Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 233 - 1. desember 2006 ] - Eg haldi, vit ræddust tær Eftir dystin fingu vit eis­ini orðið á Ninnu K. Johansen hjá StÍF. Hon var ikki nøgd við inn­sat­ sin og helt, at leikararnir helst vóru í so bangnar. - Hetta var ikki gott. Vit blivu snøgt sagt hølvaðar av í dag. Einki riggar hjá okkum. Vit renna ikki fyri hvørji aðrari, og til tíðir helt eg, at vit ræddust tær. Eg haldi tó, at tær spældu ótrúliga væl, og vit taptu ímóti ein­um nógv betri liðið í dag. Nú mugu vit bara royna at gloyma henda dystin og koma víðari, tí vit kunnu ikki taka nak­að víðari frá hesum dystinum. - Vit vóru nógv betri Eftir dystin fingu vit orð­ ið á venjaran hjá Stjørn­ uni, Henrik Gerster. Hann var sera glaður fy­ri trygga sigurin ímóti St­ÍF. - Hetta var deiligt. Vit eru nógv betri enn tær í dag, og í stórum pørtum av dystinum trumla vit tær niður. Eg haldi, at vit eru nógv betri fyri krops­liga enn tær, og so tykist tað, sum vit orka betri í dag. Síðstu 10-12 minuttirnar spæ­la vit við einum blað­ung­ um liðið, og eg haldi tað vera stuttligt, at hes­ ar sluppa at royna seg í dag. Annars haldi eg, at allir leikararnir vís­tu gott spæl í dag, so hetta var ein rættur lið­inn­sat­ sur. - Til tíðir helt eg, at vit ræddust tær. Ninna K. Johansen, StÍF Ítróttur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo tlf 341800 ítróttur Stjørnan vann stórsigur í Sunset deildini hjá kvinnum, tá StÍF var á vitjan. Við sigrinum hevur Stjørnan lagt sjógv niður til næstu liðini. KVINNU­HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialrin.fo Hóskvøldið var dystur í KÍ- høllini, har oddaliðið í bestu kvin­nu­deild­ini í hodbólti, Stjørn­an, tók ímóti StÍF, sum undan dystinum lá á næst­af­ta­sta plássi. Júst hesi bæði liðini møttust eisini í næsta dystinum í hesum kap­ pin­g­ar­ár­in­um, og ta ferðina vann Stjørnan tepurt, eftir at StÍF hevði ført langt út í seinna hálvleik. Nú var tíð­in komin hjá Stjørnuni at seta strandakvinnur uppá pláss. Stjørnan flúgvandi byr­ jan Og tað gjørdu tær so san­ ni­liga eisini. Tær ruku av­stað, og StÍF fekk einki mál fyrrenn í 6. minutti, og tá hevði Stjørnan longu skora fýra ferðir. Sum hálvleikurin leið økti Stjørn­ an enn meir um leiðs­lu­na, og tá 18 minuttir vóru far­ nir, var støðan 10-3 til heim­ a­lið­ið. Restina av hálv­leik­ in­um var gongdin held­ur javnari, og tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 15- 9 til Stjørnuna, sum var nógv tað betra liðið í fyrra hálvleiki. Leiðslan bara øktist Stjørnan helt á fram í sein­ na hálvleiki, har tær høvdu slept í fyrra. Fyrstu løtuna royn­di StÍF at hanga í, men so glapp. 20 minuttir inn í seinna hálvleik hevði Stjørn­an økt enn meir um leiðsluna, og nú var støðan knapliga 33-14 til Stjørn­una. Hesa løtua hevði Stjørn­an fingið 11 mál í 9 min­utt­ir, meðan StÍF einki mál hevði fingið, og nú lá líka sum í luftini, at hesin dyst­ur­in kundi enda við sor­ li. Síðstu 10-12 minuttirnar valdi Stjørnan tó at taka flestu av berandi kreftunum út, og í staðin fingu fleiri av un­gu leikarunum møg­u­leik­ an­um. Hetta gagnnýtti StÍF, og síðstu løtua megnaðu tær ei­si­ni at pynta um úrslitið. Endaliga støðan gjørdist 36-22 til Stjørnuna, og við sig­ri­num hava tær økt um mun­in niður til nærmastu lið­ini, sum tó hava leikt ein dyst færri. StÍF verður við tapinum verandi á næs­ta­f­ tas­ta plássi. Stjørnan-StÍF 36-22 (15-9) Stjørnan vann stórt Hjá bæði Drátti og SÍ ræður um at halda fast í oddinum í meistaradeildini hjá kvinnum, tá tær møta ávikavist KÍF og Mjølni. KVINNUFLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Árið í ár hevur verið gott hjá báðum vágaliðunum í meistaradeildini hjá kvin­n­ um. Dráttur liggur í før­ar­a­ felt­in­um saman við TB og ÍF, meðan SÍ liggur beint í høl­un­um á teimum við 10 stig­um. Leygardagin skulu hesi bæði liðini í dyst ímóti botnliðunum. Dráttur skal í gongd aftur Á Giljanesi fær Dráttur vit­ jan av KÍF. Gongdin hjá Drát­ti hevur verið alt annað enn góð síðstu dystirnar. Síð­sta vikuskiftið blivu tær høl­va­ðar av í Trongisvági, og undan tí dystinum høvdu tær tapt á heimavølli fyri botn­lið­num, Mjølni. KÍF sær hinvegin út til at hava fing­ið vind aftur í seglini. Ef­t­ir sjey tap á rað vunnu tær aftur seinast, tá tær møt­ tu Mjølnir í Klaksvík, so dysturin á Giljanesi kann blí­va sera spennandi. SÍ er flúgvandi SÍ skal til Klaksvíkar at møta Mjølni. Gongdin hjá SÍ hevur verið sera góð í seinastuni. Síðstu tveir dystirnar hava tær vunnið á bæði Drátti og TB, og við spælinum, sum tær hava víst síðstu dystirnar, so er ilt at meta um, hvat av hinum liðunum megnar at steðga teimum í løtuni. Tær mugu í øllum førum metast sum stórir favorittar í dystinum ímóti Mjølni. Vágaliðini mugu halda fast Stjørnan-StÍF 36-22 (15-9) Málskjúttar: Stjørnan: Joan Djordjevic 7, Una Olsen 6, Alina Olaru 4 (3), Durita Mikkelsen 4, Bára S. Klakstein 4, Hanna Mikkelsen 3, Anna Kristina Samson 3, Durita Christophersen 2, Simona Petersen 2, Maria við Neyst 1 StÍF: Ninna K. Johansen 5 (1), Poula D. Olsen 5, Rebekka Justinussen 4 (1), Ata Gregersen 3, Sólfríð Christiansen 2, manglar okkurt Brotskøst: Stjørnan 3, StÍF 2 Útvísingar: Stjørnan 1, StÍF 3 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA Stjørnan vann stórsigur á StÍF í gjárkvøldi. Við sigrinum hevur Stjørnan økt um munin niður til næstu liðini.