fríggjadagur 1. desember 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 1. desember 2006
13
Jákup Augustinussen,
ættaður úr Vági, búsit
andi í Hoyvík, andaðist
mikudagin 29. novemb
er, 54 ára gamal.
Jóhannes
Jacobsen,
vanliga nevndur Hanni,
Kollafirði, andaðist á
Landsjúkrahúsinum
mikudagin 29. novemb
er, 80 ára gamal. Jarðar
ferðin verður úr Lands
sjúkrahúskapellinum
sunnudagin 3. desember
kl. 13 í kirkjugarðin í
Kollafirði.
Kistan við Pólu Fridu
Heilman,
Tvøroyri,
fer úr kapellinum á
Suðuroyar sjúkrahúsi
fríggjadagin kl. 17 í
Salem.
Jarðarferðin
verður leygardagin kl.
13. Tey, ið vilja minnast
Pólu, kunnu lata Salem
á Tvøroyri eina pen
ingagávu; konta í pen
ingastovninum.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
2. desember fyllir Johan
Eli 70 ár. Hann er sonur
Olantinu
Vestantún
og
Danjal Johan Lisberg úr
Smiðjuni í Fámjun.
Johan Eli bleiv faðirleysur
11 ára gamal. Hann vaks
upp í ríkum umhvørvi í
Skálum. Mamman hevði
handil og stórt ognarhús
við 2 neytum og nógvum
seyði og part í Lítlu Dímun
og part í báti.
Alt hetta vaks Johan Eli
upp við og bleiv partur av
øllum hesum.
Johan Eli fór ungur á
háskúla bæði í Føroyum og
í Danmark og hevur hann
enn mangar vinir frá tí
tíðarskeiðinum.
Um 30 ára gamal byrjaði
hann at rógva út við Karessu.
Síðani fór keypmaðurin í
Skálum rættuliga til sjós.
Fyrst við m/s Gudmund og
seinnri við m/tr Phoenix,
har hann var kokkur líka til
í ár, 70 ára gamal.
Meðan Johan Eli hevði
við landbrúkið at gera, var
hann formaður eitt langt
tíðarskeið í Dímun og var
sera skilagóður og avhildin
formaður.
Johan Eli er giftur við
Margit f. Midjord og eiga
tey 4 dreingir og so didduna,
Kristionnu.
Johan Eli bygdi hús vest
uri á Ólavsbarekku. Tá
børnini vóru vaksin, fluttu
Margit og Johan Eli aftur
út í Skálar og fluttu inn
Vestantún, har hann hevði
havt nógvar góðar løtur
saman við mostrunum,
Kristinu og Kathrinu.
Síðani Johan Eli bleiv
pensionistur hava hjúnini
Vestantún verið hvørt summ
ar pensionistaferð. Tey hava
verið í Íslandi, í Týsklandi
og í Svøríki. Hann dugir
sær væl at umstilla seg til
pensionistatilverðuna.
Vit ynskja tær hjartaliga
tillukku og nógv góð ár við
Harrans signing.
Vinir
Johan Eli Skålum Lisberg í Hvalba 70 ár
Mánadagin 4. desember
byrjar Kitty May Ellefsen
sum býlingastjóri í SMS í
Havn. Kitty May er 38 ára
gomul, fødd í Miðvági og
býr Havn.
Hon hevur lisið vinnu
løgfrøði ella cand merc
(jur) á Handilsskúlanum
í Keypmannahavn. Ein
útbúgving sum er samansett
av vinnulívsrætti og vinnu
búskapi. Í sambandi við
útbúgvingina búði hon 6 ár
í Keypmannahavn.
Eisini hevur hon lisið eitt
ár í Aberdeen, har hon tók
Master of Law útbúgving
í altjóða vinnulívsrætti,
umframt at hon hevur lisið
leiðslu á Robert Gordon í
Aberdeen.
Hon
hevur
undirvíst
á Fiskivinnuskúlanum í
marknaðarføring og í rokn
skaparlæru, altjóða búskapi
og vinnulívsrætti á Handils
skúlanum í Havn.
Til 1. desember hevur hon
starvast á Menningardeildini
í Vinnumálaráðnum.
Ábyrgdarøkið í Vinnu
málaráðnum hevur verið
samanlegging av Menn
ingarstovuni
og
Ferða
ráðnum og vinnulóggávan,
sum arbeitt verður við at
dagføra.
Hon hevur verið forkvinna
í arbeiðsbólkinum, sum
landsstýrismaðurin hevur
sett at einskilja P/F Atlants
flog og P/F Føroya Lívs
trygging og forkvinna í
strategibólkinum 2015 um
íverksetan.
Kitty May Gift við Óla
M. Hansen stjóra í P/F
Fjarðahús. Børnini eru fýra
í tali:
Emmy 15 ár, Ronja 10 ár,
Jana 8 ár og Jens Eli 2 ár.
Kitty May Ellefsen:
Nýggjur býlingastjóri í SMS
Dagurin
2. november. Bibiana, deyð umleið ár 1367. Dóttir
ein keisarligan embætismann, Flavianus. Tá ið tað
upp, at dótturin var kristin, vórðu øll í húsinum tikin
av døgum. Bibiana stendur summastaðni skrivað
Viviana.
3. desember. Sveinur. Teir vita einki um halgimenni
við hesum navni. Norrønt navn ið merkir ungur
maður.
4. desember. Barbara, deyð umleið ár 300. Halgisøgan
sigur, at tann vakra gentan varð vorðin kristin, og
heidni faðir hennara stongdi hana inni í einum torni.
Hon vildi ikki ganga frá trúnni, og at enda læt faðirin
sjálvur hana hálshøgga. Navnið er grikst og merkir
fremmand.
75 ára føðingardagur
4. desember fyllir Judith M. Gudmundsson, Vágur,
75 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini inni á Bakka
leygardagin 2. desember.
Mánadagin 4. desember
byrjar Kitty May Ellefsen sum
býlingastjóri í SMS
Mynd: Jens Kristian Vang