fríggjadagur 1. desember 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 233 - 1. desember 2006 ]
Toppdystur verður í
meistaradeildini hjá
kvinnum í flogbólti,
tá TB tekur ímóti ÍF.
Vinnarin kann leggja
mótstøðuliðið aftur
um seg í stríðnum um
oddasessin.
KVINNUFLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kappingin í meistaradeildini
hjá kvinnum hevur verið
sera jøvn í ár. Øll liðini hava
spælt upp ímóti hvørjum
øðrum, og í flestu dystun
um hava bæði liðini vunnið
okkurt settið. Í oddinum
liggja TB, Dráttur og ÍF
jøvn við 12 stigum og beint
í hølunum á teimum liggur
SÍ við 10 stigum.
Sunnudagin verður so
sannur toppdystur á skránni
í Trongisvági, tá ÍF vitjar
hjá TB. Gongdin hjá hesum
báðum liðunum hevur verið
góð í ár. Síðsta vikuskiftið
vann TB toppdyst á heima
vølli ímóti Drátti, so kvinnu
rnar av Tvøroyri hava fingið
best hugsandi upptaktina til
dystin ímóti ÍF.
ÍF hevur hinvegin ikki
fingið bestu upptaktina til
henda dystin. Mánakvøldið
blivu tær hølvaðar av á
Kambsdali, tá tær møttu SÍ,
og í undanfarna dystinum
vunnu tær við bit og slit á
KÍF í Kollafirði.
Hesi bæði liðini hava møtt
hvørjum øðrum eina ferð
fyrr í ár, tá tey møttust á
Kambsdali fyri góðum mán
að síðani. Her var ÍF betra
liðið, og tær vunnu dystin
3-1. Nú fær TB so nýggjan
møguleika at vinna á ÍF.
Megna tær hetta, so vera
tær framhaldandi oddalið í
bestu deildini, samstundis
sum tær kunnu leggja ÍF
aftur um seg. ÍF ætlar sær
eisini sigurin í Trongisvági,
tí tær eru í júst somu støðu
sum TB.
TB má tó metast at vera
favorittur til dystin, tí at
tær hava víst betri spæl enn
ÍF síðstu dystirnar, og haraf
turat hava tær vunnið allar
dystirnar í Trongisvági í ár.
Brak í Trongisvági
TB-ÍF
StÍF tekur
sunnudagin ímóti
H71 í Atlantic
Airways deildini hjá
monnum. Her skulu
bæði royna at reisa
seg eftir ósigur síðsta
umfar, men StÍF er
stórfavorittur at
vinna dystin.
MANSHONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Hesi bæði liðini hava
fingið sera ymiska byrjan
uppá kappingina í bestu
mansdeildini í hondbólti.
StÍF hevur alt árið ligið
heilt uppi í oddinum, og í
løtuni eru teir á triðja plássi
bert tvey stig aftanfyri odda
liðið, VÍF. Gongdin hjá teim
um hevur verið góð í ár.
Teir hava bert tapt ein dyst,
og hann taptu teir mikukvøl
dið, tá teir vitjaðu hjá VÍF í
Vestmanna.
Hjá hoyvíkingum hevur
hinvegin ikki gingið so
væl. Teir fingu eina fína
byrjan uppá kappingarárið,
men síðstu dystirnar hevur
gingið minni væl. Mikudag
in blivu teir so hølvaðir av
í botndystinum ímóti Kynd
li, so nú er H71 niðast í
Atlantic Airways deildini
hjá monnum við trimum
stigum.
Júst hesi bæði liðini hava
leikt einaferð fyrr ímóti
hvørjum øðrum í ár, tá liðini
møttust í Hoyvíkshøllini.
Tann dysturin endaði við
javnleiki, so kanska fólk
kunnu vænta ein spennandi
dyst á Skála eisini. Hjá
StÍF hava flestu dystirnir
verið rættiliga javnir í ár,
so tað er ikki óhugsandi,
at hoyvíkingar enn einaferð
fara at leypa hvøkk á stran
dingar.
StÍF-H71
StÍF skal í gongd aftur
Hollendskir áskoðarar
amok í Fraklandi
Fleiri dystir vóru á skránni í bólkaspælinum í UEFA-
kappingini í gjár, og ein av hesum var dysturin í millum
franska felagið, Nancy, og hellendska Feyenoord. Allan
dagin høvdu hollendskir áskoðarar gjørt um seg í annars
friðarlaga býnum í Lorraine, og dysturin var ikki meir
enn byrjaður, so var aftur gali. Setur og onnur ting flugu
gjøgnum luftina inni á stadion, og tá 11 minuttir vóru eftir
at leika, valdi norski dómarin, Espen Berntsen, at bríksla
dystin av, tí tá lá eitt tjúkt lag av táragassi á vøllinum. Støðan
var annars 3-0 til Nancy, tá dysturin bleiv avblástur.
Cannavaro leggur líka í kritikkin
Liðskiparin á italska fótbóltslandsliðnum, Fabio Cannavaro, bleiv
fyri stuttari tíð síðani kosin til besta leikara í Evropa. Eftir hetta
hava m.a. fronsku venjararnir Raymond Domenech og Gerard
Houllier verið frammi við kritikki av valinum av júst Cannavaro
sum ársins leikara. Nú sigur Cannavaro tó, at hann leggur líka í
kritikkin. – Eg tími ikki at viðmerkja slíkan kritikk. Eg virði teirra
meiningar, men svarið er tað sama. Tann gylti bólturin liggur heima
hjá mær, sigur Cannavaro, sum nú eisini er blivin innstillaður til
heiðurin sum heimsins besti fótbóltsleikari, har hann kappast við
Zinedine Zidane og Ronaldinho.
Hondbóltsstøður
Sunset-kappingin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Stjørnan
5
4
-
0
-
1
123
97
26
8
2 Neistin
5
3
-
1
-
1
123
103
20
7
3 VB
5
3
-
0
-
2
112
117
-5
6
4 StÍF
6
1
-
1
-
4
130
156
-26
3
5 Kyndil
5
0
-
2
-
3
108
123
-15
2
Atlantic Airways-kappingin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 VÍF
7
5
-
1
-
1
200
184
16
11
2 Neistin
7
5
-
0
-
2
227
199
28
10
3 StÍF
7
3
-
3
-
1
192
192
0
9
4 KÍF
7
2
-
1
-
4
185
193
-8
5
5 Kyndil
7
2
-
0
-
5
196
205
-9
4
6 H71
7
1
-
1
-
5
183
210
-27
3
Flogbóltsstøður
Meistaradeild kvinnur
v
t
d
v
-
t
sett
sett
+/-
stig
1 TB
9
6
-
3
22
10
12
12
2 ÍF
8
6
-
2
22
15
7
12
3 Dráttur
9
6
-
3
21
16
5
12
4 SÍ
8
4
-
4
16
17
-1
8
5 KÍF
9
2
-
7
14
21
-7
4
6 Mjølnir
9
2
-
7
8
24
-16
4
Meistaradeild menn
v
t
d
v
-
t
sett
sett
+/-
stig
1 Mjølnir
7
5
-
2
18
10
8
10
2 ÍF
6
5
-
1
15
10
5
10
3 Fram
7
4
-
3
14
14
0
8
4 Fleyr
7
2
-
5
12
17
-5
4
5 SÍ
7
1
-
6
12
20
-8
2