Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2006 9 tíðindi fyri og tyngt av skuld. - Fyri 10 milliónir hevði borið til at havt eina pro­ fessio­nella umsiting í Suðuroy við løgfrøðingum, búskapar­frøðingum, teknisk­ um starvsfólki o.s.fr. - Og tá hevði enntá peningur lopið av. Í hesum sambandi legg­ur hann afturat aft­ aná fyri Sosialinum, at vanliga verður sagt, at ein løgfrøðingur, búskapar­ frøð­­ingur ella annar aka­ demikari, kostar 500.000 krónur um árið. So kann ein og hvør hugsa sær, hvørji størv kundi verið sett á stovn fyri ta upphæddina, sum umisitingin kostar í dag. 100 milliónir at menna oynna fyri Tað er ongin loyna, at Jacob Vesterggard er heitur talsmaður fyri at leggja alla Suðuroy í eina kommunu. - Savnast øll Suðuroy í einari kommunu, kann hon fáa eina sterka umsiting. Men allir suðuroyingar eiga eisini at vera førir fyri at seta seg við sama borð og leggja útbyggingar til rættis á ymsum økjum, bæði mentanarliga, vinnuliga og á ítróttarøkinum. - Tað er sera umráðandi at allar fíggjarligar kreftirnar í teimum sjey kommununum, verða savnaðar og brúktar til felags besta fyri Suður­ oynna sum heild. Hann heldur, at endamálið er at fáa meiri burturúr tí samlaða fíggjarliga til­ feingi, sum er til taks, so at Suðuroy kann lyftast upp. - Suðuroy hevur stóra skuld, men tað kann tykj­ ast órættvíst, at summ­ ar kommunur hava brúkt nógvan pening til útbygg­ ingar, sum borgarar úr øðr­ um kommunum njóta gott av, sum ikki betala skatt í teimum kommunum, sum hava gjørt útbyggingarnar. - Í mínari verð er onki so natúrligt, sum at øll Suðuroy verður savnað í eina kommunu, so at vit standa sum ein maður út­eftir, legði hann afturat. Hann vísti á, at verða allar kommunrunar í Suðuroy lagdar saman, hevur hendan eina kommunan góðar 100 milliónir at arbeiða fyri um árið og at menna oynna við. - Er ætlanin at byggja mentanarhús, fót­bólts­stadi­ on ella annað, byggjast, hevði orka verið til tað í nógv størri mun enn hvør einstøk komma hevur nú. - Og verður øll oyggin løgd saman, verður skuldin hjá Suðuroyar Kommunu 0,79 álíkning, ella minni enn eina álíkning. Størri eindir ein fortreyt Landsstýrismaðurin í inn­ lendismálum vísti á týdn­ ingin at skapa størv í Suður­ oy so at fólk við útbúgving høvdu nakað at koma aftur til. Í dag hava teir suður­ oyingar, sum fáa sær út­búgv­ing, lítið og onki at koma aftur til, men hetta er eisini ein spurningur, sum landsstýrið arbeiðir við. Men hann hevur fyrr nevnt, at skulu fleiri málsøki leggjast frá landinum undir kommunurnar at umsita, er tað ein fortreyt, at øki leggja saman í størri eindir, so at tey verða førar fyri at átaka sær eina økta umsiting og soleiðis, at Suðuroy kann verða umsitin úr Suðuroy og ikki úr Havn, sum nú. - Størsta vonbrotið eg hevði sum borgarstjóri í Runavík, er manglandi dirvi hjá landsstýri og Løgtingi at geva kommununum fleiri uppgávur at umsita, segði gamli borgarstjórin í Runavík, Rodmundur Nielsen Kommunu­ politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er onki uttan toku­ tala, tá ið politikarar í lands­stýrið og Løgtingi hava tosað um at leggja ymisk málsøki undir komm­ununar at umsita. Tað staðfesti gamli borg­ ar­stjórin í Runavík, Rod­ mundur Nielsen, á borg­ arafundi í Vági í farnu viku. Hann segði, at hann hevði verið í býráðspolitikki í seks ár. - Størsta vónbrotið eg havi havt í politikki, er manglandi dirvi hjá politikarum í landsstýri og í Løgtingi, at