Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2006 19 tíðindi Eingin kann skjóta skómakaranum, Jóhannusi Fr. Hansen í skógvarnar at tað er dýrt at umvæla hjá honum. Á Miðvágs Skósmiðju verða skógvar og annað gjørt aftur – skjótt og bíligt! Skómakari Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Miðvágur: - At gera ein slíkan skógv aftur?! Tað tekur bert eina lítla løtu! Jóhannus Fr. Hansen hev­ ur gjørt seg til reiðar til eina av dagsins uppgávum: Ein skógv sum er skrædnaður í yvirleðrinum. Hetta er ikki fyrstu ferð hann hevur ein slíkan skógv í hondini. Og tað er heldur ikki fyrstu ferð, at hann hevur loyst eina slíka uppgávu til fulnar – og til gleði fyri kundan. Hjá honum gongur tað sum fótur í skógv at gera hesar smærru umvælingarnar. Við góðum handalag tek­ ur hann skógvin í hondina, og stutt eftir er hann sum nýggjur. - Hetta kostar bert 30 kr. Tað er so altíð betri at umvæla ein skógv, enn bara at koyra hann vekk, sigur 73 ára gamli, Jóhannus. Eingin kann skjóta hon­ um í skógvarnar, at tað er kostnaðarmikið at gera eina slíka umvæling. Hóast komin væl upp í árini er hann væl ar­beiðsførur sum skó­smið­ ur. Hann heldur seg so framvegis til leist sín, hóast nógv er broytt, bæði tá talan er um nýtslu og úrval av skógvum. Sum hjá so mongum øðr­um av starvsfelagum hans­ara, hevur Jóhannus eis­ini staðfest, at minni og minni er at gera hjá skó­ makarunum í dag. - Ja, eg haldi, at tað er keðiligt at eingin heldur fram í hesum yrkinum, sig­ ur hann. Jóhannus varð útlærdur sum skómakari fyri 40 árum síðani suðuri í Vági. Hann hevur annars siglt sum kokkur í mong ár, m.a. við gamla Høgafossi. 100 ára gomul maskina Skalt tú finna verkstaðin hjá Jóhannusi, so nyttar einki at ganga eftir nøkrum skeltum. Einki skelti sæst nakrastaðni. Einasta skeltið í nánd av verkstaði hansara, er eitt fyri fyritøkuni hjá gávubúðini hinumegin vegin. Hetta skeltið stendur í hansara garði. Miðvágs Skósmiðja hevur í roynd og veru einki skelti. Her í kjallara hansara hevur hann innrættað sær eitt lítið rúm sum skó­ smiðju. Øll útgerðin sum krevst til eitt slíkt yrki er her - maskinur, lím, leður og mangt annað. Á gólvinum stendur ein meiri enn 100 ára gomul SINGER seymimaskina, sum hann brúkar at seyma gjøgnum leður við. Annars seymar hann eisini snarlás í, um onkur hevur tørv fyri tí. - Ja, henda maskinan hevur roynst mær væl. Fyrr brúkti eg fótmegi at seyma við, men nú gongur hon við streymi. Tað er so nógv lættari, sigur Jóhannus. Skjótt, væl og bíligt Hóast hann einki ger við at lýsa fyri skósmiðju síni, er Jóhannus ikki arbeiðsleysur. Henda dagin vit hugdu inn á gólvið í skósmiðjuni lógu onkrar uppgávur og bíðaðu eftir honum. Eitt setur til eitt prutl liggur á hillini. Hol er kom­ið á tað, og eigarin vil heldur, at Jóhannus ger tað aftur, enn at tað verður koyrt burtur. Hin veit, at hetta kann skómakarin í bygdini ordna bæði skjótt og væl - og bíligt. Eitt par av sandalum skulu hava nýtt undirlag og polstrast av nýggjum. Fyri tann meiniga mannin er hetta eitt arbeiði sum tekur nakað av tíð. Men við teimum smidligu og kønu hondunum hjá Jó­hannusi gongur ikki long tíð, til botnurin er límaður á, skorin til og klárur at lata kundanum. Hevði hann verið til stað­ar, kundi hann akkurát tað sama havt bíðað eftir arbeiðinum. Her hjá Jó­hannusi verða eisini tær smærru uppgávurnar loystar við handigheit