Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindi Gásadalsvegurin er fyrstu ferð nevnt í po- litiskum høpi í 1961, men longu í 30’unum fóru menn úr Bø undir at gera ein veltingarveg úr bygdini og vestur móti Stelkaskorðum. Í 1979 varð byrjað uppá vegin móti tunlinum bíggj- armegin, og gásadalsmegin í 2003. Gásadalstunnilin er sum einbreytaður tunnil raðfestur fyrstu ferð í løgtingsmáli nr. 62 frá 1985, eftir at Kalsoyar- tunlunum og seinni eftir Kunoyartunlinum. Fyrireikingin til tun- nilsgerðina byrjaði í 2000. Árið eftir, hin 12. juli í 2001 lat Hervør Hergudót- tir, fyrrverandi bygdaráðs- formaður fyrsta skotið av fyri tunlinum. Síðani var tað Solberg Henriksen, fyrrverandi postmaður í Gásadali, sum lat seinasta skotið av á tollaksmessu í 2002. Nú, tá ið tunnilin varð tikin í nýtslu í gjár, er Gásadalur knýtt at umleið 85% av landinum. Um tunnilin Byggiharri: Landsverk Tekniskur ráðgevi: LBF og ETP Consult Arbeiðstakarar: Landsverk, Byggitek og El-Teknik Kostnaður: 41,4 mió kr. Longd: 1446 metrar Breidd: 3,5 metrar Frástøða millum víkipláss: 150 metrar Vegur bíggjarmegin: 400 metrar Vegur gásadalsmegin: 850 metrar Spreingingar: 290 skot Útsprongt: 169.000 tons av gróti Spreingievni: 134 tons Arbeiðstímar: 41.000 Nútíðin: 1700 metrar til framtíðina! 1700 metrar til framtíðina Teir fegnast um tunnilin og ljósini undir loftinum - vinstrumegin síggjast m.a. Jákup Suni Lauritsen, Bjarni Djurholm, Oyvindur Brimnes og Sune Jacobsen 1700 metrar til nútíðina Fólk í Gásadali taka væl ímóti tunlinum Nr. 247 - 22. desember 2006