leggja fleiri uppgávur undir kommunurnar at umsita. Tað hevur mangan ver­ið ført fram, at leggja komm­ unur saman, skulu tær fáa fleiri uppgávur at umsita. Men politiskt hevur eis­ ini leingi verið tosað um at leggja fleiri málsøki undir kommunurnar at um­sita fyri at menna økini kring landið. Tosað hevur verið um eldraøkið, fólkaskúlin o.s.fr. Og Rodmundur Nielsen helt, at høvdu politikarar víst størri dirvi at leggja øki undir kommunurnar, hevði tað skundað undir eina kommunusamanlegging. - Tá ið vit við Skála­ fjørð fóru at tosa um sam­an­legging, sóu vit í hvussu so er fyri okkum, at tað fór at henda nógv meiri á hesum øki, legði hann afturat. - Tað tók ótrúliga langa tíð at fáa barnaverndarøkið undir kommunurnar, men enn hevur dirvið ikki verið til at leggja fólka­­ skúlan, eldra­økið undir komm­unurnar, eitt nú heima­røkt, o.s.fr. Tað hevur heldur ikki verið dirvið til at leggja musikk­ skúlaskipanina undir komm­unurnar. - Hví skulu kommun­ urnar í Suðuroy liggja á knøunum í menta­mála­ráð­ num fyri at fáa tímar til musikkskúlan. Hví skal ein lærari norðaneftir sigla í tveir tímar við Smyrli at undirvísa í tríggjar tím­ar í harmoniku ella í blokkfloytu í Suðuroy. - Tað er heilt við síð­ urnar av. Rodmund Nielsen helt, at tað var sjálvsagt, at musikkskúlaskipanin varð løgd undir kommunurnar, tí so kundu kanska ein­ ir tríggir, fýra musikk­ skúlalærarar verðið settir í starv í Suðuroy. Rodmundur vón­brotin av manglandi dirvi Tá ið politikarar tosa um at leggja ymisk øki undir kommunurnar at umsita, er tað onki uttan tokutala, staðfesti Rodmund Nielsen gamli borgarstjórin í Runavík, á borgarafundi í Vági í farnu viku ingum 14 milliónir um árið fáa meiri kjøt á kunnu seta seg niður at tosa saman. Vágbingar stúra fyri, at verður øll oygg­ in ein kommuna, rýkur kommunuskrivstovan av bygdini og TB’arar stúra fyri, at verða fótbóltsfeløgini løgd saman, missa tey fót­ bóltin av Tvøroyri. - Tí er manglandi álit størsti trupulleikin í Suðuroy og vit koma ikki víðari, fyrrenn vit seta okkum saman at byggja álitið upp ímillum partarnar, segði Dennis Holm. Listi við fyrimunum og vansum Jógvan K. Mørkøre, bygda­ ráðslimur á Eiði, tók fult undir við hesum. Hann helt, at tað fyrsta,sum var at gera, er at seta fyrimunirnir og vansarnir við samanlegging, svart á hvítt. - Men tað havi eg ongan­ tíð sæð enn, legði hann aftur­at. Kirstin Strøm Bech, borg­arstjóri í Vági, helt, at orsøkin til, at ongin hevði sett fyrimunir og vansar upp, kundi vera tann, at tað var so ómetaliga torført at siga frammanundan. - Eg haldi, at mangan ber ikki til at síggja ávirkanina, fyrrenn aftaná, segði hon. - Men hon vísti eisini á, at á borgarafundinum høvdu tveir mans við royndum av samanlegging, greitt frá, at teir høvdu bara góðar royndir av at leggja saman. Talan var um Rodmund Nielsen, sum var borgarstjóri í Runavík og Heðin Zacha­ riasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, sum hildu, at samanlegging í teirra økj­ um hevði verið ein stórur fyrimunur. - Størsti trupulleikin í Suðuroy er manglandi álit og vit koma ikki víðari, fyrrenn vit seta okkum saman at byggja álitið upp ímillum partarnar, segði Dennis Holm, her vm í kjaki við Hilmar Høgenni úr innlendismálaráðnum í miøjuni og Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda Kommunu Kommunurnar í Suðuroy kundu brúkt pengarnar nógv betur, heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum