fríggjadagur 22. desember 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Nr. 248 - 22. desember 2006
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Kommunala Brennistøðin sóknast eftir umhvørvisleiðara. Starvið
er stápsfunktión við tilvísing til deildarleiðaran og fevnir um
arbeiðsøkini umhvørvi, skrásetingar/hagtøl, arbeiðsumhvørvi
og kunning.
Uppgávur
Nakrar av høvuðsuppgávunum eru at:
• Menna og røkja umhvørvisstýriskipan
• Hava umsjón við umhvørvisgóðkenningunum hjá Kommunalu
Brennistøðini
• Skipa fyri umhvørviskanningum og gera árligar umhvørvis-
frágreiðingar
• Innsavna og skipa hagtøl yvir burturkast, umhvørviskanningar,
óhapp o.a.
• Leggja til rættis kunningartilfar um Kommunalu Brennistøðina,
burturkastviðgerð og umhvørvi sum heild
• Kunna og vegleiða viðskiftafólk, áhugabólkar, skúlaflokkar o.o.
• Samskifti við myndugleikar, kanningarstovur, ráðgevarar o.o.
• Dagligur trygdarleiðari og skrivari hjá trygdarnevnd
Førleikakrøv
Hægri útbúgving, t.d. verkfrøðingur á akademi/diplom støði innan
umhvørvi, evnafrøði, lívfrøði ella líknandi. Kunnleiki til umhvørvi-
stýriskipanir, eins og royndir innan almenna fyrisiting er ein fyri-
munur, men ikki ein treyt.
Góður kunnleiki til EDV eins og koyrikort er ynskiligt.
Setanarviðurskfti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður sett skjótast til ber.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum, møguligum viðmælum og starvs-
royndum skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórs-
havn, í hendi í seinasta lagi 9. januar 2007. Merk brævbjálvan
„Umhvørvisleiðari til Brennistøðina“.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Bárð Michelsen, deildarleiðara,
ella Janus Isfeld, leiðara á starvsfólkadeildini, á tlf. 302010.
Tórshavnar kommuna
Umhvørvisleiðari
Kommunala Brennistøðin er ein deild av teknisku fyrisitingini hjá
Tórshavnar kommunu og hevur ábyrgd av allari burturkastviðgerð
í kommununi. Umframt Brennistøðina hoyrir Tyrvingarplássið í
Húsahaganum, Jarnplássið og Endurnýtslan á Hjalla til deildina,
umframt at deildin tekur sær av rottangatøming. Kommunala
Brennistøðin leggur stóran dent á og orku í at avmarka mest
møguligt ta dálking, sum stendst av virkseminum. M.a. hevur
Brennistøðin júst fingið nýggjan roykreinsiútbúnað, sum lýkur
altjóða krøv til útlát. Virksemið hjá Kommunalu Brennistøðini
er umhvørvisgóðkent av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Tórshavnar kommuna
Broyttur bústaður og skrivstovutíð
Tann 2. januar flytir skrivstovan á Kommunalu Brennistøðini
til Á Hjalla 5.
Skrivstovutíð er mánadag til hósdag kl. 9.00 til 16.00 og
fríggjadag kl. 9.00 til 15.30.
Kunngerð
lýsingar