Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2006 11 Man skal ongantíð steina, tá man býr í glashúsi. Eg hevði lova mær sjálvum, ikki at vera forherðaður við Jan. Men tá hann soleiðis spælir mær kortini upp í hondina, verður freistingin ov stór. Teir menn, eg havi siglt saman við, hava gingið lítið upp í starvsheitir. Virðingin hevur ligið í tí arbeiði, ein hevur útint. Men tað er rætt, sum Jan sigur: eg eri lærari. Nýliga byrjaður aftur at undirvísa eftir 7-ára steðg. Fyri rættleikan skyld kann eg so eisini upplýsa, at Jan Højgaard er læraravikar! Eg vildi bara mett, at mín siglingstíð í sjófartsbókini, helst er fult so drúgv sum hon hjá Jan. Hon strekkir frá mínum 15-ára føðingardegi við jøvn­um millumbilum til hálv­an august í ár. Tað er eisini rætt, sum Jan sigur, at eg havi fingist eitt sindur við politikk. Tær royndirnar, vænti eg, kunnu koma mær til góðar í fakfelagsarbeiði. Jú, Jan og eg hava dystast fyrr. Tað var til síðsta løg­ tingsval. Tá søgdu veljarar sína meining. 19 atkvøður til Jan Højgaard og 327 til Dan R. Petersen. Tær 19 vóru ikki nokk til ein vara­ sess fyri Bill Justinussen. Bill var annars fyrstur í tinginum at reisa spurningin um at tvinga menn at taka livur. Tá eg at enda játtaði at stilla upp, var mín treyt, at eg onki vildi hava við uppstillingina at gera. Tað metti eg sum veikleikatekin. 7 skipsmanningar og 2 sóknarformenn standa aftan fyri uppstillingina. Tað eg veit, er ongin annar spur­dur. Setti Jan somu treyt fyri uppstilling? Út frá omanfyristandandi fakta, so meti eg framvegis, at ein atkvøða til Jan styrkir sitandi formann eitt sindur. Men tað mann fara at ganga kortini. Yvir og farin. Vit hoyra ofta okkara løg­tingsmenn og lands­ stýrismenn rópa eftir kapp­ing, tí hetta er gott fyri borgaran. Men er hetta eintýtt og altíð so­leiðis? Neyvan. Kapping gongur ofta upp á prís ella góðsku av tænastu ella bæði. Um ein útbjóðari av tænastum (t.d. flúgving millum Føroyar og útheimin) er einsamallur á økinum og ein kappingarneyti kemur afturat, so veksur samlaða útboði av tænastum til gagn fyri borgaran. Tað er rætt. Um nú báðir útbjóðarnir fara at kappast yvir prísin og tað gongur so harðliga fyri seg, at báðir fara um koll, hvat so? Her førdi kappingin við sær, at øll tænastan fall burtur og vit standa eftir við ongari flúgving. Hvussu gott var hetta fyri borgaran? Hvar er logikkurin nú? Og hvat kemur burtur úr øskuni? Eitt útlendskt felag. Hetta kemur mær fyri at vera kjarnin í málinum um føroyaflúgvingina í dag. Ein dugnalig leiðsla í okk­ ara flogfelag Atlantic Air­ ways hevur skilagott brúkt undanvindin seinastu 10 árini at byggja upp eitt eftir okkara viðurskiftum stórt, sterkt og væl virkandi felag til at røkja sambandi við útheimin. Felagið tykist at vera væl rikið og at hava eina skilagóða ætlan fyri vøkstri. Felagið hevur bygt upp so nógvar farleiðir og við einum sovornum týtt­ leika, at føroyingar kenna seg væl fyri tá í teir skulu út í heim at ferðast. Onkuntíð verður ferða­ seðilin hildin at vera í so dýrur, men í sama anda­ drátti verður ofta tikið til, hvussu góð tænastan í okkara flogfelag er. Og hetta hongur saman við m.a. prísin. Men ein høgur prísur hevur eisini havt eitt annað endamál og tað er at tryggja okkum eitt fíggjarliga sterkt felag, nú kappingin um føroyaflúgvingina verður givin leys komandi ár. Ætla vit okkum eitt føroyskt felag sum ein av útbjóðarunum av flogtænastum framyvir, so má tað vera eitt felag sum hevur styrkina at kappast við fremmandar útbjóðarar. Ein eginpeningur upp á kr. 137 mió. er góð lopfjøl at dystast frá. Hesin eigur ikki at verða tardur upp við innanhýsis kapping. Eitt nýtt felag hevur nú tikið kappingina upp við