og skyn­semi. - Hetta var so tað. Hevur tú nú fingið nokk av mynd­ um, sigur Jóhannus stutt við myndamannin, sum hesa løtuna hevur “forevigað” eitt handverk, sum kanska er á veg út. Fáir eftir Aðrastaðni á síðuni er nevnt, hvussu hetta yrkið byrjaði í síni tíð. Tá var fótbúni eitt sum aðalin serliga gekk í, men í dag er sjálvandi øðrvísi. Eingin føroyingur kundi hugsað sær at farið út fyri dyr skóleysur. Slíkt er óhugs­andi í okkara parti av heiminum. Hinvegin so kann Jóhann­ us og starvsfelagar hansara í okkara heimsparti bert staðfesta, at tað gongur ikki longur sum fótur í hosu við hesum yrkinum. Ein sannroynd er, at fólk hava meiri pening um hendi nú enn fyrr, dygdin á skónum er eisini munandi betri í dag, og haraftrat er móti komin í skógvarnar, soleiðis at fólk keypa skógv­ ar oftari enn áður. Her nyttar lítið hjá skómakarum at seta skógvar í spenni móti gongdini í samfelagnum. Ein fylgja av hesi gongdini er, at góðir skógvar, sum ein lættliga - og ikki minst ódýrt! – kundi gjørt aftur hjá einum skómakara, enda í ruskdungunum. Hesa gongdina merkja teir føroysku skómakararnir eisini. Í dag eru tí bert tveir skómakarar eftir - ein nýútlærdur í Suðuroynni og so ein 73 ára gamal maður í Miðvági. - Nei, tað gongur ikki gott hjá hesum yrkinum í dag, staðfestir Jóhannus. Fót fyri fót gongur aftur á bakka við starvinum hjá skómakarunum. Full-time Tá Jóhannus varð útlærdur sum skómakari fyri 40 árum síðani høvdu hann og starvsfelagar hansara úr at gera. - Tá var hetta eitt full-time arbeiði. Fólk gjørdu nógv brúk av skómakarunum, og eg fekk sendandi skógvar at gera aftur úr øllum landin­ um. - Í dag eru tað nærum bert tey somu sum koma higar við skógvum sínum, - tey sum vita av at eg eri her, sigur hann. Sandalurnar eru lidnar. Tær verða settar á hillina til eigarin kemur eftir teimum aftur. Næsta uppgávan er eitt sindur størri – setrið á prutlinum sum skal polstr­ ast. Her hjá Jóhannusi er eingin uppgáva ov lítil. Hann veit hvat skógvarnir trykkja. Og hann kann gera nakað við tað! hjá Jóhannusi Skómakari, halt teg til leistin! Nógvar eru søgurnar um skómakarar upp gjøg­ num tíðirnar. Tær flestu hava ein heldur nega­ tivan og argandi klang, má sigast. Men Plinius hin Eldri sigur í verkinum “Historia Naturalis” um víðagitna málaran Apelles úr Kolofon ( 4. øld fyri Kristi føðing), sum var hoffmálari hjá Aleksander Mikla: Apelles var kendur fyri at dáma væl at vísa myndir sínar fram so­leiðis, at hann ósæddur kundi lurta eftir tí, sum tey vitjandi hildu um myndirnar. Hann broytti ein dagin ein smálut í einum skógvi í einari av myndunum, tá ein skó­ makari helt uppá, at her var ein villa komin í. Tá hesin skómakarin framvegis kom við at­­ finningum móti máln­ing­ inum, hesa ferð hvussu beinini vóru málað, mót­ mælti Apelles soleiðis á latínskum máli: “Ne sutor supra crepidam judicaret” (Ein skómakari eigur ikki at døma annað enn skógvin). Crepida var navnið á teimum ser­ støku tuflunum sum tey hábornu gingu í. Á donskum hevur henda søgan fingið ta meiri almennu vend­ing­ ina: Skomager, bliv ved din læst! Annars eru skómakarar við í søgunum hjá danska rithøvundinum H. C. Andersen. Tað er ikki uttan orsøk: Pápi hans­ara var nevniliga skó­­makari og mamma hans­­ara vaskikona. Hóast Singer seymi­ maskinan er 100 ára gomul, kann hon brúkast anno Domino 2006. Nú gongur hon við el, fyrr við fótmegi