Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 248 - 22. desember 2006 Mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til Yrkisdepilin. Høvuðsuppgávan hjá leiðaranum er at vera skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og fyrisitingarleiðari í Yrkisdeplinum. Uppgávurnar eru m.a. Skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráðnum: - at fyrireika mál til ráðsfundir og avgreiða ráðsmál - at vera skrivari hjá ráðnum og bólkum, ið ráðið setir - at fyriskipa menningarátøk hjá ráðnum. - at samskifta/samstarva við myndugleikar, felagsskapir, virki og stovnar. Fyrisitingarleiðari í Yrkisdeplinum: - at hava fyrisitingarligu leiðsluna av deplinum - at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni og rakstrar- og menningaruppgávum - at gera uppskot til fíggjarætlanir fyri depilin - at tryggja, at depilin verður rikin so skilagott sum til ber - at tryggja ein góðan starvsfólka- og menningar– politikk Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjari m.a. • hevur útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving, • hevur hug og hegni at leiða, er sjónlig/ur í leiðarastarvinum, og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva • hevur førleika at menna samstarvið við vinnulívið og áhugafelagsskapir • hevur áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir • hevur skil fyri fíggjarstýring og hevur góðar fyrisitingarligar førleikar Lønar- og setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Vit bjóða Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir tess. Umsókn Umsókn við avritum av prógvum o.ø. skjølum, upplýsingum um royndir og førleika v.m. skal sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 FO-110 Tórshavn Telefon 355050 – Fax 355055 Ella til t-post: mmr@mmr.fo Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. januar 2007, kl. 16.00 Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóra, á tlf. 355075 ella á 555075. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt fyrisitur ráðið uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Yrkisdepilin, ið er ein deild undir Mentamálaráðnum og fyrisitur arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmál, herundir at vera fyrisiting hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevndunum. Yrkisdepilin fyrisitur eisini ávís viðkomandi málsøki fyri Mentamálaráðið, herundir at avgreiða ferða- og lønarendurgjald til lærupláss o.l. Leiðari til yrkisdeplin sansir.fo Vilt tú verða við til at styrkja og menna yrkisútbúgvingarnar? Hevur tú visjónir, hug og hegni, so ert tú leiðarin, ið vit leita eftir Tórshavnar kommuna Broyttur bústaður og skrivstovutíð Tann 2. januar flytir skrivstovan á Kommunalu Brennistøðini til Á Hjalla 5. Skrivstovutíð er mánadag til hósdag kl. 9.00 til 16.00 og fríggjadag kl. 9.00 til 15.30. Kunngerð KUNNGERÐ UM afturlatingartíðir og vaktarhald hjá sev um jólini og ársskiftið Gjørt verður kunnugt, at allar skriv­ stovurnar hjá SEV eru stongdar yrka­ dagarnar millum jóla og nýggjár, og at øll linjuarbeiðir, skrivstovuarbeiðir og annað, sum tolir at bíða, verður steðgað í sama tíðarskeiði. Vit hava vakt alt døgnið. Til ber at fáa fatur á vaktini umvegis tlf. nr. 346800 í nevnda tíðarskeiði. Vaktin tekur sær bert av viðurskiftum, sum ikki tola at bíða, sum t.d. streym­ slit. lýsingar