Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Í vár verður lættari hjá føroyskum arbeiðsgevarum at fáa útlendska arbeiðismegi, har tørvur er á tí, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður Trot á arbeiðsmegi Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í vár verður lættari at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða. Tað staðfestir Jacob Ves- tergaard, landsstýrismaður í innlendismálum. Hann ásannar trupul- leikan, sum Kaj Leo Johannesen, formaður sambandsfloksins, vísti á í Sosialinum fyri nøkrum døgum síðani og sum Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, vísir á í dag. Bàðir vísa á, at trotið á arbeiðsmegi kostar føroysku flakavinnuni milliónir um árið í mistari inntøku, tí tey fáa ikki virka fiskin, sum tey vildu. Eftir tølum frá vinnuni, hevur sambandsmaðurin roknað út, at trotið á arbeiðsmegi kostar flakavinnuni minst 300.000 krónur um dagin í mistari inntøku og eisini Meinhard Jacobsen sigur, at hetta kostar Fiskavirking einsamøllum, fleiri mil- liónir um árið í mistari inntøku. Báðir nevna teir ein máti at loysa trupulleikan, er at gera tað lættari at fáa útlendingar til Føroya at arbeið á flakavirkjunum, har tað ikki er nóg mikið av føroyingum. Og tað er greitt, at bønir teirra verða hoyrdar. Landsstýrið hevur leingi arbeitt við málinum. - Sum støðan er nú, ber tað til at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, har trot er á arbeiðsmegi. Men Jacob Vestergaard ásannar, at ein trupulleiki er, at málsviðgerðin er alt ov drúgv, tá ið útlendingar skulu koma til Føroyar at arbeiða. Tí hevur innlendis- málararáðið í eina tíð virkað fyri at finna eina skipan, so at mannagongdin verður munandi smidligari. Og tað er alt, sum bendir á, at tann skipanin verður klár í vár, sigur hann. - Í hesum sambandi skal tað verða bæði smid- ligari og einfaldari at fáa útlendingar til Føroya at átaka sær arbeiði, sum ongir føroyingar eru til. - Er trot á reinskerarum, skal tað tá bera til hjá einum flakavirki at fáa eitt ávíst tal av útlendingum til Føroya at arbeiða eina ávísa tíð. -Tað eru vikarstovur, sum bjóða slíka arbeiðsmegi fram og so verður tað vikarstovan, sum hevur ábyrgdina mótvegis myn- dugleikunum av teirri útlendsku arbeiðsmegini. Jacob Vestergaard sigur, at Danmark er ein slík skipan og har tekur tað nakrar dagar at avgreiða slíkar umsóknir um at fáa útlendingar til landið til heilt ávísar uppgávur og tað er ein nøkunlunda sama skipan, sum miðað verður eftir at seta í verk í Føroyum. - Vit skilja væl, at tørvur er á fáa arbeiðsmegi, eisini á serarbeiðsfólk til ávísar uppgávur á flakavirkjum. Skulu vit halda gongd í útflutningsvinnuni, er neyð- ugt at hava eina skipan, so at tað ber til at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, tá ið brúk er fyri tí, sigur landsstýrismaðurin. Trot á Arbeiðsmegi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Trot á arbeiðsmegi kostar okkum fleiri milliónir um árið. Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, staðfestir, at trotið á arbeiðsmegi er dýrt fyri Føroya Fiskavirking. Í farnu viku vístu vit á, at trotið á arbeiðsmegi kostar føroysku flakavinnuni min- st 300.000 krónur um dagin í mistari inntøku. Trotið á arbeiðsmegini ger, at virkini fáa ikki virkað fiskin sum tey vilja og sostatt fáa tey heldur ikki tað virðisøking burturúr, sum tey ætlað. Mangla upp í 30% Stjórin á Fiskavirking kann ikki annað enn váttað hetta. Hann vil ikki seta tøl á, men hann sigur at tað kostar Fiskavirking