Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2006 5 Í dag, 1. desember, er altjóða AIDS-dagur. Í hesum sam­ bandi verða skipað fyri tiltøkum ymsastaðni úti í heimi. Kjakið er veruliga kyknað aftur, og nógv finnast at politikkinum hjá Vatinkaninum um at ráða frá at nýta fyribyrging, men heldur halda seg fráhaldandi frá kynsligum sambandi áðrenn hjúnarlag. Tað fer ein framhaldandi menning fram innan heili­ vág, og tann stóra vónin er at finna heilivág, sum kann basa HIV-sjúkuni. Í dag hava tey góðan heili­ vág, sum kann virka fyri­ byrgjandi móti AIDS. Politikken skrivar, at tað er týdningarmikið, at sjúkan verður staðfest skjótast gjørligt, so at sjúklingurin kann móttaka heilivág skjótast gjørligt, tí at tá virkar heilivágurin best. Í Danmark verður eitt krusifiks stillað upp framm­anfyri dómkirkjuni í Keypmannahavn í sam­ band við AIDS-dagin. Á krossinum hongur ein genta, sum er við barn. Listarverkið er ein atfinning móti politikkinum hjá Vatikaninum og Bush um fyribyrging. Jens Galschiøt hevur gjørt krusifiksin. - heinik Altjóða AIDS-dagur