fríggjadagur 22. desember 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 248 - 22. desember 2006
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Jákup í Stórustovu er
nú eisini farin undir
virksemi í hinum
norðanlondunum.
Higar til við upp
gávum úr Hollandi,
Onglandi og
Týsklandi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einasti føroyski spælara
umboðsmaðurin, Jákup í
Stórustovu, tykist nú spaku
liga vera við at fáa veruligt
fótafesti á marknaðinum.
Síðani hann fyri fýra árum
síðani fór undir virksemið
sítt við North Atlantic
Football Agency - NAFA,
hevur virkisøkið mest sum
einvíst verið at fáa føroyskar
spælarar uttanlands at royna
seg. Og hóast hetta enn
er bulurin í arbeiðinum,
so váttar Jákup, at boð
eisini hava verið eftir sær
uttanlands.
– Í heyst havi eg havt
onkrar
uppgávur
fyri
útlendsk feløg. Hesi hava
verið úr Onglandi, Hollandi
og Týsklandi, og hava hesi
biðið meg tosað við ávísar
norðurlendskar
spælarar
fyri seg.
Virksemið økist
Fyrstu árini, sum hann hev
ur virkað á marknaðinum,
hevur Jákup fyri tað heilt
nógva nýtt tíðina til at skapa
sær eitt breitt kontaktnet.
Tann parturin er nú komin
í fasta legu, og sjálvur
heldur Jákup eisini, at økta
virksemið er ein náttúrligur
liður í menningini av virk
inum.
– Vit hava arbeitt við
ætlanum um at styrkja um
felagið. Bæði hvat kapatali
og arbeiðsmegi viðvíkur,
og tað samsvarar sjálvandi
væl við økta virksemið.
Men merkir hetta so, at
tú er í ferð við at sleppa
føroyska marknaðinum?
– Als ikki. Har henda
eisini fleiri ting alla tíðina.
Nú um dagarnar fekk
Adrian Cieslewicz sáttmála
í Onglandi, og eisini eru vit
í dialogi við onnur feløg
um einstakar spælarar, so
vónandi verður meira at
frætta tann vegin í næstum.
Eitt nýggjársynski
Europiski transfer-markn
aðurin letur upp aftur tann
1. januar, og tí er lítið at
ivast í, at aktiveturin innan
spælarahandlar er serliga
stórur í løtuni. Tað ásannar
Jákup eisini, men tó at høg
tíð skal haldast og spælarar
skulu seljast, so hevur hann
tó stundir at senda eitt lítið
nýggjársynski.
– Tað hevur so ikki gjørt
tað lættari, at fleiri av fremstu
føroysku spælarunum hava
verið skaddir. Kann tann
parturin verða øðrvísi í
ár, so hevði tað ivaleyst
gjørt lívið lættari hjá bæði
spælarunum og mær, sigur
hann hálvgum smílandi.
Fer nú út um føroyska marknaðin
»Tað hevur so ikki gjørt tað lættari, at fleiri av
fremstu føroysku spælarunum hava verið skaddir«
Jákup í Stórustovu
Nú eru úrvalsliðini
tikin út, sum skulu
møta landsliðunum í
eini kapping í høllini
á Hálsi 2. jóladag
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Landsliðsvenjararnir í
hondbólti hava tikið út ein
hóp av landsliðsleikarum,
sum skulu hava tvær
venjingar í millum jól og
nýggjár. Í hesum sambandi
hava
venjararnir
og
sosialurin gjørt avtalu um,
at ein kapping skal vera í
høllini á Hálsi 2. jóladag.
Landsliðsvenjararnir
seta tvey lið av teimum
leikarum, sum teir hava
tikið út til landsliðsvenjing,
meðan sosialurin tekur út
tvey úrvalslið, sum skulu
møta báðum landsliðunum.
Annað úrvalsliðið er sam
ansett av leikarum úr høv
uðsstaðarfeløgunum, meðan
hitt liðið er samansett av
leikarum úr VÍF, KÍF og
StÍF. Við hesi kapping
fáa landsliðvenjararnir
eisini høvi at síggja teir
leikarar, sum ikki eru við í
landsliðshópinum á hesum
sinni. Tað vil siga, at flestir
føroyskir hondbóltsleikarar
nú fáa ein møguleika at
sleppa inn í landsliðshitan.
Kappingin byrjar 2. jóla
dag kl. 14.00, og hon varar
í á leið 4 tímar.
Úrvalsliðið tikið út
Úrvalslið:
Býlið:
Óla Kristian Djurhuus
KÍF
Blagoje Buha
Neistin
Roar Dalsgarð
Neistin
Janus Sørensen
H71
Esbern Patursson
H71
Josef Abrahamsen
Janus Einar Sørensen
Kyndil
Tróndur Vatnhamar
H71
Hans Arni B. Thomsen
Kyndil
Marius Joensen
Bygdalið:
Marian Cirloganescu
StÍF
Harald Bjørgvin
VÍF
Daniel Rapa
KÍF
Mirko Milinkovic
KÍF
Leivur Justinussen
StÍF
Andre F. Danielsen
StÍF
Gert Hansen
KÍF
Bárður Danielsen
StÍF
Rógvi Weyhe
KÍF
Sjúrður Poulsen
VÍF
Jákup í Stórustovu hevur miðvíst roynt at økja um virksemið. Nú eru uppgávur uttan fyri landoddarnar eisini við at koma inn í
myndina
Lesið
- so eru tit við