fríggjadagur 22. desember 2006síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 22. desember 2006
7
tíðindi
Annika Smith,
sum tað seinasta
hálva annað árið
hevur starvast hjá
Norðuratlantsbólkin
um á Fólkatingi, hevur
nú fingið nýtt starv
á ST-høvuðsborgini
í New York, har hon
m.a. skal vera ráðgevi
og samskipa tiltøk fyri
upprunafólk
STARV
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Síðani Annika Smith fyri
umleið hálvum øðrum ári
síðani fekk prógv sum cand.
scient. soc. á universitetinum
í Ålborg, hevur hon starvast
hjá Norðuratlantsbólkinum.
M.a. hevur hon verið skriv
ari hjá grønlendska fólka
tingsmanninum Kuupik
Kleist og verið við til at gjørt
kanningina um føroyingar í
Danmark.
Men nú gongur Annika
Smith nýggjar leiðir. Mána
dagin fekk hon at vita, at hon
hevði fingið starv á ST-høv
uðsborgini í New York fram
um 43 aðrar umsøkjarar.
Upptøkutreytirnar vóru
serligar, og tá Annika Smith
fór til samrøðu í danska
uttanríkismálaráðnum,
bleiv tosað við hana á bæði
enskum, fronskum og sponsk
um gjøgnum sonevnda
videosamrøðu. Tvs. at Annika
Smith sat í Keypmannahavn,
meðan hini sótu í New York,
og tey sóu hvønn annan á
sjónvarpsskíggja.
Nýggja starvið hjá Anniku
Smith er eitt sokallað
JPO-starv, tvs. eitt slag av
juniorserfrøðingastarvi, har
Annika skal arbeiða í fasta
foruminum fyri upprunafólk
hjá Sameindu tjóðum í 1-2
ár sum ráðgevi. Uppgávan
hjá henni verður m.a. at
fyrireika árligar fundir fyri
upprunafólk,
eftirmeta
menningarætlanir og gera
kunningararbeiði.
Upprunafólk
Annika Smith skrivaði serrit
á universetinum um donsk
áhugamál í Føroyum og støðu
Føroya í danska ríkinum,
men hon sigur kortini, at
føroyingar verða ikki bólkaðir
sum upprunafólk. Hinvegin
verða grønlendingar mettir
sum upprunafólk.
Spurd, hvørjar allýsingar
ella definitiónir verða
brúktar um upprunafólk,
sigur Annika Smith, at tað
er misjavnt, men at hesi
fólk ofta sjálv rokna seg
sum upprunafólk. Eini 300
til 350 fólk ella tjóðir í
heiminum verða mett sum
upprunafólk, og tey búgva í
umleið 70 londum.
Ofta er talan um fyrr
verandi hjálond ella lond,
ið eru í einhvørjari post-
kolonialari støðu og hava
serlig mentanarlig og málslig
eyðkenni.
Hesar lýsingar kundu
kanska eisini verið nýttar
um føroyingar, men hinvegin
geva hesi eyðkenni ikki bein
leiðis atgongd til sjálvstýri
ella onnur líknandi rættindi.
Til gagns fyri Føroyar
Annika Smith hevur sum
nevnt higartil arbeitt hjá
Norðuratlantsbólkinum á
Fólkatingi, men hóast hon
sigur seg gleða seg nógv til
tað nýggja starvið, vónar
hon, at hon framvegis
kann varðveita tilknýtið til
Norðuratlantsbólkin.
Hon sigur, at umframt, at
hetta sjálvandi er ein góður
kjansur hjá sær at fáa, so metir
hon eisini, at Føroyar kunnu
fáa gagn av hesum. Umframt
at fáa størri royndir og innlit
í minnilutaspurningar í ST-
skipanini og altjóða lóg,
heldur Annika Smith eisini,
at vit kunnu fáa betri innlit
í, hvussu vit skapa dialog
millum minnilutar og lima
lond, og tað sigur hon seg
vera spenta uppá.
Annika fingið starv
hjá ST í New York
Annika Smith, sum er dóttir Josefinu Smith, byrjar í nýggja
starvinum um mánaðarskiftið januar-februar
Cloer
kaffimaskina
Svørt / rustfrítt stál
Heldur kaffi heitt
Kompakt design
Glaskanna til 12 koppar
einans 398
remington
hárklippari
Keramik klippari
– skal ikki oljerast
Nógv eyka tilhoyr
Verður latið í
aluminium kufferti
einans 498
Dyson
dustsúgvari
Ongantíð aftur nýtist tú at
skifta posa. Missur onga
súgvukraft tá tú sýgur.
Gummibeløgd hjól.
Teleskop rør
einans 2.998
PhiliPs
hárklippari
Rustfrítt stálblað.
Nógv eyka tilhoyr.
Lætt vekt design.
einans 248
Beurer pulsur
Kann vísa minsta og hægsta
puls. Kaloriuforbrenning.
Stoppur.
einans 398
Á Hjalla · Tel 31 54 15
Jólagávuhugskot
frá Damor
P/F Vónin hevur
keypt 22% av parta
peninginum í størsta
íslendska nóta- og
trolvirkinum
Vinnulív
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í tíðindaskrivi sigur Hjalmar
Petersen, stjóri, at hetta er
eitt neyðugt stig, til tess
at tryggja framburðin hjá
virkinum.
– Um vit skulu gera okkum
galdandi innan hesa vinnu,
eru vit noydd at hyggja út
um landoddarnar. Kappingin
er hørð, so í veruleikanum er
valið at verða keyptur upp
ella at keypa upp. Vit hava
valt tað seinna. Hetta er ein
vinna, sum vit føroyingar
eiga at gera okkum galdandi
í, og vit vóna, at hetta fer at
eydnast.
Í dag starvast um 80 fólk á
Vóinini. Umframt virksemið
í Fuglafirði, Tórshavn og
Norðskála hevur Vónin
eisini virksemi í Grønlandi
og New Foundlandi.
Hampiðjan er við einum
marknaðarparti á 75% nógv
størsti framleiðari av nótum
og trolum í Íslandi. Hartil
hevur felagið virksemi í
fleiri øðrum londum. Ikki
minst í baltisku londunum.
Við keypinum er Vónin
næst størsti partaeigarin í
íslendska felagnum. Størsti
partaeigarin er Vogun, sum
eigur góð 28% av parta
peninginum.
Vónin keypt part av Hampiðjuni
Við nærum
einum
fjórðingi av
ognarpartinum
í Hampiðjuni,
er Vónin av
álvara farin
inn á íslendska
marknaðin