Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 233 - 1. desember 2006 ] VB skal halda kósini StÍF tekur sun­nu­ dag­in í­móti VB í Sun­set deild­ini hjá kvin­num. Hjá VB ræður um at halda fast í oddinum, með­­an StÍF við ein­um sig­ri kann nærkast heið­urs­ merk­ja­plássum. KVINNU­­ HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Hjá VB hevur gingið væl síðstu dystirnar. Sein­ast vunnu tær tep­ ran sigur á Kyndli suð­ uri í Vági, og undan tí dystinum høvdu tær vunnið stórt á od­da­lið­ num, Stjørnuni, í høll­ ini í Vági. Hevur gongdin hjá VB verið góð, so hev­ ur ikki hilnast líka væl hjá strandingum síð­stu dystirnar. Tær ha­va tapt síðstu tveir dyst­ir­nar fyri báðum od­da­lið­un­ um, Stjørnuni og Neist­ an­um, og tí skulu tær royna at koma í gongd aft­ur. Hesi bæði liðini hava møtt hvørjum øðrum eina­ferð fyrr í ár, tá lið­ ini fyri einum góðum mán­að síðani møttust í Vági. Í tí dystinum vann StÍF ein heldur ó­vænt­að­an stórsigur. Úr­sli­tið gjørdist 25-17 til strandingar, og hetta er samstundis einasti sig­ur­in hjá StÍF higartil í ár. VB fær nú ein møg­u­ leik­a at hevna tapið fyri StÍF á heimavølli, men tær mugu helst leika utt­an Gurið Mortensen, sum er farin aftur til Dan­mark­ar. StÍF hevur all­ar kvinnur tøkar til dystin, og tær ætla sær óivað aftur at leypa ein hvøkk á VB. Higartil er Neistin einasta liðið, sum hevur bast VÍF. Stóri spurningurin hesa ferð er, hvørt Áki Mørk verður tøkur til dystin hjá teimum bláu Manshondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast tað nú eru nærum tvær vikur síðani, at Áki Mørk fekk reytt kort í dysti móti StÍF, so vita teir í Neistanum enn ikki, hvørt talan verður um longt leikbann fyri hansara við­ kom­an­di. Broyttur hugburður Tá vit hóskvøldið tosaðu við Ká­ra Horn, sum umframt at spæ­la við besta mansliðnum ei­si­ni er samskipari hjá fel­ ag­n­um, segði hann, at teir enn einki vistu um, hvørt Áki var tøkur til dystin leyg­ ar­dag­in. - Men í aðrar mátar eru vit so væl fyri, sum tað nú eina ferð ber til. Helgi Mi­chel­sen er framvegis úti, eft­ir at hann fekk harpiks í eygað, men skaðar gera ikki um seg annars, sigur hann. Og hann tykist ikki ivast í, at tað skal bera til hjá Neist­an­um at endurtaka sig­ ur­in á VÍF. - Tað eru vit noyddir til, um vit skulu fylgja við. Vit halda okkum eisini vera sera væl koyrandi, og sjálvt um tú altíð skalt rokna við VÍF, so eru fólk eisini farin at rokna eitt sindur meira við okkum, enn tey hava gjørt. Og tað er nú ikki so gal­ið, sigur hann. Mugu skjóta betri Sigurin hjá Neistanum í Vest­man­na er einasta tapið, sum VÍF hevur verið fyri hetta kappingarárið, og tað er nakað, sum teir gulu vilja hev­na. Eisini hóast tað kann verða trupult. - Tað hevur gingið væl sein­astu dystirnar, og tað er ein gongd, sum vit vilja hal­da fast um. Hinvegin høv­du teir greitt takið á okk­um í fyrra dystinum, so eg haldi á ongan hátt, at vit eru favorittar, sigur Ingi Ol­sen. Men hvat skulu tit so gera ø­ðr­ví­si hesaferð? - Fyrst og fremst skal verju­spæl­ið betrast, og so mugu vit