Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 233 - 1. desember 2006 At tað ikki stendur nakað serliga væl til á fólkaskúlaøkinum, er ongin loyna. Heldur ikki er tað nøkur loyna, at politiski viljin til at gera ábøtur á økinum er so lítil, at vit eru farin at ivast í, um tað ikki heldur er óvilji heldur enn vantandi fíggjarlig orka, sum er orsøkin til, at absolutt ongi politisk stig eru tikin, síðani skakandi úrslitið av Pisa- kanningini varð kunngjørt fyri skjótt einum ári síðani. Og við hesum meina vit ongin, tí tær neyðarsligu 9 milliónirnar, sum allur fólka­ skúlin fær aftrat í ár, fara í mestan mun til lønarhækkingar, tímar til serligan tørv, sum kortini høvdu verið játtaðir, og til eina telduverkætlan, sum vallað kollveltir skúlaverkið. Ein hin størsti trupulleikin í fólkaskúlanum hevur í mong ár verið næmingar, sum missa hugin at ganga í skúla, og í staðin forpesta tilveruna fyri hinar næmingarnar. Nú hómaðist ein glotti, við frálíka hugskot­ inum um at seta á stovn eftirskúla í Hvalba, fólkaskúlanum og Suðuroynni at gagni. Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við málinum, hevur gjørt eina ætlan, sum niður í smálutir útgreinar uppskotið, og ongin ivi er um, at hetta hevði verið eitt ómetaliga kærkomið og tiltrongt tilboð til skúlatroyttar næmingar. Hóast allar kommunurnar í Suðuroy høvdu heitt á landsstýrið um at játta teir fyrstu pengarnar til ætlaða eftirskúlan í Hvalba á fíggjarlógina næsta ár, verða tær fyrstu sjey milliónirnar til projektering av skúlanum ikki játtaðar og skúlabørnini mugu enn einaferð bíða eftir einum hóskandi tilboði. Og skúlin fyri øll verður aftur í ár til skúlan fyri ongan. Sosialurin Enn eitt afturstig fyri fólkaskúlan Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Til ta skriving, sum Dan R. Petersen hevur havt í bløðunum í seinastu dag­ arnar, skal bert gerast hesar viðmerkingar: Fyri tað fyrsta havi eg kunnað skjalprógvað, at tað, sum Dan skrivaði um okkara leiklut við kryvjimaskinum, er beinleiðis ósatt. Serliga groft er tað, tá sagt verður, at fiskimenn undir trýsti frá reiðara ikki hava fingið hjálp frá mær. Hesin stíl­ ur heldur fram í seinni greinum á ein sera niðrandi hátt. Annars hetta: Viðvíkjandi tøku av ísi v.m. Tá talan er um at taka ís og arbeiði millum túrar, eru greiðar reglur, sum eru grundaðar á, at FF ikki hevur møguleika fyri av sínum eintingum at vita, hvat fólk arbeiða mill­um túrar. Her hevur stýri­maðurin ábyrgdina av, at slíkt arbeiði verður uppgivið til reiðaríið. Um hetta ikki gevur úrslit, eig­ ur uppgerðin at verða send til FF, sum so tekur evt. rættarlig stig at fáa pen­ ingin. Tað er rætt, at Dan ofta hevur tosað um ístøku við okkum. Til seinastu sam­ ráðingar fyrst í 2005 varð hesin spurningur tikin upp við Reiðarafelagið, og var hann grundaður á, at menn eins væl vildu sleppa undan at verða órógvaðir av slíkum arbeiði millum túrar. Í sáttmálanum stendur ann­ars, at fiskimenn skulu bert gera skip út til nýggjan túr, um fólkatrot er á landi. Vísandi til hesa reglu varð gjørt eitt protokollat í 2005, sum segði, at ”tá skip er í havn skal manningini órógvast minst møguligt, tó