Atlantic Airways, men hevur ikki havt ta neyðugu undirtøkuna millum fólk ella hjá tí almenna. Nógv hevur verið tosað um illa valda byrjan, jánkasliga mark­­naðarføring og óhepn­ ar fráboðanir um vánaligu gongdina. Og tað er helst rætt. Men tá íð felagið nú fer út alment – sum í sjónvarpinum í gjárkvøldi – og leggur eftir kappingarneytanum fyri at brúka skitin am­boð, so dettur hetta aft­ ur á nevndarformannin. FaroeJet hevði fulla vit­ an um treytirnar frá tí al­menna, áðrenn teir fóru inn í hetta. At teir eisini kundu rokna við at fáa at vita framm­anundan, hvat íð kapp­ingar­neytin fór at gera er naivt at halda. Boðberin hjá FaroeJet í sjón­varpinum var ikki álitis­vekjandi. Bert álop á kappingar­neyta og tað almenna. Eingin visión, eingin argumentatión fyri hví vit skulu hava kapping á økinum. Eingin sannføring um, hví eg skuldi flúgva við FaroeJet. Kanska bert fyri kappingina skyld? At Atlantic Airways hev­ur svarað við at seta prísir niður fyri at verja sín marknaðarpart er bert natúrligt – eisini um tað skuldi ført til eitt undir­skot eitt ár ella tvey. Ver­andi marknaðarpartur skal vera støði undir eini lang­tíðar­ ætlan, sum tryggjar føroy­ ingum eitt sterkt flogfelag langt inn í framtíðina eisini. Her er nógv bygt upp, sum ikki má sindrast. Og tað má kosta tað tað kostar at verja hetta eina tíð. Um eg skilti sjónvarps­ sendingina rætt í gjárkvøldi, so helt nevndarformaðurin í FaroeJet, at Atlantsflog nýtti sína støðu sum tann sterkari parturin á ólógligan hátt. Hann helt at báðir partar skuldu verið samdir um at hildið prísin sum hann var. Hetta kallar man kartell og tað er í hvussu so er ólógligt. Eg gangi inn fyri kapping, men ikki fyri ein hvønn prís á øllum økjum. Og eg haldi, at vit her hava eitt øki, hvar vit ikki treytaleyst skulu hava kapping. Her drenar kappingin tvey føroysk feløg í senn – helst bert til fyrimuns fyri útlendsk feløg ið ætla sær inn á føroysku farleiðina. Eg leggi einki í at fáa eina ferð til Danmark í dag fyri hálvan prís og ikki sleppa heimaftur í morgin tí felagið fór á heysin um náttina. Tað fyrsta vit spyrja um er, um tað verður flogið – ikki bert í morgin ella næstu viku, men langt út í framtíðina, hvussu ofta um dagin ella vikuna og nær á degnum og síðani um um prísin – ikki øvugt. Mín niðurstøða er tí tann, at føroyingar eiga at standa saman um at fáa eitt so sterkt flogfelag sum gjørligt, sum er ført fyri at taka kappingina upp við tey stóru útlendsku feløgini komandi árini. Vit skulu flúgva inn í framtíðina við einum stórum og sterkum fugli í staðin fyri við tveim­ um skerdum. Tað hevði tí eisini verið skilagott áðrenn nakar bløðir út, at lati tað runnið saman millum bæði feløgini. Við at lagt tað besta saman úr báðum feløgunum kundi ein kanska rokna við at fing­ið okkurt uppaftur betri burtur úr. Eg ynski tykkum alla eydnu við tílíkum roynd­ um. Í tí heitasta kjakinum sum vit hava nú í heyst, kjakið um rættindi teirra samkyndu - eitt viðkomandi kjak - er alt ov nógv blandað við óviðkomandi “tilfar”, ella hvat ein skal nevna tað. Nógvar lygnir verða skaptar av hálvsannindum. Høvuðslygnin, sum fær mest tøð frá pressuni, er at løgreglan kann verja fólk uttan so, at tey eru samkynd. Til hesa fram­ leiðslu hevur pressan nýtt tveir polititænastumenn sum vitnir. Eg vildi nógv heldur hoyrt, hvat ovasta ábyrgdarfólk hevði at siga. Vilt tú vita nakað ná­greini­ligt, spyrst tú ikki lærlingin, men meistaran! Hevur Løgmálaráðið givið teimum taluforboð í hesum máli? Mítt ynski er, at løg­regl­ an skal meta øll tey sam­ kyndu at vera “miðalhampa­ føroyingar”, og harvið geva teimum ta verju, sum Mar­ sanna og Palliba fáa. Tað er hennara skylda. Ein onnur lygn er, at tað eru tey