Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2006 15 Mentanarligt sam­ starv gjøgnum Norð­oyatunnilin: Havnarkórið og Suð framføra í felagskóri Händels Messias í Christianskirkjuni í Klaksvík og í Norður­ landahúsinum Tíðindaskriv At útbygda samferðalu­ kerv­ið, nú í seinastum við undirsjóvartunlum, skap­ar møguleikar til livi­ lig­ari og ríkari tilveru her í okkara fjalla- og oyggja­landi er eyðsæð. Hetta merkist á øllum sam­felags­økjum, vinnu- og hand­ils­lívið fær rúmari ræsur, ítrótta­lívið nýggjar møgu­leikar, og innan annað mentanar­virk­ semi eitt nú í tónleikinum er veingjabreiðið víðkað til størri avbjóðingar og krav­ miklari framtøk. Framførslurnar av megn­ arverkinum Händels Messi­as næsta vikuskifti eru dømi um hetta. Havn­ ar­kórið í Tórshavn og kvinnukórið Suð í Klaksvík hava her funnið saman í fyrimyndarligum samstarvi. Áneyðir hava tí eisini verið á at víðka um í manspartinum hjá Havnarkórinum, og úr­slitið er vorðið eitt so væl mannað kór, at tað kundi geva dirvi til at heita á solistar á altjóða støði uttanífrá um at verða við. Havnarkórið fylti fjøru­ti fyrr í ár, og er henda fram­ førsla sostatt ein tignarligur endi á kórsins virksemi í hesum jubileumsári. Suð, ið merkir veingja­ suð, hevur sítt støði í skúla­­kórarbeiði við Ósa­ skúlan í Klaksvík, Barna­ sang­skúlanum hjá Jógvani við Keldu og teim gitnu 17 Sangarunum. Við Stein­ vør Fonn sum leiðara hev­ ur kórið ment seg til at vera eitt av dygdarbestu kór­um í landinum. Kórið hevur eyðkent seg við sín­ ari fjølbroyttu skrá frá tí klassiska til tað nútíðarliga sum t.d. gospelsang. Við 17 satsum úr oratoriinum Messias á skránni og við Jóhannes Andreasen sum undirleikara hevði kórið væleydnaða uttanlandsferð til Skotlands seinastu pásk­ ir. Messias gjørdist soleiðis ein natúrligur bindi­liður mill­um Suð og Havnar­ kórið. Framførslurnar vera í Christianskirkjuni í Klaks­ vík leygardagin 9. de­sember kl. 17 og í Norður­landa­ húsinum sunnudagin 10. desember kl. 16. Havnarkórið og Suð framføra Händels Messias Suð í Klaksvík Havnarkórið Boð av deyða merkir sváran miss og sakn hjá avv arðandi og vinum. Í sínum virknu manndómsárum krøkti hervilig sjúka seg í Jákup Augustinussen; í aldri bert farin fýra ár um tey hálvthundrað. Hann, sum tungur í huganum skrivar hesi orð, hevði ta gleði at starvast saman við Jákupi í út við fjórðingsøld. Tjúgu ára gamal fekk hann lærupláss í landskassans roknskaparhaldi á Føroya gjaldstovu. Hesin dámligi ungi vágbingurin vísti seg at vera gløggur, arbeiðssamur og álítandi. Tær stóru arbeiðsbyrðarnar - kanska serliga í 80- árunum – sum vórðu lagdar á øll (tey ungu) á Føroya gjaldstovu, vóru mangan tungar at knógva, men Jákup bar seg ongantíð undan, hóast orsøk kanska kundi verið til tess. Vælgjørt, dygdargott arbeiði frá Jákupsa hondum í meira enn ein mansaldur, hevur sett spor eftir sær. Fyrst í 90-árunum fekk Jákup lokna hægri útbúgving í roknskapi, alt meðan hann gjørdi sítt arbeiði frá morgun til kvøld, og í 1992 gjørdist hann roknskaparstjóri í landskassans meginumsiting. Á gjaldstovuni verður saknur og stórur missur, nú Jákup er farin, men størstur er missurin hjá Olevinu og Rakul og Randi, tí svárt er at missa mann og pápa. Kanska er tað ein lítil uggi í sorgini, at góð minni følna ikki, og sum frá líðir, kunnu tey kveikja ljós í myrkrinum. Heri Mohr Jákup Augustinussen IN MEMORIAM nøvn TÍÐINDASKRIV Leygarkvøldið 9. desember kl. 20 verður skipað fyri hugnakvøldi við café í Porkeris skúla. Skráin verður fjølbroytt. Nógvur sangur við m.ø. Randi Nolsøe, Sigmund Andreassen, Óluvu Morten­ sen, Terja Nielsen, Ann­ gerð Hammer, Eddi Bech, Anniku og Sigrid, Finn­ bjørn Nielsen og Svannu Mortensen. Eisini kemur Suðuroyarkórið at luttaka undir leiðslu av John í Skemmuni. Lív Poulsen, ið virkar sum trúboðari í Senegal, kemur at greiða frá ar­beiði sínum og at vísa mynd­ir. Eisini verður felags­sangur, upp lestur og spurnar­kapp ­ ing. Kvøldið verður endað við einum bíbliuorði. Tiltakið er ókeypis og eru øll hjartaliga vælkomin. Hugnakvøld í Porkeris skúla