátt, sum huldi Betlehem og lendið har um vegir hesa náttina, birtist knappliga eitt yvirnátúrligt ljós, sum kom av himli. Eitt ljós, sum gjørdist ímyndin av Frelsaranum Jesusi Kristi, sum kallaði seg sjálvan ljós heimsins. Hóast tað vóru nøkur, sum fagnaðu honum sum Frelsaranum og heimsins ljósi, so vóru tað tó ikki tey mongu, sum vildu vita av honum. Skriftin sigur: “Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum. Men so mongum, sum tóku ímóti honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara” (Jóhs. 1, 11-12) Men hvussu er vorðið við okkum? Hava vit – tú og eg – tikið ímóti honum? Fagna vit honum? Ikki einans sum nýfødda barninum í Betlehem, men sum okkara Frelsara? Tað er hesin spurningurin, ið hvør tann einasti av okkum eigur at seta sær sjálvum hesi jólini. Ikki kann eg siga annað, enn at tað rennur mær kalt niður eftir bakinum, tá ið eg hugsi um, hvussu lítið pláss Jesus Kristus hevur sum høvuðspersónur í jólunum. Søgur um vættrar og jólamenn verða lisnar upp í fjølmiðlum og sendar um land og ríki. Veruleikin um barnið Jesus, sum gjørdist Frelsari heimsins við deyða sínum á krossinum, verður kámaður burtur. Men tó hoyrast gleðiboðini um Frelsaran í gudshúsum og fjølmiðlum um Kristus, sum kom júst fyri at geva tær og mær innihald í lívinum og eina æviga vón. Hetta gevur hann einum og hvørjum, sum trýr á hann sum Frelsara sín. Og har, sum hann verður fagnaður av tí einstaka menniskjanum, har verður gleðin veruleiki, gleði, sum einglarnir boðaði frá hina náttina fyri so mongum árum síðani, gleðin sum skuldi verða fyri alt fólkið – teg og meg! Vit mugu frøast í dag, sum hava Frelsaran sæð. Krubba og fátæksligt fjós hýsir ei meir heimsins Ljós. Nú hann í Himlinum og í tí hjarta, sum trýr! Ljóði til Himin ein tøkk, frelsan til føroyingar røkk! Takk, Jesus, fyri signað jól, í tær fann eg mær lív og skjól. (Orð: M.C. Restorff/Lag: F.W. Gotter) Frelsari heimsins Eftir Svenning av Lofti Jólaaftan er ikki ein dagur, har sjúkrahúspresturin, Sverri Steinhólm kann halda frí, tá onnur hava. - Eg skal í roynd og veru hava fimm gudstænastur henda dagin. Men um kvøldið fara vit at hugna okkum í friði og náðum, sigur Sverri. Jólaprestur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Jólahald: Jólini eru vanliga ein tíð, har prestar hava úr at gera við mongum gudstænastum. Flestu teirra sita longu nú og fyrireika seg uppá allar prædikurnar, teir skulu halda runt í teimum ymisku kirkjunum í sókn teirra. Hetta sama ger sjúkrahús- presturin Sverri eisini. Og tað ger hann, hóast ein partur av kirkjuliði hansara als ikki savnast saman til gudstænastur í kirkjunum. Sum ein part av arbei- ði sínum, hevur hann gudstænastur á fleiri ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum og aðrastaðni við um jólini. - Jú, hetta kann tykjast strævið fyri onkran. Men mær dámar væl at koma út á deildirnar um høgtíðina, sigur Sverri í samrøðu við Sosialin. Prædika við variasjónum Eitt er sjálvar gudstænast- urnar. Annað er so prædikan, sum er ein týðandi partur í hesi. Tá talan er um jólagudstænasturnar, eru tekstirnir givnir framman- undan til hvønn einstakan dag. Men tá ein lesur hesar ígjøgnum, kann tann einstaki presturin fáa rættiliga ymiskt burturúr. Spurningurin verður altíð, hvat hann ynskir at leggja dent á og hvørjar tankar hann er upptikin av í løtuni. - Jólaevangeliið er sjál- vandi hitt sama, og hagani kann ein fáa nógvar ymiskar tankar. Soleiðis er eisini hjá mær, sigur Sverri. Tá Sverri fer til hesar gudstænasturnar, hevur hann ikki altíð eina liðugt skrivaða prædiku við