fleiri milliónir um árið í mistari inntøku, at tað er so ringt at fáa fólk. Tað eru serliga reinsker- arar, sum stórur tørvur er á. - Tað kemur fyri, at vit mangla eini 30% av rein- skerarunum. Tað merkir, at reinskeringin verður ein fløskuhálsur í framleiðsluni og tí fáa vit ikki tann fiskin ígjøgnum, sum vit kundu fingið. - Tað ger, at vit fáa virkað 30% minni fisk, enn vit annars kundu, høvdu vit nokk av fólki. Hinvegin vísir hann á, at hóast nógvir raskir reinskerarar eru í Føroyum, hanga teir avgjørt ikki á trøunum, tí tað krevur gott handalag og er strævið. - Tí er tað ikki sum at siga tað at taka fólk inn av gøtuni at reinskera. Meinhard Jacobsen hel- dur, at tað hevur stóran týdning at hava eina stóra útflutningsvinnu fyri eisini at halda lív í innlendis- vinnuni. - Í løtuni innflyta vit fyri eina milliard meiri enn vit útflyta fyri og tað gongur ikki í nógv ár. Hann sigur, at uppskotið frá formanninum í sam- bandsflokkinum í Sos- ialinum í gjár kann verða ein loysn at fáa fleiri fólk at søkja inn í flakavinnuna. Kaj Leo Johannesen mælti til, at fólk í flakavinnuni fingu ein serligan skattalætta eftir sama leisti sum fiskimenn fáa. - Tað kann vera ein loysn, sigur Meinhard Jacobsen. Eiga at lata dyrnar upp Men hetta er ikki ein møguleiki, sum tey hava hugt so nógv eftir á Fiskavirking. Hinvegin heldur hann tað er neyðugt at vit lata dyrnar upp fyri útlendskari arbeiðsmegi. - Sum støðan er nú skylda vit okkum sjálvi, at vit lata útlendingar sleppa til Føroyar at manna tey størv, sum vit ikki fáa mannað sjálvi. Hetta snýr seg ikki um at taka arbeiðið frá føroyingum. Hetta snýr seg um at fáa útlendingar at átaka sær tey arbeiði, vit ikki gera sjálvi. Hann sigur, at hetta snýr seg heldur ikki um at fáa ein hóp av útlendingum til Føroya at vera. - Tað snýr seg um at fáa útlendingar til Føroya at gera eitt ávíst arbeiði. Tá ið arbeiðið er liðugt, fara tey avstað aftur. Tað er ein skipan, sum hundraðtals føroyskir handverkarar ut- tanlands kenna alt til og tað er sama skipan, vit eiga at fáa møguleika til í Føroyum. Meinhard Jacobsen vísur á, at í Íslandi og Noregi eru flestu lyklafólk ávikavist íslendingar og norðmenn, men ein stórur partur av arbeiðsfólkunum eru útlendingar, sum vanliga arbeiða akkord. Og tað er sama skipan, hann heldur, at vit eiga at seta í verk í Føroyum. -Tey hava nakað til sølu, sum vit hava stóran tørv á og tað er arbeiðsmegi. Og tað arbeiðsmegini eiga vit at fáa møguleikan at keypa frá teimum, sigur stjórin í Fiskavirking. -Hetta er eitt øki, har vit sum samfelag, við stórum fyrimuni kundi fingið útlendska arbeiðsmegi til Føroya, leggur hann afturat. - Men í løtuni mugu vit staðfesta at hvat arbeiðs- marknaðinum viðvíkur er alheimsgerðin als ikki rokkin til Føroya enn, hóast øll onnur lond, sum vit kappast við, hava langt síðani fingið hesi viðurskifti í rættlag. Hvat arbeiðsmarknaðinum viðvíkur, er alheimsgerðin ikki komin til Føroyar enn og her hava londini, vit kappast við, langt síðani yvirhála okkum, sigur stjórin í Fiskavirking, Meinhard Jacobsen Vit missa nógvar milliónir um árið Nú verður lættari at fáa útlendingar til Føroyar - Eg skilji væl, at tørvur er á at fáa útlendska arbeiðsmegi til ávísar uppgávur í Føroyum og tað skal nú verða lættari, sigur Jacob Vestergaard - Trot á arbeiðsmegi ger, at vit missa fleiri milliónir um árið í mistari inntøku, men vit mugu vit sleppa bangilsinum fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking Nr. 247 - 22. desember 2006