fríggjadagur 1. desember 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 233 - 1. desember 2006
Góða mamma, tað kennist mær
ómetaliga tungt at sita her og skriva
nøkur minningarorð um teg, ið
brádliga og óvæntað - uttan langa
sjúkralegu - legði árarnar inn. Tað
er óskiljandi.
Saknurin er bara so stórur, og tú
hevur latið eitt stórt tómrúm eftir
teg. Tú fylti so nógv í lívi okkara,
tí tú vart altíð har fyri okkum. Tú
vart eitt so hjartagott menniskja,
og tú vísti kærleika til øll, sum tú
umgekst, soleiðis sum Guds børn
eiga at gera.
Mamma var dóttir Jóhonnu og
Sofus Debes og var elst av trimum
systkjum. Hini bæði eru Oddvør
og Óli.
Líka frá barnsbeini tók hon lut
í tí dagliga arbeiðinum. Og mangt
var at tríva í, tí nógv var jørðin í
húsunum, umframt handil og tele
fonstøð, so har kom dagliga nógv
fólk inn á gólvið.
Mamma vaks upp í einum trúgv
andi heimi, har kristindómurin var
ein natúrligur partur av gerandis
degnum. Hesa trúgv, sum hon sjálv
átti, bar hon víðari til mín og ommu
børnini.
Mamma lærdi okkum eisini at
leggja alt í Harrans hond, og tað er
ein tryggur grundvøllur at byggja
lívið á.
Mammusa lutur lá ongantið eftir.
Hon var sera arbeiðssom, ágrýtin
og røsk. Í skúlanum var hon sera
nærløgd og nom, og serliga væl
dugdi hon at rokna. Tað kom henni
rættuliga til góða í handlinum, tí
hon var sjáldsama kvik at rokna í
høvdinum.
Mamma hevði haraftrat so gott
minni sum fáur. Tað var neyvan
føðingardagur ella merkisdagur,
hon ikki mintist.
Lívstarvið hjá mammu gjørdist
at taka sær av øðrum. Fyrst hjálpti
hon foreldrunum, var síðani á
Eiði, til hon seinast í fimtiárunum
fór til Gøtu at tæna. Har birtist
stórur trúskapur húsanna millum,
ið hevur hildið sær til henda dag.
Mamma kom aftur til Gjáar í 1960
at passa handilin og hevði nógv við
hann at gera, til handilin læt aftur
nýggjársaftan 1992.
Mamma hevur sitið í kirkju
ráðnum í 40 ár - hon tók við
eftir abba. Meginpartin av hesum
árunum vaskaði hon eisini kirkjuna
og skúlan, til lívstráðurin brádliga
varð slitin. Stillisliga útinti hon
verk sítt – uttan nakað hóvasták.
Hon var trúføst og hjálpsom – altíð
klár við eini hjálpandi hond.
Mamma og pápi giftust 15.
desember 1963, og fingu tey meg.
Tað mundi komast av tí, at eg eri
einkardóttir, at mamma og eg fingu
eitt so serligt inniligt samband -
hon var ikki bara mamma, men
systir og vinkona samstundis. Hetta
ger sorgina upp aftur tyngri at bera.
Tað er kanska ringt hjá øðrum at
skilja, men eg sakni hana bara so
nógv, tí vit høvdu so nógv saman.
Tað fór ikki dagur, uttan at vit
tosaðu saman fleiri ferðir – men nú
er rødd hennara tagnað.
Eitt tað fyrsta, ið rennur mær
til hugs í sambandi við mammu,
var hennara góða hjartalag og
stóra umsorgan fyri øllum sínum.
Soleiðis tók hon við opnum ørmum
ímóti manni mínum, Jørgini. Tey
bæði høvdu eisini almikið til felags
av øllum bygdarlívinum og tí, sum
fyrifórst í bø og haga.
Henni untist ta gleði at fáa trý
ommubørn, og vóru tey hennara
eitt og alt - síggja tey trívast og
mennast og sleppa at gleða tey.
Altíð var hon tøk, tá ið brúk var
fyri eini hjálpandi hond.
Mamma var altíð klár at koma
suður at hjálpa, tá ið børnini vóru
sjúk - um tað so var tíðliga ella
seint. Visti hon t.d. um kvøldið, at
børnini vóru sjúk, ja, so kom hon
suður í fyrstu rutu morgunin eftir.
Soleiðis var mamma bara, altíð
klár at hjálpa og hugna – vaska og
baka, og hvør minnist ikki pannu
kakurnar.
Góða mamma, vit hava so nógv
góð minnir eftir teg, og tey fara vit
altíð at goyma í hjarta okkara. Tú
vildi okkum alt tað besta, og áhugin
fyri okkum øllum var ovurstórur,
og alt tað, tú gjørdi fyri okkum,
er nakað, sum ikki kann sigast við
orðum.
Børnini elskaðu, tá tú komst suð
ur til okkara, tey plagdu at spyrja,
nær omma kom suður aftur. Tey
elskaðu teg - og tú tey. Bara við at
vera tann tú vart, skapti tú henda
serliga hugnan rundan um teg –
altíð í tí stilla. Tú hoyrdi til, um tað
so var føðingardagur, ella hvat tað
so var.
Umsorgan tín fevndi tó nógv
longri enn til tínar næstringar, og
mong eru tey, sum hava notið gott
av tínum gestablídni og sitið væl
inni hjá tær.
Tú vart góð við Gjáar bygd, og við
tær er aftur ein bygdarmynd farin.
Vit sanna orðini hjá skaldinum:
“Har ljós brenna fá undir lágari lon,
sæst gjølla, tá eitt teirra slóknar”.
Tú livdi við og vart við í bygdar
lívinum. Tú spardi teg ikki – hvørki
inni ella úti. Tú átti tín sjálvsagda
lut í hoyggingini, í eplunum, hjá
seyðinum – ja, øllum.
Góði pápi, tú hevur siglt sum
sjómaður og kokkur alt títt lív, og
nú tú legðist uppi, gleddust vit um,
at tit bæði framhaldandi áttu nøkur
góð ár saman, men Harrans vegir
eru ikki okkara.
Mamma og pápi, tit vóru eini
fyrimyndarlig hjún – og eini fyri
myndarlig foreldur. Alt tað góða,
ið tit hava lagt niður í meg og míni,
er dýrabærur førningur á lívsleiðini
frameftir.
Tað er so nógv, ið bara er farið,
nú vit hava mist mammu. Tað er so
tómligt at koma norður, nú eingin
mamma er. Altíð komu mamma
og pápi út á trappuna at taka ímóti
okkum.
Mamma, mær leingist so illa eftir
tær – og serliga nú føðingardagur tín
5. desember er beint fyri framman
– jólini nærkast – familjan samlast
– og tín sessur er tómur.
Fyri júst einum ári síðan gjørdist
tú sjúk, men tað vardi okkum ikki,
at tað skuldi ganga so skjótt. Ikki
gramdi tú teg - men gleddi teg bara
at sleppa at arbeiða aftur og sleppa
út millum fólk.
Ikki dámdi tær at planleggja ov
nógv. Bara heilsan er, so gongur
alt, og mann skal vera glaður at
kunna arbeiða, plagdi tú at taka til.
Tað allar síðsta, tú gjørdi, var at
leggja teg í Harrans hendur. Tað
er gott at minnast - góð minnir
at byggja á, men saknurin er so
ómetaliga stórur bæði hjá pápa,
okkum og eisini hjá mostur og
mammubeiggja, ið nú hava mist
systur sína.
Góði pápi! Vit hugsa nógv um
teg, men vit gera sum mamma
gjørdi – leggja okkum í Harrans
hendur, so vinnur ljósið á myrkrin
um umsíðir.
Hvíl í friði góða mamma og takk
fyri alt.
Við hesum orðum lýsa vit frið
yvir minnið um mína elskaðu
mammu.
Góða mamma, tú ið lívið gav mær,
aftur koma barndómsdagar ei,
men tey ljósu minni, eg fekk
frá tær,
vilja lýsa mær á lívsins leið.
Meðan tú enn livir vil eg veita
hesa hjartans heitu tøkk til tín,
og av sonnum skalt tú altíð eita
heimsins besta mamma,
mamma mín.
dóttir tín Oda
Minningarorð um høgt elskaðu mammu mína
Hannelinu Joensen, Gjógv
f. 5. desember 1937 - d. 24. mars 2006
Føðingar
8. nov. 2006 fingu Jens Pauli & Ronja ein lítlan beiggja.
Hann viga›i 2625 gr og var 51 cm langur. Foreldrini
eita Marianna og Súni, og tey búgva úti á Hamarinum á
Argjum
5. november fingu Annbritt og Kim Klausen eina dóttur.
Hon var 39 cm. long og vigaði 1300 gr. Hon eitur Silja
Victoria Klausen.
17. november fingu Signe og Janus H. Jacobsen í Svendborg
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4000 gr.
21. november fingu Anni M. Jensen og Jacob Tihekari
Willumsen, Hvalba, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og
vigaði 3380 gr.
24. november fingu Anita og Jørleif Joensen, Strendur, ein
son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3650 gr.
25. november fingu Henning og Marjun Hansen,
Fuglafjørður, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði
2750 gr.
25. november fingu Hertha Jónsdóttur Simonsen og Rúni
Olsen Ellefsen, Sandavágur, eina dóttur. Hon var 54 cm.
long og vigaði 3550 gr.
26. november fingu Conny Simonsen og Eisenberg
Petersen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og
vigaði 3350 gr.
27. november fingu Annika W. Joensen og Hørður
Wardum, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og
vigaði 3900 gr.
27. november fingu Heidi og Páll Jacobsen, Runavík, eina
dóttur, ið eitur Sesilia Pállsdóttur Jacobsen. Hon var 55
cm. long og vigaði 4100 gr.
28. november fingu Hildur og Eyðun Samuelsen, Hoyvík,
tvíburar - dreingir. Tann eini var 49 cm langur og vigaði
2500 gr. og hin var 49 cm langur og vigaði 2440 gr.
28. november fingu Joan Joensen og Leif Hovgaard,
Tórshavn, eina dóttur og stóribeiggi Brandur eina
lítlasystur, sum var 54 cm. long og vigaði 4100 gr.
29. november fingu Ásbjørg Emilsdóttir Thomsen og Palle
Dam Nielsen, Skopun, eina dóttur. Hon var 48 cm. long og
vigaði 2500 gr.
29. november fingu Jórun og Høgni av Skarði, Tórshavn,
ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3500 gr.
29. november fingu Elisabeth og Petur Juul Johannesen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3850
gr.
30. november fingu Gunnvaldur Lützen og Tina Ragnu
dóttir á Velbastað, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og
vigaði 4100 gr.
nøvn