kristnu, sum eru móti teimum samkyndu. Nei, vit vilja, at samfelagið skal verja tey fullt út. Tað vit ikki vilja, er at kirkjan og samkomurnar skulu missa sítt trúarfrælsi og rættin til sjálvstýri. Men tað er júst ætlanin við lógaruppskotið. Vit síggja longu úrslitið í nógvum londum, har upp­ skotið er vorðið lóg. Ein, ið ikki lýgur, er úti­ setin, sum segði, at hann sjálvur gjarna kundi hugsað sær at flutt heimaftur, um umrødda lóg kom í gildi og skrásett parlag afturat kom í gildi hjá okkum. So kundi eg eisini ynskt mær, at tey ið eru ímóti Bíbliuni sum amboð í hes­ um kjakinum, sjálvi helt sær frá tí. Ein fyrrverandi tingmaður, sum var ímóti, at ein nýtti Halgubók í kjakinum, førdi seg sjálvan fram sum gudfrøðingur. Tá ið Jesus segði, at einki plásstrot var í himmalinum, tulkaði hann tað soleiðis, at trúgvin kundi vera tað ein sjálvur valdi. Tað tori eg ikki at satsa uppá. Men eg tori væl at lata verðsligt vera verðsligt, og lata Bíbli­ una leiða hjarta mítt. At enda vil eg nevna, hvat hevur plágað meg mest í hesum førinum, at hvørki kringvørp ella bløð hava tikið ábyrgd ta longu tíð, sum kjakið hevur koyrt. Tey hava selt eina vøru uttan at lýsa hennara veruliga inni­ hald. Eingin analysa hev­ ur verið, sum hevur hjálpt okkum at fata, hvat vit veru­ liga tosa um. Tað er gott, at fólk sleppa at bera síni sjónarmið fram, bæði lærd og ólærd. Tann partin hava tit gjørt rætt. Men eingin “lærari” er settur at “rætta uppgávurnar”. Eg vil sammeta tað vit klandrið, sum var millum Høgna og Tórbjørn. Sjálvt um fleiri aðrir menn, um­framt teir báðir, nevndu ítøki­ligar hendingar og skjøl, kom tað ongantíð fyri, at nakað tíðindafólk “kom okk­um til hjálpar”, soleiðis at vit vistu, hvat var satt ella ósatt. Eg minnist ta tíð, tá ið journalistar viðgjørdu mál. Men tá vóru teir í minsta lagi studentaskúlalærarar, og ikki áhugaleikarar. Væl veit eg, at fjølmiðlarnar, sum aðrar fyritøkur, hava pengar fyri neyðini, men nakrar dygdarvørur má tað vera pláss til. Jan Højgaard, valevni til formansvalið í Fiski­manna­ felagnum, loypir aftur á Útvarpið í Sosialinum og Dimmalætting 28. no­vemb­er. Fyrst fari eg at vísa aftur, at Útvarpið hevur havt nakran ágangandi “poli­ tikk” ímóti fiskimonnum! Jan Højgaard vísir á, at persónar og sam­felags­ bólkar hava i áravís lopið á fiskimenn í Útvarpinum, uttan at ein fiskimaður er sloppin at svara aftur. Í leitiskipan okkara yvir tíðindi og innsløg sæst, at ráð, bólkar og danska stjórnin hava mælt til at taka av stuðulsskipanir hjá fiskimonnum. Men formaðurin í Fiski­ mannafelagnum hevur aft­ ur ímóti lýst sjónar­miðini hjá fiskimonnunum væl og virðiliga. Hetta ger seg galdandi frá tí at danska stjórnin legði seg út í føroysk við­ ur­skifti í nítiárunum til visjónstorgið hjá Føroya Landsstýri herfyri. Tað harmar meg, um tað er so, at “fiskimenn ofta føla seg illa viðfarnar í ÚF”, sum Jan Højgaard sigur. Eingin fiskimaður, eg havi tosað við, er komin við slíkum atfinningum. Jan Højgaard skrivar aft­ur í hesi greinini, at Út­varpið og Dan R. Peter­ sen hava framt eitt til­ rættis­lagt álop á hann. Tað verður víst aftur einaferð afturat. Talan var um eina kjaksending, har tey bæði valevnini, sum markeraðu seg mest fyrst í stríðnum til formansvalið, vóru við. Harafturat heldur Jan Høj­gaard seg við vissu kunna siga, at Dan R. Pet­­ ersen hevur tætt til­knýti til Útvarpið. Mær vitandi hevur hann ikki nakað sum helst tilknýti til tíð­ indadeildina í Útvarp­in­ um. Ongan ágang ímóti fiskimonnum Tíðindaleiðari í Útvarpinum Jóhann Mortensen Lygnirnar standa við Thorbjörn Brochs Gøtu Atli Hansen Kapping gevur ikki sterkasta felagið Stutt viðmerking til Jan Højgaard Dan R. Petersen viðmerkingar