Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Nr. 248 - 22. desember 2006 Mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til Yrkisdepilin. Høvuðsuppgávan hjá leiðaranum er at vera skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og fyrisitingarleiðari í Yrkisdeplinum. Uppgávurnar eru m.a. Skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráðnum: - at fyrireika mál til ráðsfundir og avgreiða ráðsmál - at vera skrivari hjá ráðnum og bólkum, ið ráðið setir - at fyriskipa menningarátøk hjá ráðnum. - at samskifta/samstarva við myndugleikar, felagsskapir, virki og stovnar. Fyrisitingarleiðari í Yrkisdeplinum: - at hava fyrisitingarligu leiðsluna av deplinum - at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni og rakstrar- og menningaruppgávum - at gera uppskot til fíggjarætlanir fyri depilin - at tryggja, at depilin verður rikin so skilagott sum til ber - at tryggja ein góðan starvsfólka- og menningar– politikk Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjari m.a. • hevur útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving, • hevur hug og hegni at leiða, er sjónlig/ur í leiðarastarvinum, og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva • hevur førleika at menna samstarvið við vinnulívið og áhugafelagsskapir • hevur áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir • hevur skil fyri fíggjarstýring og hevur góðar fyrisitingarligar førleikar Lønar- og setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Vit bjóða Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir tess. Umsókn Umsókn við avritum av prógvum o.ø. skjølum, upplýsingum um royndir og førleika v.m. skal sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 FO-110 Tórshavn Telefon 355050 – Fax 355055 Ella til t-post: mmr@mmr.fo Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. januar 2007, kl. 16.00 Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóra, á tlf. 355075 ella á 555075. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt fyrisitur ráðið uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Yrkisdepilin, ið er ein deild undir Mentamálaráðnum og fyrisitur arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmál, herundir at vera fyrisiting hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevndunum. Yrkisdepilin fyrisitur eisini ávís viðkomandi málsøki fyri Mentamálaráðið, herundir at avgreiða ferða- og lønarendurgjald til lærupláss o.l. Leiðari til yrkisdeplin sansir.fo Vilt tú verða við til at styrkja og menna yrkisútbúgvingarnar? Hevur tú visjónir, hug og hegni, so ert tú leiðarin, ið vit leita eftir Almennir fundir hjá Leirvíkar Bygdarráð í 2007 Fundirnir eru kl. 19.30 í bygdarráðshúsunum mánadagin 29. januar mánadagin 05. mars mánadagin 02. apríl mánadagin 30. apríl týsdagin 29. mai mánadagin 25. juni mánadagin 03. september mánadagin 01. oktober mánadagin 29. oktober mánadagin 26. november mánadagin 17. desember Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdarráðsfundi, skulu vera kommununi í hendi 14 dagar áðrenn fundin. Leirvíkar Kommuna 520 Leirvík Landsfundur Føroya Fiskimannafelags Landsfundur Føroya Fiskimannafelags verður í Norðurlandahúsinum 29. des­ ember kl. 10. Skráin er sambært viðtøkur felagsins: 1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári. 2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar. 3. Val av grannskoðara. 4. Ásetan av limagjaldi. 5. Uppskot frá stjórn og sóknum. 6. Annað. Sum vanligt hava vit ein gest at greiða okkum frá viðurskiftum, sum hava týd­ ning fyri fiskimenn. Í ár verður tað Helgi Nolsøe, sum arbeiðir við tøkni á Fiski­ rannsóknarstovuni. Hann fer at greiða frá tøkni, sum kann gera arbeiðið lætt­ ari, og tøkni, sum kann gera, at meira kemur burtur úr. Landsfundurin verður skipaður av sókn­ arformonnum, men fiskimenn og limir í sjómannadeildini yvirhøvur eru vælkom­ nir. Tey sum hava útreiðslur av luttøkuni fáa hesar endurgoldnar. lýsingar Lesið -so eru tit við!