Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 233 - 1. desember 2006 Árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn verður nú sunnudagin. Pengarnir, sum koma inn, fara til góðgerandi endamál JÓLASØLA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo 1. sunnudag í advent kl. 14.00 – 16.30 verður árliga jólasølan hjá Lions. Á hvørjum ári síðan1989 hevur verið møguligt hjá ungum sum eldri at hittast eina løtu í Viðarlundini seinnapartin 1. sunnudag í advent, har ið møguligt er at keypa tilfar til jólaprýði at pynta sínar egnu stovur við. Er tað onkur, sum ikki hevur stundir at gera sínar egnu dekoratiónir heima við hús, er møguligt at keypa slíkar. Einar 60-70 verða til sølu sunnudagin. Meðan lurtað verður eftir jólatónleiki frá limum í Havn­ar Hornorkestri kanst tú somuleiðis keypa tær ein drekka­munn og okkurt gott afturvið. Jólamenninir vitja sum vera man, og teir hava okk­ urt í posanum til børnini, sum plaga at vitja í stórum tali hendan dagin. Tá ið fyrsta tiltakið var av hesum slag, var Viðarlundin berlig. Hetta var árið eftir, at jólaódnin blásti alt um koll. Men so við og við eru trøini vaksin aftur, og hóast økið, har ið tiltakið fer fram, er ikki so ovurhonds stórt, so er hugnaligt, og tað er týðiligt at jólastemningurin er um at koma hjá bæði børnum og vaksnum. Ágóðin av tiltakinum fer sum altíð til góðgerandi endamál. Hugnaløta í Viðarlundini í Havn Mynd frá einari jólasølu hjá Lions Mynd: www.lions.fo/torshavn Hjálp okkum at tøma handilin! Allar vørur fyri ½ prís frá fríggjadegi 1. des. Innbúgvið er eisini bíliga til sølu. H J Á K A L Í K L A K S V Í K • T L F. 4 5 5 0 1 5 Búnýti • Gávulutir • Lingeri • Gardinur • Stelton