Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 233 - 1. desember 2006 Á landsfundinum hjá Fólka­flokkinum av­dúk­ aði formaðurin í Fólka­ flokkinum tað ótrúliga – at Fólkaflokkurin ar­beiðir betur saman við Sambandsflokkinum og fær meira burturúr saman við honum enn saman við Tjóð­veldis­ flokkinum. Tað er gott, at tað umsíðir rivnaði fyri eygunum á fyrrverandi “fullveldis” løgmanninum í Føroyum. At tað so hendi á sjálvum landsfundinum hjá Fólka­ flokkinum, tað ger hend­ ingina enn meira gleðiliga – tí harvið staðfesti An­finn Kallsberg, at hann og Fólkaflokkurin ikki sótu í samgongu við Tjóð­veldis­ flokkinum við tí endamálið at vinna føroyingum og Føroyum fullveldi. Men at endamálið var at góðtaka “neyðloysnir”, sum danska stjórnin legði fyri dagin. Spælið um valdið hjá Fólkaflokkinum. Tá fullveldissamgongan bleiv skipað, vóru vónir­ nar bjartar. Men tað skuldi tó vísa seg at vera ein tungur róður at rógva – tí Fólkaflokkurin segði eitt og vísti eitt annað. Øll minnast brotnar avtalur, og hvussu Anfinn Kallsberg nýtti løgmansembæti at verja sín egna persón. Sjálvstýrið og fullveldi fyri okkara land hevur so lítið at siga fyri Fólka­ flokkin, at eingin í hesum flokkinum himprast við at nýta frælsstríðið í kalda og eirindaleysa leikinum um at sleppa at sita í sam­ gongu og harvið halda seg framat “valdsfatinum”. Tað vísti seg, at flokkurin var ikki sinnaður at fremja ítøkiligu málini á fullveldisleið – tí er lætt at sita í hesari samgonguni og slúka alt sum verður sent til Føroyar til undir­ skrivingar. Danskir ráð­ harrar og danskir embætis­ menn fáa tað teir vilja frá sitandi samgongu og Fólkaflokkinum. Tjóðveldisflokkurin og semjurnar. Eg haldi tað er langt frá veruleikin, tá Anfinn Kals­ berg á landsfundinum sigur: “- Tann leisturin, vit nú ganga eftir í hesi samgonguni við yvir­ tøku­­lógini og uttan­ríkis­ politisku heimildarlógini, er sami leistur, sum vit arbeiddu við í undanfarnu sam­gonguni”. Anfinn Kalls­berg veit væl, at Tjóð­ veldisflokkurin ikki kann góðtaka at ein samgonga avreiðir avgerðarrætt til eina danska stjórn, sum henda samgongan hev­ur gjørt. “Vit halda okk­um til føroysku við­ merkingarnar”, segði An­finn Kallsberg tá lógir­ nar blivu samtyktar – men hvør veit um hesar við­ merkingarnar? Eru tær sendar ST – soleiðis sum Anfinn Kallsberg lov­ aði? Og hvat virði hava viðmerkingarnar í veruliga politiska lívinum? Tjóðveldisflokkurin gav seg nógv í seinastu samgongu – nógv meira enn hann skuldi gjørt. Og tað er ikki rætt at siga at Tjóðveldisflokkurin er “handlingslammaður”, tá talan er um stig á full­ veldisleið. Tað er einfalt ein spurningur um at telva seg fram til eina virðiliga loysn, har samráðingarnar eisini ganga føroyskum sjálvstýrisstríði á møti og ikki bara eru einvegis krøv og harraboð av Christiansborg. Tá er ikki talan um at vinna Føroyum og før­oy­ ing­um stig á fullveldisleið. Hví skuldi danir vera “snikk­­arar” til uppskot sum ger at teir missa vald í Føroyum...kom nú An­finn, tú kann ikki billa tín­um lands­monn­um slíkt skvaldur inn! Sigur nógv um Fólkaflokkin! Á landsfundi Fólkafloksins segði Anfinn Kallsberg eisini: “Tað sigur ikki so lítið um føroyskan politikk, at tað er lættari at vinna fram á sjálvstýrisleið við Sambandsflokkinum, enn við Tjóðveldisflokkinum”. Guð viti um Føroya fólk skal gráta ella flenna. Um formaðurin í Fólka­ flokkinum heldur, at eitt fullveldisstríð verður vunn­ið við at bakka og bakka og koma við undan­ førslum um ein “politisk­ an veruleika” og geva Tjóðveldisflokkinum skuld­ina, so eru vánirnar ringar fyri sjálvstýris hugs­ andi fólkafloksfólk. Frælsið verður ikki givið – tað má takast, eisini við samráðingarborðið – og at Fólkaflokkurin trívist, og heldur at danskt vald er í lagið – tað sigur ikki nakað nýtt um før­oyskan