Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2006 17 tíðindi Júst tað, at flyta seg frá at vera ein byrða til ein stuðul er ein kollveltandi broyting. Heilbrigdið sigur eisini í slagorðið sínum, at teir eru brúgvin til lívið. – Vit byggja brýr millum av­noktan og veruleika. Tað er við at viðganga veik­leik- ar, at vit gerast sterk, heldur Ingi Mohr fyri. – Vit byggja ikki á eitt kristið grund­ar­ lag, men vit prakt­i­ sera tað út frá sjey av tólv spor­um, sum umrøða and­a­ lig­­­heit í viðgerðini, sig­ur Ingi Mohr, ið eis­ini veit at siga, at Heil­brigdið hevur bet­ur úrslit enn fleiri onnur lond HEILBRIGDIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heilbrigdið brúkar Minn­ e­sota-fyrimyndina í sín­ um virksemi. Hetta er ein 12 spora viðgerð, og he­v­ur hon víst seg at vera við­gerðin, ið gevur best úrslit. Sum heitið á viðgerðini bendir á, so hevur hon sín uppruna í Minnesota, USA. Hagani kom hon til Íslands, og úr Íslandi kom so hesin viðgerðarhættur til Føroya. – Føroyar tóku sum eitt tað fyrsta landið í Evropa Minnesota-fyrimyndina til sín, so har vóru vit fyri ein­a­­ferð skyld ímillum tey fremstu, sigur Ingi Mohr og smílist. – Í hesum 12 spora við­ gerð­ar­háttinum, verður anda­lig­heit umrøtt í sjey av sporunum. Tí er tað ikki av tilvild, at fólk eftir viðgerðina á Heil­brig­d­i­ num, hava fingið eitt størri anda­ligari lív, tá tey koma aftur í gerandisdagin. – Vit byggja ikki á eitt kristið grundarlag, men vit praktisera tað út frá teim­um sjey sporunum, sum umrøða andaligheit. Ingi Mohr vísir á, at alkoholisma er ein and­a­ lig sjúka, har sjúk­l­ing­ur­ in leitar eftir eini heild­ar­ mynd av sær sjálvum. – Tí er andalig føði ein fortreyt, eins væl og mat- ur, sigur Ingi Mohr. Hann vísir á, at teir ikki taka dagar ímillum hvørt fólk eru baptistar, evangelistar, kirkj­ufólk ella okkurt heilt annað. – Tað týdningarmiklasta er, at fólk fáa sær eitt and­ a­ligt lív aftaná. Vit plaga at siga, at eftir viðgerðina skulu fólk hava tveir stavar at stiga seg til. Tann eini er andaligi stavurin, og hin er AA stavurin, altso at luttaka á AA fundum okkara, sigur Ingi Mohr. Onkur hevur kanska hug at seta spurnartekin við, um tað er neyðugt, at andaligheit spælir ein so stóran leiklut í viðgerðini. Ingi Mohr ivast ikki. – Í Føroyum er tað lætt­ ari at góðtaka, at and­a­ligi parturin fyllir so nógv í viðgerðini, enn tað er aðrastaðni. Tí hev­ur tað ikki verið nakar trup­ul­ leiki, og tað er eisini ein sann­ roynd, at vit her í Føroyum kunnu vísa á betri úrslit enn onn­ur lond, si­g­ ur Ingi Mohr. til stuðlar Andaliga lívið týdningarmikið Ein persónlig heilsan til Inga Mohr frá góða vin­mann­i­ num Father Martin, ein katólskur prestur í USA. Á mynd­ ini sæst Father Martin saman Jóhannes Páll páva II Ingi Mohr í New York hjá General Service Office, sum er stóra samskipanarorganið hjá AA-rum Stovnararnir av Heilbrigdinum, frá vinstru Ingi Mohr, Nanna Skála og Jákup Lindenskov Mynd: Jens Kr. Vang Núverandi nevndin frá vinstru: Eyðun Joensen, Per Persson, Rasmus Petursson, Sólrun Olsen, Jákup Lindenskov og leiðarin á stovninum Ingi Mohr Mynd: Jens Kr. Vang Ingi Mohr, Vígdis Finnbogadóttir og Nanna Skála í Heilbrigdinum á Velbastað, tá táverandi íslendski forsetin vitjaði í Føroyum