fríggjadagur 1. desember 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 1. desember 2006
7
tíðindi
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið
tvær serligar bøkur út við spøkilsissøgum, sum
eru nýskrivaðar og grundaðar á nútíðina
Lag til rættis: Rigmor Dam
Sig mær eina óhugnaliga søgu
50.000 kr til besta
sangskrivaran
Norðurlandahúsið fer í vetur at skipa fyri einari sangskrivarakapping.
Endamálið er at fáa føroyskar tónleikarar at smíðja nýggj løg.
Vinningurin er 50.000 kr. sum eru oyramerktar til eina tónleika
framleiðslu. Hetta kann t.d. verða ein nýggj studioupptøka, ein
fløguútgáva eitt nýtt videolag o.s.v..
Treytin fyri luttøku er, at løgini ikki skulu vera útgivin til sølu áður,
men í aðrar mátar er mest sum púrasta frítt spæl. Vinnandi lagið fær
umframt peningagávuna eisini møguleika at verða framført á palli, tá
AME finalan verður tann 14. apríl.
Mánadagin 4. desember
kl. 19.30 verður limafundur
í Giktafelagnum í MBF-
húsunum. Giktalæknin Pero
Zoré heldur fyrilestur um
giktarsjúkuna urinsýrugikt.
Eftir
fyrilesturin
er
jólahugni,
har
felagið
bjóðar drekkamunn, gløgg
, jólakøkur o. a. afturvið.
Undirhald verður, og
luttakararnir fara eisini at
hugna sær við at syngja
jólasangir.
Limir kunnu bjóða øðrum
við, og øll eru vælkomin.
GIKTABLAÐIÐ
fyri
2006 er komið, tað verður
latið limum og áhugaðum
ókeypis.
Um onkur umhugsar at
tekna seg sum lim, er høvi
til tað.
Limagjaldið
er
200
kr. fyri hjún, 150 kr. fyri
einstaklingar og 500 kr. fyri
feløg og stovnar.
Jólakort við føroyskari
list fáast til keyps frá
felagnum hetta kvøldið og
annars, tá skrivstovan er
opin týsdagar og hósdagar
kl. 13 – 16 ella við at
ringja til Giktafelagið tlf.
310237.
Karaoke-finalan
verður fríggjakvøldið
Nú er greitt, hvørji tey seks verða, sum skulu royna
seg í finaluni í karaoke-kappingini, sum Glitnir
hevur skipað fyri seinastu vikurnar. Seinasta
undankappingarumfarið var hóskvøldið í farnu viku,
og í annað kvøld verður so finalan á skránni. Hara
fara Allan Davidsen, Andreas Arge, Bjarni Bogason,
Iman Fadie, Mikkjal Viderø og Sólvá Ford at dystast
um høvuðsvinningin.
Spøkilsið sum flenti
Bókadeild
Føroya Lærarafelags
Edward Fuglø hevur
myndprýtt føroysku
søgurnar
266 blaðsíður
210 krónur
Bókin »Spøkilsið
sum flenti« er
úrslitið av eini felags
norðurlendskari verk
ætlan, sum er endað
við 13 (sjálvandi!)
spøkilsissøgum
úr øllum
Norðurlondum.
Her eru bæði
kendir og ókendir
rithøvundar, og allar
søgurnar eru so hátt
aðar, at tað rennur
tær kalt niður eftir
bakinum.
Savnið er ætlað 9 – 12
ára gomlum børnum og
er eindømi av sínum slag,
av tí at hetta man vera
fyrstu ferð, at øll átta mál
ini í Norðurlondum eru
umboðað.
Hugskotið til savnið kom
á bókamessu í Bologna
í 2004, har norðurlendsk
bókaforløg gjørdu av at
fara undir eina verkætlan,
sum skuldi enda við eini
bók við nýskrivaðum
spøkilsissøgum.
Í Føroyum varð kapping
um at skriva spøkilsissøgu,
sum kundi umboða
Føroyar í savninum.
Trý og tretivu søgur
komu inn, og tvær teirra
vóru valdar út til savnið,
Spøkilsið sum flenti. Tað
eru søgurnar Ver ikki
bangin hjá Sámal Kristian
Jacobsen og Óvitar hjá
Sólrún Michelsen.
Í savninum eru fimtan
søgur, øll londini eru
umboðað við tveimum
søgum hvørt, uttan
Grønland, sum hevur eina
søgu. Til allar søgurnar
hava teknarar úr ymsu
norðurlondunum gjørt
myndprýðingar.
Myndprýðingarnar til
tær føroysku søgurnar
hevur Edward Fuglø gjørt.
Bókin er eitt valaverk,
innbundin og í litum,
permumyndina til føroysku
útgávuna hevur Salla
Savolainen gjørt. Aftast er
frágreiðing um høvundar
og myndprýðarar.
Svartideyði og aðrar
spøkilsissøgur - føroyskar
spøkilsissøgur
Bókadeild Føroya
Lærarafelags
Tekningar: Jóhannes
Lamhauge
98 blaðsíður
165 krónur
Av teimum trý og
tretivu søgunum,
sum vóru latnar inn
til søgukappingina,
sum Bókadeildin
skipaði fyri, vóru
fleiri væl skrivaðar
søgur, sum vóru
betur egnaðar til
eldri lesarar. So
gjørt var av at
lata eitt savn út
við nýskrivaðum
spøkilsissøgum
fyri ung.
Tað gjørdist
so til eitt savn
við tíggju
søgum. Tey,
ið skrivað
hava eru:
Gitte Klein,
Øssur Winthereig, Arnbjørn Ó.
Dalsgarð, Dánial Hoydal, Steintór
Rasmussen, Rakel Helmsdal,
Vónbjørt V. Linjonsdóttir,
Edmund Joensen, Firouz Gaini
og Valdemar á Løgmansbø.
Jóannes Lamhauge varð biðin
um at gera tekningarnar, og tað
er hann sloppin sera væl frá.
Tær svørt/hvítu tekningarnar
gera søgurnar óhugnaligar, ja,
eru næstan ræðsluvekjandi.
Aftast í bókini er frágreiðing um
myndprýðara og høvundar.
Limafundur hjá Giktafelagnum
Nú kvøldini eru myrk og long, ber til at gera tey meira
spennandi og ógvuliga óhugnalig við at lesa hesar
føroysku spøkilsissøgurnar. Gamalt hevur verið at siga
frá óhugnaligum hendingum. Søgurnar eru ivaleyst
komnar í av løgnum og skakandi hendingum, sum ikki
bar til at geva fullfíggjaða frágreiðing um, væl stuðlað
av at fyrr hevur verið myrkt og óhugnaligt um kvøldið
og náttina. Einsemi og at ganga einsamøll og lata
óhugnaligar kenslur fáa tamarhald á sær, hevur eisini
gjørt sítt til, at fólk eru farin at siga frá óhugnaligum
søgum um spøkilsi.
Spøkilsið sum flenti
Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
- føroyskar spøkilsissøgur