Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 233 - 1. desember 2006 tíðindi Við­gerðarstovnurin Heil­­brigd­ið há­tíð­ ar­held ur í dag, fríggjadagin 1. des­em­ber, sín 20 ára stovningardag. – Hesi ár hevur fel­ags­ skapurin givið 8000 fólk­ um eina betri lívs­góðsku og gjørt sam­fel­agsbyrður til stuðl ar, sigur Ingi Mohr, leiðari á Heilbrigdinum HEILBRIGDIÐ Rólant Waag Dam – Tann 1. desember í 1986 byrjaði Heilbrigdið sítt virk­sem­ið í Føroyum, og nú 20 ár seinni fæst sjón fyri søgn. Tað góða træið ber góða frukt og ringa træ­ið ber onga frukt. Tað er Ingi Mohr, leiðarin á Heilbrigdinum, sum greiðir frá. Í dag fyllir við­ger­ð­ar­ stovn­ur­in á Velbastað 20 ár sambært leiðaranum har, hevur Heilbrigdið havt stór­ an týdning fyri Føroyar og føroyska samfelagið. 3700 innleggingar – Í dag hava vit havt til sam­ans um­­leið 3700 innleggingar á Heilbrigdinum, sigur Ingi Mohr. Av hesum eru sjálv­andi ikk i øll 3700, sum gerast edrú, hóast tað hevði verið ynskiligt, men umleið tveir triðingar av teimum, sum koma í við­ gerð á Heilbrigdinum ger­ ast rúsfrí. – Eftir sína fyrstu viðgerð koma gerast 50 prosent edrú. So eru nøkur prosent aft­r­at, sum leggja av eftir fleiri viðgerðir, so samlaða talið er um 66 prosent, veit Ingi Mohr at siga, og leggur so aftrat, at úrslitini seinnu árini gerast alsamt betri. Hjálpt 8000 fólkum Heilbrigdið hevur hjálpt mong­um alkoholikara til at sleppa burtur úr trup­ul­ leik­um sínum. Og hjálpir tú einum alkoholikara, so hjálpir tú eisini avvarðandi hjá honum. – Tað hevur stóra ávirkan á so mong, tá ein gerst edrúur, tí tað eru so nógv, ið líða undir at ein av teirra nærmastu drekk ur. Hjálpir tú einum alkoholikara, hjálp­ir tú samstundis eisini fleiri av hansara nærmastu, og tilsamans meta vit, at vit hava givið 8000 fólkum eina betri lívsgóðsku, sigur Ingi Mohr. Alkoholisma drepur mest Heilbrigdið er tó ikk i ein­ asti viðgerðarstovnurin í Føroyum. Tí taka nakrir misnýt­arar møguliga av tilboði frá øðrum við­gerð­ ar­stovn­um her, men fyri restina, sum framhaldandi liva eitt lív sum aktivir al­ko­ hol­i­k­arar, er lagnan hørð. Ingi Mohr er eirindaleysur: – Teir, sum framhaldandi liva eitt lív sum aktivir al­k­ o­holikarar doyggja, tá teir eru millum 48 og 56 ár. Tað veit eg av royndum. Og tað er ikk i av livrasjúku ella øðrum sjúkum, vit van­ liga seta í samband við alk­o­holismu. Teir doyggja av hjartastop, sigur Ingi Mohr. Hann heldur, at sam­ felagsliga drepur alk­o­hol­ isma meiri enn nøkur onnur sjúka – bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Ikki skomm longur Á stórum merkisdøgum verð­ur ofta hugt aftur um bak, og vit spyrja Inga Mohr hvørjar broytingar hava merkt stovnin hesi 20 árini hann hevur virkað. – Samfelagið hevur fing­ ið ein øðrvísi hugburð mót­ vegis alkoholismu. Nú er fat­ an­in ikk i neyðturviliga, at al­kohol­i­karar eru neyðardýr. Tey eru menniskjur, sum tørva hjálp. – Tað er ikk i skomm, at vera alkoholikari, men tað er skomm at oyðileggja lív­ ið við alkoholi. At fara í viðgerð er klókskapur, sig­ ur Ingi Mohr. Hann vísir eisini á, at samfelagsliga og fíggjarliga hev­ur tað stóran týdning, at alkoholikarar koma burtur úr trupulleikum sínum. – Tað hevur veldigan týdn­ ing. Alkoholikarar, sum hava lagt av, eru ikk i longur ein byrða fyri samfelagið. Teir eru ein stuðul fyri sam­ felagið, og eru við at forma tað á ein positivan hátt, sig­ ur Ingi Mohr. Heilbrigdið 20 ár: Gjørt samfelagsbyrður Starvsfólk og avloysarar savnaði uttan fyri Heilbrigdið ein illveðursdag í vikuni Mynd: Jens Kr. Vang Ingi Mohr við eini skreytplátu frá S.Á.Á – ein viðurkenning frá íslendska bróðirfelagsskapinum Mynd: Jens Kr. Vang