soleiðis at neyðugt arbeiði verður gjørt”. Hetta protokollat, sum Dan saktans kann kanna sær, skuldi loyst møgulig ivamál á hesum økinum, og síðan havi eingin vent sær til mín um ístøku. TV 2 málið: Stórsigur hjá fiskimonnum, men skaðiligt sambært Dan Dan Petersen førir fram, at skrivingin hjá FF-blaðnum um ”almennu Føroyar” er bein­leiðis skaðilig fyri sjó­ menn. Eitt dømi um hetta, sum hann nevndi í loftmiðlunum tann 13. november, er TV2 málið. Hetta mál er bert eitt dømi av mongum um ta viðferð, sum fiskimenn fáa frá almennu Føroyum. Her var skipað fyri eini óhoyrdari herferð móti før­ oyskum fiskimonnum í donskum fjølmiðlum, fyrst í Berlingske Tidende og síðan í TV2. Boðskapurin var, at takk­ að veri donskum blokkstuðli válkaðu føroyskir fiskimenn sær í einum skattafrælsi, sum danskir fiskimenn ikki høvdu. Endamálið var greitt at fáa danskar politikk­ar­ar at leggja seg út í skatta­ skipanina hjá fiskimonnum, so føroyskir myndugleikar skuldu fáa eina undanførslu at leggja eftir fiskimonnum á hesum øki. Hetta virkaði beinanvegin. Kristian Thulesen Dahl, oddamaður í Dansk Folke­ parti, formaður í fólka­ tingsins fíggjarnevnd og sambært nýggjari uppgerð tann 5. maktfullasti maður í Danmark, kom beinanvegin við hóttan um at nýta blokkin sum jarnbrot fyri at steðga hesum eftir hansara tykki ”óskili”. Vit kundu prógva, at tíðindini vóru skeiv. Men at fáa skeiv tíðindi rættað í einum so mektigum miðli, er ikki bert sum at siga tað, sum tað er greitt frá í seinasta FF-blaði. Men tað lukkaðist eftir eini greiðari dokumentatión fyri, hvussu langt úti hesi tíðindini vóru, at fáa TV2 at taka tíðindini aftur, og síðan at fáa Thulesen Dahl at bakka. Hann ásannaði, at hann varð blivin villleiddur, og hann var so frægur maður at rætta seg eftir tí, og hann ynksti mær tillukku við sigrinum, tá vit seinni hittust í Havn. Tískil varð henda hótt­ an móti føroyskum fiski­ monnum avmonterað. Hetta skuldi eg heldur fingið tøkk fyri enn hesa tileinkisgering av mínum innsatsi at verja áhugamálini hjá fiski- og sjómonnum. Aftaná hetta hevur ikki kvett í DF um at leggja seg útí føroysk viðurskifti. Hetta er eitt prógv fyri styrkina hjá FF við ver­ andi leiðslu. Tað sama var í 1994, tá vit fingu Poul Nyrup Rasmussen at bakka frá kravinum um at oyðileggja inntøkutrygdina hjá fiskimonnum. Men nú stinga somu kreft­ ir seg upp aftur í Før­oyum, sum vilja beina bæði fyri inntøkutrygd og skatta­ skipan við somu ósakligu grundgevingum, og nú hava vit aftur verið noyddir at fara á barrikadurnar m.a. við at vísa grundgevingunum aftur. Júst hetta mál er ein sera góð lýsing av hugburðinum hjá ”almennu Føroyum” móti fiskimonnum, og sum fiskimenn eisini kenna, og sum vit eisini kenna í FF. Kann tað skaða fiski­ menn at verja teirra áhugamál? Nú metir Dan Petersen tað at vera til skaða fyri fiski­ menn, at vit verja teirra áhugamál í einum so av­ger­ andi spurningini sum hes­ um. Hetta eiga fiski­menn at leggja sær í geyma. Um nakar skal vera í iva, so var eg sjálvur við til at gjøgnumføra skatta­ skip­anina í 1997 sum sam­ gongutinglimur. Skaðiligt at verja skattaskipanina hjá sjómonnum! Óli Jacobsen