politikk, men eina og aleina nógv um Fólka­ flokk­in. Áki Andreasen Anfinn Kallsberg – avdúkar sam­bands­ muruna í Fólkaflokkinum Um Vinnuháskúlan (í fríum falli), undirvísing sum ikki riggar, kanningar av óreglusemi, felagið hjá (nøkrum fáum) maskinmeistaralærarum og vælmeinandi? ting­ menn, sum ikki tíma at seta seg rættiliga inn í viðurskiftini á skúlanum Tað eru nú tvey ár síð­ani Sjómansskúlin og Maskin­ meistaraskúlin vórðu lagdir saman í ein stovn við navninum Vinnuháskúlin og nýggjur stjóri settur. Ikki er lætt hjá starvsfólki, har summi hava arbeitt í 25 ár, at venja seg við nýggju viðurskiftini. Serliga broyt­ingin, har teoretiska frálæran fer fram í Nóatúni, meðan praktiski parturin er lagdur undir Krákugjógv, hevur verið trupul at svølgja hjá summum. Hetta seinasta hálvárið hevur skúlin næstan dag­ liga verið á breddanum í Kringvarpinum og bløð­ unum, og vanligi føroy­ing­ urin má hava fingið ta fatan, at talan er um ein stovn, sum er í upploysn, har anarki valdar og fíggjarligt óreglusemi meira er reglan enn undantakið. Serliga felagið hjá maskin­ meistaralærarum hevur verið nógv frammi í press­ uni, men eisini Maskin- meistarafelagið hevur givið sítt íkast til skrivingina, og í seinastuni hava tingmenn við Annitu á Fríðriksmørk á odda og henni á baki Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen og Bill Justinussen frá tingsins røðarapalli við avgjørdari rødd tosað um Vinnuháskúlan, sum er í fríum falli, har tól og útgerð fella í órøkt, meðan aðrir tingmenn hava verið meira moderatir í sínum við­ merkingum. Og vit mugu ikki gloyma Óla Jacobsen, men hann hevur annað at hugsa um í løtuni. Málið um uppsagnarhótta læraran man eisini vera kent av øllum føroyingum, og ført hevur verið fram, at orsøkin til ætlanarskrivið er, at hann hevur gjørt av at kanna ávíst óreglusemi viðvíkjandi øðrum lærara, sum í arbeiðstíðini skal hava fingið útbúgving á Fróðskaparsetrinum við fullari løn. Seinasta fríggja­ dag hevði 62 norður í út­varpinum frásøgn um upp­sagnarhótta læraran og gongdina í málinum við at kanna óreglusemi, og fekk ein ta fatan, at greinin í Oyggjatíðindi um júst sama evnið var komin heilt óvart á hann. Hetta fær nakrar av okkum at undrast stórliga, tí greinin í Oyggjatíðindi byggir júst á tilfar, sum hann hevur latið úr hondum. Men blaðstjórin á Oyggjatíðindi lýsti málið frá báðum síðum, og tí bleiv blaðgreinin ikki tann útspillingin, sum felagið hevði ætlað. Hesar “avdúkingar” sam­ an við áhaldandi tíðinda­ streyminum frá Felagnum Maskinmeistaralærarar um “støðuna” á skúlanum og fyrispurningum til lands­ stýrismannin í mentamálum frá tingmonnum hevur havt sína kraftigu ávirk­an má sigast. Bert ein um­sókn er komin til maskin­meist­ araflokkin, sum ætlandi skal byrja í januar, og bert tríggjar umsóknir til skipsføraraflokkin. Til­ gongd­in seinastu árini til SEQ CHAPTER \h \r 1maskin­meistara­útbúgv­ ingina hevur annars verið støðug og ligið um 15 – 20 næmingar hvørt hálvár. Skal sigast eitt sindur um Felagið Maskin­meist­ ara­lærarar, so er felagið stovn­að í 1998 sum fak­ felag hjá lærarum á Maskin­ meistaraskúlanum. Í “væl­ maktini” taldi felagið heil­ar 11 limir, men eftir ein kanska rokmiklan eyka­ aðalfund í juni 2005 meld­ aðu meira enn triðingurin (4 limir) seg úr felagnum, og í dag umboðar felagið uml. 6 lærarar. Hetta kann samanberast við, at á Vinnu­ háskúlanum í Havn starvast uml. 24 lærarar, harav 16 undirvísa maski­nmeistara­ næmingum. Tað er hesin lítli part­ urin uppá 6 lærarar, sum myndar ta skeivu upp­fatan av skúlanum, almenn­ing­ urin hevur í dag. Í send­ ingini 62 norður nú fríggja­ kvøldið úttalar lærari seg um trupulleikan at hava teoretiska frálæru eitt stað og praktiska frálæru eitt annað stað, um undirvísing, sum ikki riggar og útgerð, sum fer í órøkt. Hesin