Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 248 - 22. desember 2006 Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv Pedagogar og hjálparfólk til Dagstovnin í Hoyvík Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir: • tveimum pedagogum at arbeiða 35 tímar um vikuna á vøggustovuni at byrja 15. januar 2007 ella eftir nærri avtalu • einum pedagogi at arbeiða 35 tímar um vikuna á barnagarðinum at byrja 15. januar 2007 ella eftir nærri avtalu • einum hjálparfólki at arbeiða 25 tímar um vikuna at byrja 15. januar 2007 ella eftir nærri avtalu • tveimum avloysarum, at arbeiða tá ið tørvur er Pedagoglesandi, ið verða liðug í februar 2007 eru vælkomin at søkja. Setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum í Hoyvík, Vegurin langi, 188 Hoyvík í hendi innan mánadagin 8. januar 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Onnu Mariu E. Antoniussen, stovnsleiðara tlf. 217318. Pedagogar til Frítíðarskúlan í Hoyvík Søkt verður eftir tveimum pedagogum – einum at arbeiða 30 tímar og einum at arbeiða 25 tímar um vikuna – at byrja 1. januar 2007 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir starvið, verður hjálparfólk sett ístaðin. Setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Frítíðarskúlanum í Hoyvík, Vegurin Langi, 188 Hoyvík, í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. desember 2006. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Levi Mørk, stovnsleiðara, tlf. 210126 ella 585739. Pedagogar til Dagstovninum í Løkjatúni Søkt verður eftir tveimum pedagogum at arbeiða 30 tímar um vikuna – einum til vøggustovu og einum til barnagarð – at byrja 15. januar 2007 ella eftir nærri avtalu. Pedagoglesandi, ið verða liðug í februar 2007 eru vælkomin at søkja. Setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum í Løkjatúni, Løkjatún 5, 160 Argir, í hendi innan mánadagin 8. januar 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Johannesen, stovnsleiðara, tlf. 302390 ella 214227. Tórshavnar kommuna Leys størv Fyribilskattaskráin 2007 Leiðbeinandi virðini á fríum ágóðum inntøkuárið 2007: a. Virði á fríum bústaði, sí viðmerking kr./m² 580 b. Eginnýtsla: sí viðmerking el kr. 7.800 olju kr. 22.500 telesamskifti kr. 5.000 c. Frí vørunýtsla: sí viðmerking Bakarar kr. 4.300 Bakarar við keypmansvørum kr. 11.500 Keypmenn kr. 14.000 d. Virði á fríum kosti pr. dag, sí viðmerking 3 máltíðir kr. 50 2 máltíðir kr. 38 1 máltíð kr. 28 e. Virði á fríum bili (persónbilur/stationcar), sí viðmerking 1100 kg og undir kr. 53.100 1101 kg til 1300 kg kr. 63.900 1301 kg til 1500 kg kr. 74.200 1501 kg og meira kr. 85.500 f. Vøruvognar av skapi og merki sum persónsvognar, sí viðmerking 75% av ásetta virðinum g. Allir aðrir bilar, sí viðmerking 50% av ásetta virðinum h. Bussar upp til 10 persónar sum verða nýttir til hýruvognskoyring, sí viðmerking kr. 16.900 i. Eginnýtsla av bili hjá hýruvognsførarum kr. 16.900 Upphæddirnar eru íroknaðar meirvirðisgjald. Aðrar upphæddir Kapitalpensjónsfrádráttur kr. 46.200 Til a. Roknað verður við einari upphædd, sum er fyri bústaðarøkið, ið viðkomandi hevur ræðisrætt yvir. Kjallari og loft, sum ikki eru innrættaðið og hjallur og bilhús koma ikki undir hugtakið bústaðarøki. Til b, c, d, e, og f Privatur vinnurekandi skal skattast av virðinum á vørum og framleiðslum, sum hann tekur úr virki sínum at nýta ella at hava í húsarhaldi sínum, ella til gávur. Virðið verður roknað eftir keypsvirðinum ella framleiðsluvirðinum á hesum vørum. Somuleiðis skal privatur vinnurekandi skattast av tí partinum av útreiðslunum, sum svarar til eginnýtsluna, t.d. bil, telefon, ljós og hita, har útreiðslurnar um- fata bæði privatu og vinnuligu nýtsluna. Meginreglan er tann, at skattgjaldarin sjálvur skal meta um, hvussu nógv er privat, og hvussu nógv er vinnulig nýtsla. Metingin skal vera við atliti til stødd á t.d. húsi og húski. Til g og h Upphæddirnar eru galdandi fyri bilar skrásettir sum persónvognar smb. § 3 í løgtingslóg. nr. 175 frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakførum. Fyri bilar skrásettir sum vørubilar eftir § 5 í somu lóg verður virðið sett til 75% av upphæddini. Fyri aðrar bilar enn teir, ið eru nevndir omanfyri, t.d. bilar skrásettir eftir § 6 og § 8 í somu lóg, verður virðið sett til 50% av upphæddini. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja avrit av skrásetingarskjalinum fyri bilin. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið lýsingar TIL VIÐSKIFTAFÓLK MÍNI EG YNSKI TYKKUM EINI GLEÐILIG JÓL OG EITT GOTT NÝTTÁR VIÐ TØKK FYRI TYKKARA TRÚÐFESTI ÍGJØGNUM ØLL ÁRINI Internet