fríggjadagur 22. desember 2006síða 56
Tekstur á síðuni
34
Nr. 247 - 22. desember 2006
tíðindi
BÓKAÚTGÁVA
Nógv er at gera á prentsmiðj
unum í hesum tíðum, men nú
liggja so seinastu bøkurnar
hjá Bókadeild Føroya
Lærarafelags á hillunum í
bókahandlunum.
Bøkurnar hava dreingir
sum høvuðspersónar: tað
eru teir tríggir Julian, sonur
ein politist, Kaspian, sonur
ein kong og Artemis, sonur
ein millióning. Allir tríggir
hava teir serligar eginleikar,
sum ger teir áhugaverdar at
lesa um.
Julian og Jim, sum Laura
Trenter hevur skrivað, er
onnur bókin um drongin
Julian. Í fyrru bókini Pápi
er politistur, sum kom út
í 2004, varð pápi Julian
skotin av limi í einum
motursúkklubanda. Pápin
kemur undan við lívinum, og
drápsmaðurin verður funnin,
m.a. tí at Jim, sum eisini er
limur í bandanum, avdúkar
drápsmannin. Í hesari bókini
er onkur eftir Jim og vil gera
seg inn á hann, tí at hann
hevur slatrað, og tað kann
Julian ikki lata henda, tí
hann og Jim eru vinir.
Bókin er 150 bls., er heft
og Jón Joensen hevur týtt úr
svenskum. Hon kostar 140
kr.
Kaspian kongssonur er
fjórða bókin í røðini um
ævintýrheimin
Narnia
eftir C. S. Lewis. Kaspian
noyðist í bardaga móti
einum svikafullum kongi
fyri at fáa trónu sína aftur
og sjálvur gerast kongur.
Við sær hevur hann tey
fýra børnini, Edmund,
Lovisu, Súsannu og Pætur,
og leyvan Aslan kemur
sjálvandi eisini til hjálpar,
tá ið á stendur.
Theodor
Hansen
hevur
týtt
Kaspian
kongsson, sum er 194
bls
og
innbundin.
Pauline Baynes hevur
teknað myndirnar, og
bókin kostar 180 kr í
bókahandlunum.
Ævinleikakotan eftir Eoin
Colfer er triðja bókin í røðini
um flogvitið Artemis Fowl.
Artemis er teldusnillingur og
hevur gjørt eina superteldu
burtur úr leyslutum, hann
hevur stolið frá álvunum.
Artemis hevur eina heilt
serliga ætlan við telduni,
tá ið hann sýnir hana fram
fyri einum harðrendum
manni við sambondum við
mafiuna. Hendingin fær
fyrst og fremst avleiðingar
fyri lívverja hansara Butler,
og Artemis verður hart
trýstur.
Bókin er ætlað unga lesar
anum, hon er 319 bls. og
heft við klaffum. Bergur
Rasmussen hevur týtt hana
úr enskum, og hon kostar
150 kr í bókahandlum.
Arbeiðsuppgávur
• Fyrireika tilfar til nevndina fyri Framtak
• Samskifta við umsøkjarar, eftirkanna
og meta um umsóknir og virði
• Menna sáttmálar og avtalur
• Samráðingar
• Uppfylging av gjørdum íløgum
• Fíggjarstýring
• Samskifti við vinnu og íleggjarar
• Vera nevndarlimur í feløgum, grunnurin
eigur í
Førleikar
Umsøkjarin skal hava:
• hóskandi útbúgving frá hægri læru-
stovni
• góð evni at greina, gott yvirlit og evni at
raðfesta uppgávurnar
• góðan málsligan førleika á føroyskum
og enskum
• edv-kunnleika, í minsta lagi á brúkara-
støði
• góð samstarvsevni og evni at arbeiða
sjálvstøðugt
Vit vænta, at tú ert framsíggin og opin
fyri at fi nna loysnir. Tað er ein fyrimunur,
um tú hevur royndir innan løgfrøði og/ella
búskap frá privata ella almenna arbeiðs-
marknaðinum.
Setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv. Setanarviðurskifti
og løn verða ásett eftir avtalu.
Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum
viðmælum skal vera okkum í hendi í sein-
asta lagi 8. januar 2007.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Gloriu Kalsø, forkvinnu, á telefon
315623 eftir kl. 17.00 ella Niels Dann
West, stjóra, á telefon 315966 ella um
teldupost ndw@framtak.fo.
Umsóknin skal sendast til:
Framtaksgrunnur Føroya
Bøkjarabrekka 9
Postboks 3157
110 Tórshavn
Ráðgevi
Um Framtak
Framtak skal eftir marknaðartreytum hava ein virknan leiklut sum kveikjari í føroyskum vinnulívi.
Endamálið hjá Framtak er at virka fyri at menna og fjøltáttað føroyskt vinnulív samfelagnum at gagni.
Framtak er vinnurekandi grunnur, sum eftir marknaðartreytum veitir framtakskapital við at seta partapening
í og/ella veita ábyrgdarlán til nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum víðka um virksemið, skulu endurreisast
og/ella ganga nýggjar leiðir.
Gjøgnum sítt virksemi sum vágafúsur og tolin íleggjari hevur Framtak møguleika at menna vinnur, har
nýskapan og langtíðarætlanir eru neyðugar, og fíggjarligi vinningurin er frammi í tíðini.
Framtak samstarvar við aðrar fíggjarligar íleggjarar at lyfta í felag, har váðin er stórur.
Framtak bjóðar áhugaðum at søkja fjølbroytt og spennandi starv sum ráðgevi. Tú
kemur í tøttum samstarvi við stjóran at arbeiða við vinnuligum menningarætlanum
og verða við til at menna Framtak til ein virknan íleggjara í føroyskt vinnulív.
Seinastu bøkur
undan jólum