ansa eftir hasum mál­manninum hjá teimum. Hann tók nógv seinast, og tá teir tykjast orka betri, so kostar tað sera nógv, um vit ikki skjóta betri enn tað sama, sigur Ingi. Hann leggur afturat, at VÍF er fullmannað til dystin. Neistin-VÍF: Oddabrak á Hálsi Neistin-Stjørnan útsettur Av givum umstøðum er avgerð tikin um, at kvinnudysturin millum Neistan og Stjørnuna verður fluttur. Dysturin skuldi annars spælast leygardagin, men verður hesin ístaðin týskvøldið 5. desember klokkan 20.00 Bæði Mjølnir og ÍF skulu í dyst í vikuskiftinum í meistaradeildini hjá monnum. Mjølnir tekur ímóti SÍ í KÍ- høllini, meðan ÍF vitjar hjá Fleyr. MANSFLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tveir dystir vera á skránni í meistaradeildini hjá monnum í vikuskiftinum. Tann fyrri verður leygardagin, tá oddaliðið, Mjølnir, tekur ímóti botnliðnum, SÍ. Gongdin hevur verið sera góð hjá Mjølni síðstu vikurnar. Teir hava vunnið sínar síðstu fýra dystir, og seinastu tvær vikurnar hava teir vunnið á báðum rivalunum í oddastríðnum. Fyrst vunnu teir tryggan 3-0 sigur á ÍF í KÍ-høllini, og so møttu teir eisini Fram í Klaksvík, har teir enn einaferð vunnu tryggan 3- 0 sigur. Hjá SÍ hevur hinvegin ikki gingið so væl. Teir hava bert vunnið ein dyst í ár, men mikukvøldið mundu teir vunnið á ÍF á Kambsdali. Teir taptu tó 3- 2, og sostatt gjørdust teir akkurát ov stuttir. Hesi bæði liðini hava eisini møtt hvørjum øðrum eina ferð fyrr í ár. Tann dystin vann Mjølnir 3-2 í Sørvági eftir ein spennandi dyst. Nú fær SÍ ein nýggjan møguleika at vinna á Mjølni, men undan dystinum má Mjølnir metast at vera favorittur at vinna teirra fimta dyst á rað. Seinni dysturin verður í Gundadalshøllini sunnudagin, har Fleyr tekur ímóti einum av oddaliðunum, ÍF. Undan dystinum liggur Fleyr á fjórða plássi við 4 stigum. Teir eru helst ikki nøgdir við gongdina hjá liðnum í ár, men Fleyr hevur vunnið sett í hvørjum dysti. Hjá ÍF hevur hinvegin gingið væl. Teir liggja heilt frammi í oddinum saman við Mjølnir, men síðstu dystirnar hevur ikki gingið so væl. Fyrst taptu teir á Mjølni, og síðani vunnu teir við bit og slit á SÍ. ÍF vann tó fyrsta dystin millum hesi bæði liðini, og enn einaferð mugu teir metast at vera favorittur ímóti Fleyr. Bæði toppliðini skulu leika Góð Brøndbybyrjan í Royal League Danska fótbóltsfelagið Brøndby hevur havt eitt alt annað enn gott kappingarár í superliguni í ár. Teir liggja á einum skuffandi 7. plássi heili 19 stig aftanfyri FC Keypmannahavn á 1. plássi. Gongur illa hjá teimum í superliguni, so hava teir fingið eina strúkandi byrjan í Royal League kappingini, sum er ein kapping millum sterkastu liðini í Danmark, Noregi og Svøríki. Fyrsta dystin vunnu teir 3-2 á útivølli móti svenska felagnum Hammarby, og í gjár var so næsti dysturin á skránni, tá teir møttu sama Hammarby á heimavølli. Her spældi Brøndby ein fínan dyst, sum teir vunnu 3-1, og nú tykist danska stórfelagið at vera komið í gongd. Vestmenningar vórðu tiknir á bóli, tá Neistin í fyrra dystinum millum liðini vann tryggan sigur í Vestmanna.