Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 233 - 1. desember 2006 tíðindi »Loystur úr fjøtrum - um skaldskapin hjá Heðini Brú« er heitið á nýggjari bók eftir Jógvan Isaksen Bókaútgáva Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Heðin Brú man enn sum áður vera Føroya mest lisna og umhildna skald. Tað finst valla mansbarn, sum ikki hevur lisið fleiri av hansara skaldsøgum og stuttsøgum. Og tey, sum hvørki hava lisið hann av egnum huga, ella tí lærarin hevur álagt teimum tað, eru kortini ikki sloppin undan at kunnast við stóran part av ritverkinum hjá honum, tí hann hevur verið so nógv lisin í útvarpinum. Hartil er »Feðgar á ferð« kosin at vera aldarinnar skaldsøga í føroyskum bókmentum. Permumyndina hevur Rasmus Rasmussen klipt, og í fyrstani var ætlanin at fáa eitt klipp úr Skálavík, men so samdust vit um, at Heðin Brú hóast alt hevði búð í Havnini meginpartin av lívinum, og at tað var her, at tær flestu av bók­ unum vórðu skrivaðar. Tí er tað motiv úr gomlu Havnini, sum er á permuni. Íblásturin til meginpartin av skaldskapinum fekk høvundurin úr Skálavík, men sum hann sigur frá í »Endurminningum«, tá ið bygdarmenn spyrja hann, hvussu leingi hann skal búgva í Havn: »Til eg doyggi, haldi eg«. Tað var nevniliga her, at hann av álvara varð loystur úr fjøtr­um. »Loystur úr fjøtrum« er roynd at fara ígjøgnum skaldskapin hjá Heðini Brú við so einføldum amboð­ um, sum til ber. Dugir tú at alasynera? TRYGD leitar eftir fólki til analysudeildina. STARVIÐ Talan er um áhugavert starv, har summar av uppgávum tínum verða at standa á odda fyri verkætlanum, gera tryggingarviðkomandi analysur, menna og viðgera hagtøl og dátugrunn, byggja upp og reka rapporteringsskipan og at tryggja góðskustøðið í bygnaðinum. TÚ Tú hevur hægri útbúgving í búskapi ella roknskapi, trý til fimm ára starvsroyndir í búskapi og rapportering, góðan KT-kunnleika og dugir væl føroyskt, enskt og danskt. Tú dugir eisini væl at raðfesta og at halda ásettar freistir, sært tað skilagóða í broytingum, ert framtøkin, arbeiðir sjálvstøðugt og hevur analytiskan sans fyri tølum og handli. UMSÓKNIR OG STARVSSETAN Starvið verður sett sambært sáttmála við Finansforbundet. Vit vilja seta starvið sum skjótast, men eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Skrivlig umsókn við curriculum vitae og viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi innan 11. desember 2006. Send umsóknina til P/f Trygd, Att.: Ali Celebi, Gongin 7, Postboks 44, 110 Tórshavn, ella til ace@trygd.fo. R E P R O Z lES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRYGD.fO UMSÓKNARfREIST ER 11. DES. 2006 SOlEIÐIS ER TRYGD TRYGD er ein skjótvirkin og slóðbrótandi fyritøka, ið mangan setur dagsskránna í føroyska tryggingarheiminum. TRYGD grundar virksemi sítt á dygd, skjóta avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og lønsemi. TRYGD er eisini ein sterk og framlítandi eind, ið veit, hvussu týðandi tað er at geva fjølbroyttum og skapandi menniskjum rásarúm. Hjá TRYGD starvast 30 fólk, og vit umseta í dag fyri meira enn 70 mió. krónur um árið. TRYGD bjóðar tær góðar møgu- leikar fyri yrkisligari og persónligari menning í einum virknum og nýskapandi toymi. Tú verður við til at flyta felagið inn í framtíðina, og vit síggja tínar persónligu dygdir sum ein týðandi lut í at gera TRYGD enn sterkari. Kemur tú við? Nýggj bók um Heðin Brú JÓGVAN ISAKSEN LOYSTUR ÚR FJØTRUM UM SKALDSKAPIN HJÁ HEÐINI BRÚ MENTUNARGRUNNUR STUDENTAFELAGSINS Loystur úr fjøtrum. Um skaldskapin hjá Heðini Brú. Jógvan Isaksen Permuklipp: Rasmus Rasmussen. Mentunargrunnur Studenta­felagsins 250 blaðsíður 290 krónur Í nýggju útgávuni av Nordic Statistical Yearbook, ber til at samanbera mangt og hvat Norðurlandanna millum. Eitt nú vísir ein uppgerð, hvussu leingi fólk liva, og her síggja vit bæði munir og líkleikar millum londini Samfelag Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Um vit samanbera livialdurin í Norðurlondum, er tað fyrsta vit leggja til merkis, at tann grønlendski livialdurin er so nógv lægri enn í hinum Norðurlondunum. Meðan nýfødd dreingjabørn í hinum Norðurlondunum kunnu rokna við at gerast eini 75 ár og gentubørn 80 ár, so kunnu grønlendsku nýføðingarnir bert rokna við at gerast ávikavist 65 og 70 ár. Miðallivitíðin er sostatt heili 10 ár styttri enn í hinum Norðurlondunum, sigur Hagstovan á heimasíðuni. Vandar í Grønlandi Orsøkin er tann, at í Grønlandi er vandin fyri at doyggja á ungum árum væl størri, men tølini siga ikki í sjálvum sær nakað um, hví so er. Talan kann bæði vera um sjúku ella vanlukku, men vanligt er tó at rokna við, at miðallivialdurin í einum landi sigur nakað um almennu heilsustøðuna. Livialdurin veksur skjótari hjá mannfólki Eitt týðiligt rák er, at miðallivialdurin er vaksandi, bæði hjá mannfólki og konufólki. Hóast konufólkini yvirhøvur gerast eldri enn mannfólk, so minkar hesin munurin sum tíðin gongur, tí livialdurin hjá mannfólki veksur skjótari enn hjá konufólki. Serliga tey álendsku tølini sveiggja tó nakað, tí tey eru roknað út frá so lítlum fólkatalsgrundarlagi uttan - sum tey føroysku og grønlendsku tølini - at vera roknað sum miðaltøl fyri fleiri ár. Føroyar miðskeiðis Annars síggja vit á tølunum, at Føroyar liggja nakað miðskeiðis millum hini Norðurlondini bæði hjá mannfólki og konufólki. Av mannfólkunum verða íslendingarnir elstir. Teir kundu í 2005 rokna við at gerast gott 79 ára gamlir. Millum konufólk lógu tær álendsku fremstar og kundu í 2004 vænta at verða 84 ár. Í ríkisfelagsskapinum liggja Føroyar á odda bæði hjá mannfólki og konufólki. Í Føroyum var livialdurin hjá mannfólki í 2005 77 ár og hjá konufólki var hann gott 81 ár.Tað er vert at geva gætur, at livialdurin hjá donskum konufólki er munandi lægri enn í hinum Norðurlondunum, Grønland undantikið. Miðallivialdurin í Føroyum tann størsti í ríkinum