lær­ arin má úttala seg vegna nakrar av teimum fáu lær­ ar­­um, sum hansara fe­lag umboðar. Ikki er nak­að sum týður uppá, at naviga­ tións­lærararnir, sum eru meira enn helvtin av lærar­ unum, og vit tríggir maskin­ meistaralærarar, sum ikki longur eru í felagnum, hava stórvegis trupulleikar við frálæruni. Viðvíkjandi útgerðini á skúlanum undir Krákugjógv, sum lærarir ikki fáa løn fyri at viðlíkahalda, so eru tveir maskinmeistarar í starvi, sum m.a. viðlíkahalda starvs­stovuútgerðina til lítar. Hetta hava teir gjørt í áravís, annar í eini fimtan ár. Fyri fáum vikum síðani vórðu royndir gjørdar við dieselmotorunum, sum riggaðu av tí besta, og í sjón­varpstíðindastubba frá el-starvs­stovuni fekk ein heldur ikki ta fatan, at skúlin var í fríum falli. Skal ein nema eitt sindur við framtíðina, og vit eru nakrir sum velja at trúgva, at skúlin og maskinmeistara- og skipsføraraútbúgvingin hóast alt hava eina framtíð, so hevur verið gjørt eitt miðvíst arbeiði við at tillaga útbúgvingarnar til ta nýggju modulskipanina og fyrireika at lyfta útbúgvingarnar upp á bachelorstøði. Hesa tilgongd síggja vit framda í londunum kring okkum. Hetta setur størri krøv til lærararnar, men kemur eisini í síðsta enda at gagna næmingunum. So um leiðslan fær frið at gera sítt arbeiðið, og starvsfólkið arbeiðir saman um at fáa broytingarnar at rigga, er ongin grund at stúra. Hinvegin hevur ein sett sær fyri, at tað skal ikki rigga, ja so... Vinnuháskúlin Benadikt Joensen, Heðin Abrahamsen og Claus Thomsen Tað tykist sum, at einki mark er fyri, hvussu fúlur og destruktivur Dan R. Petersen er í síni herferð móti sitandi formanni í FF. Endamálið er at oyðileggja mítt trúvirði fyri ein og hvønn prís, hóast tað er ein spurningur, um hann er tann rætti maður at seta spurnartekin við trúvirðið hjá nøkrum sum helst. Nú rør hann uppundir, at valskipanin í FF er ”ill­ grunasom”, og tá viðtøk­ urnar stava frá míni tíð sum formaður, so er tað eisini eg, sum eri arkitekturin aftan fyri hesum. At fara so langt sum at sáa iva um valmannagongd er ótrúliga groft, og serliga tá tað verður farið so lætt um verunleikan sum her. Sannleikin er hesin: Tá eg gjørdist formaður í 1971 hevði felagið eina felagslóg, sum var nærum óbroytt, síðan felagið var stovnað. Hon var grundað á slupptíðina, tá allir fiski­ menn vóru heima í senn. Frá 1932 var skipanin tann, at hvør sýsla kundi stilla upp eitt valevni til formann, og tað var meiri­ lutin av sóknunum, sum her var avgerandi. Eisini var ásett, at sjálvt valið skuldi haldast innan 48 tímar í hvørji sókn, og førdi hetta til sera misjavna luttøku. Atkvøðuseðlarnir skuldu sendast til FF, og tann, sum atkvøddi, skuldi skriva navnið á sjálvan atkvøðuseðilin. Tá eg gjørdist formaður, fekk felagið eina heilt nýggja lóg. Viðvíkjandi valskipan vóru broytingarnar hesar: Manningar á skipum fingu møguleika at stilla upp. Meðan atkvøðuseðlarnir fyrr skuldu sendast til skriv­ stovu FFs, skuldu teir nú sendast til grannskoðara felagsins, og valini skuldu vera duld. Tað er beinleiðis ásett, at menn, sum eru burtur, skulu hava høvi at velja, og tí er freistin at velja longd eina 1 mánaða frá 1. januar til 1. februar. At fráboðan um upp­ still­ing verður send felags­ skrivstovuni er ein skipan, sum hevur verið galdandi síðan 1932, og eingin hevur fyrr reist nakran iva um mannagongdina, heldur ikki meðan eg havi verið formaður, og skrivstova FF hevur í míni tíð fyrr skipað fyri trimum formansvalum. Tað er tískil einki grund­ arlag fyri teirri hálvkvøddu vísuni hjá Dan R. Petersen, at eg havi snøggað eina valskipan til, sum gev­ur sitandi formanni stór­ar fyri­ munir. Tað er beint tvørtur ímóti við møgu­leikanum hjá kanska 100 manningum at stilla upp. Eisini ósannleiki um valskipanina hjá Fiskimannafelagnum Óli Jacobsen viðmerkingar