sær. Hann hevur ístaðin valt at gera sær nakrar grundtankar út frá tekstinum. - Tá eg prædiki runt á deildunum, so sigi eg ongatíð tað sama. Tú kanst siga tað so, at eg havi eina fasta prædiku, men við ymiskum variasjónum. Alt veldst sjálvandi um umstøðurnar og staðið. Tí, sum Sverri sigur: - Eg sigi sjálvandi ikki tað sama í Varðhaldinum og á B8, sum eg geri á Psykiatrisku deild! Til nakrar av guds- tænastunum jólaaftan verður serligt fylgispæl til sálmasangin. Sverri fær her tónlistarliga hjálp frá Heiðrunn Petersen, Helga Dam Ziska og urgu- leikaranum, Henry Debes Joensen. Fimm ymiskar prædikur á fimm ymiskum støðum Jólaaftan hjá presti Ikki fyrrenn út ímóti jólaaftanskvøldi, kann sjúkrahúspresturin njóta jólafriðin saman við familju síni. Jólaaftan sær skráin soleiðis út: Kl. 11: Gudstænasta í Varðhaldinum Kl. 13: Gudstænasta á Psykiatrisku Deild Kl. 14: Gudstænasta á Røktarheiminum Kl. 15: Gudstænasta í Forhøllini á Landssjúkrahúsinum Kl. 16: Gudstænasta á B8 á Landssjúkrahúsinum. Jólaaftanskvøld: Jólahald hjá bróður sínum, Øssuri, sum býr í Leirvík. Føroyskur stuðul til bíbliutýðingar Kirkjuliga Missiónsfelagið fer komandi trý árini at játta stuðul til ein ætlan um at týða Bíbliuna til trý av mongu málunum í afrikanska landinum Etiopien. Umsóknin um stuðulin er komin úr Mekane Yesus- kirkjuni, sum ætlar at útvega trimum málbólkum Nýggja Testamentið í fyrsta umfari. Sagt verður, at kristna kirkjan veksur spakuliga her, og mett verður tí, at tað er týdningarmikið at tey fáa Guds orð á teirra egna máli. Verkætlanin fer at taka 10-12 ár. Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur játtað at veita 14.000 føroyskar krónur um árið tey komandi trý árini. Íslendingar fara at lata somu upphæddina, meðan norðmenn ætla at senda eitt málkønt fólk hagar at luttaka í arbeiðinum við týðingini. sb. - Tak ikki broddin úr jólasiðunum Royndirnar at leggja minni áherðslu á kristna boðskapin um jólini vegna tey øðrvísi hugsandi, er ikki rætt sambært Kristna-Muslimska Foruminum í Onglandi. Forumið varð stovnað í januar mánaði í ár, m.a. eftir hugskoti frá erkabispinum í Canterbury, Rowan Williams. Í eini frásøgn vísa bæði kristnir og muslimskir leiðarar á dømi um, at lokalir myndugleikar hava sett fram ynski um, at jólahaldini skulu fáa eitt annað, ikki-religiøst navn. Eitt dømi um hetta er tann siðbundni jólafestivalurin í mongum enskum býum. Á einum staði avgjørdi býráðið at kalla festivalin fyri “Winterval”. - Bæði sum muslimar og kristin kenna vit okkum saman og av heilum huga forpliktað, at halda fast við kristna innihaldið og bakgrundina fyri jólahøgtíðini. Á jólum hátíðarhalda vit Kristi føðing, og vit ynskja at halda fast við henda týdningarmikla partin av kristna arvinum, og sum er ein partur av lívinum í landinum. - Eitthvørt ynski um at sekularisera religiøsar hátíðardagar meta vit sum eitt átak móti bæði kristnum og muslimum, verður sagt í útsøgnini. sb. Koranin hittar undir jólatrænum Danskir bókahandlar hava í ár upplivað eina sjáldsama sjón: Eftir bert einum mánaði eru seld omanfyri 5000 eintøk av Koranini. Koranin er vorðin týdd av nýggjum til danskt, og varð prentað í 10.000 eintøkum. Longu nú er altso helmingurin rivin burtur. - Nógv tann størsti parturin av teimum Koranunum sum vit selja, fara sum jólagávur. Tað veit eg, tí vit pakka ein hóp av teimum inn, sigur ein donsk handilskvinna. Víst verður á alla umrøðuna, sum m.a. Muhameds- tekningarnar góvu Danmark. Hetta er helst orsøkin til, at eisini ikki-muslimar hava áhuga í at lesa hesa bókina. sb. Nr. 247 - 22. desember 2006