Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 tíðindi Fyrrapartin í gjár varð tunnilin til Gásadals tikin alment í nýtslu. Hóast onkur kanska heldur, at hann kemur í seinna lagi, eru fólk í bygdini ikki samd um tað. - Nú fer lív at koma í, sigur eitt teirra, Pauli Jacobsen. Tunnil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Gásadalur: Tá slíkar stór- hendingar fara fram, er van- ligt at talur verða hildnar og snórar kliptir. Men tá tunnilin til Gása- dals varð tikin alment í nýtslu fyrrapartin ígjár, var øðrvísi: Ístaðin fyri snóra- klipping, vóru tey omanfyri 60 ljósini tendrað í tunils- loftinum. Frammanundan almennu upplatingini hava menn ar- beitt við at seta ljós upp í tunlinum og at frosttryggja hann. Arbeiðið at gera tunnilin fullkomuliga lidnan er nú at enda komið, og tí er loyvi hjá almenninginum at koyra til Gásadals. Samstundis er bygdin vorðin partur av øllum meginøkinum. - Vit eru fleiri, sum ivast í, um bygdini hevði verið lív lagað, um tunnilin ikki var komin. - Vón okkara er nú, at fólkið fer at merkja ein tryggleika, við at vera sa- man í eini størri kommunu við góðum ferðasambandi, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági. Í tøkum tíma Sum Gásadalsmaður veit Pauli alt um tær umstøður- nar, sum bygdarfólkið hevur livað undir til denna dag. - Tað er eingin ivi um, at tunnilin kom í tøkum tíma. Kom hann ikki nú, høvdu helst bara verið eini 2-3 fólk eftir í bygdini um nøkur fáa ár, sigur Pauli. Hann er vitandi um fólk, sum hava hug at búseta seg í bygdini, um bert grundøki vóru tøk. Og ætlanir hava somuleiðis verið frammi um at skipa ein part av dalinum sum summarhúsøki. Sum skilst verður arbeitt við hesum máli í løtuni, og tí gongur helst ikki long tíð, inntil tey fyrstu sethúsini kunnu verða bygd her. Pauli væntar tí at fólk fer at flyta aftur til Gásadals í framtíðini. - Hví skuldu tey flutt av bygdini beint nú, ið vegasambandið er vorðið so gott?! - Nei, eg vænti heldur hinvegin, at fólk fer at flyta higar, sigur Pauli Jacobsen. Framtíðin Við hátíðarhaldið fyrrapar tin í gjár nýtti vinnumá- laráðharrin, Bjarni Djur- holm høvi at vísa á gongdina í arbeiðinum við Gásadalstunlinum. Hann vísti til filmin frá 1990 við heitinum “1700 metrar frá framtíðini”, ið snúði seg júst um livi- líkindini í hesi fjarskotnu bygdini. - Leingi er tað ið væl skal vara. Tá í tíðini trúði neyvan nakar, at ein tunnil fór at verða gjørdur til Gásadals. - Men nú er hann her. Og so er hann eisini mun- andi styttri enn teir 1700 metrarnir, legði hann aftrat. Síðani tendraði hann ljósið í tunlinum á fyrsta sinni, soleiðis at myrkrið ikki longur valdar her. Nú sær kanska ljósari út – eisini hjá gásadalsfólki! Knuggaðu seigan brekkuni mót fatlaða byrðan teir tyngdu um grønan svørð – millum gamalt grót í brattlendi gøtan seg ringdi. Á Skarði var sjáldsom berbakað sjón so tungt mangt sporið teir stigu traðkaðu treiskir í húðarskóm alt meðan øldirnar liðu. Hin gamli í kistu borin var í tolni tey tárini feldu og unga lívið í skundi um Skarð í neyðini skýrt var í keldu. Men onkuntíð lættføttur, fróður rann um Skarðið ein langur hali tá skyldfólk og kenningar tustu fram til fróðarfundir í Dali. Men tíðin broyttist og brátt hon bjóð í Dalinum fækkaðum liði: Teir gjørdu um fjallið nýggja slóð til lívið í nýggjum siði. Nú fjallið er fallið í fornan grið bert ferføtt í brekkuni ganga á gøtuni grasið grør í frið í einsemi løtuna langa. Enn ringir seg gøtan, men nú er hon svinn av týdningi bara eitt eiti nú bilarnir koyra í túnið inn tey gøtuna toga til teiti. Køge, oktobur 2006 Jógvan Steintún Tunnilin tryggjar lív í Gásadali - Tunnilin kom í tøkum tíma, heldur gásadalsmaðurin, Pauli Jacobsen. Hann fegnast um at bygdin nú er vorðin partur av meginøkinum Tíðin broytast. Stjórin í Landsverki, Oyvindur Brimnes vísir almenninginum, at nú ferðast ein ikki longur undir egnari ábyrgd til Gásadals Tveir av arbeiðsmonnunum hjá Landsverki, sum kunnu líta aftur á lokið verk Gásadalsbrekkan Nr. 247 - 22. desember 2006