Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 233 - 1. desember 2006 Fløguútgáva Eyðun Müller Thomsen Føroysku heavyrockararnir í bólkinum SIC hava sein­ astu mánaðirnar lagt alla sál og orku í at fáa teirra uppkomandi fløguútgávu klára til fólkið. Meiningin var, at fløgan skuldi koma út, tá kavin fellur mitt í desember, men síðst í no­vember mánað lat ein hurð seg upp, sum setti pro­ jektið í klemmu. Produsari og ljóðblandari, Tommy Hansen gjørdi sítt arbeði liðugt, men maðurin aftan fyri fløguhúsan, nem­ liga legendariski Seth, aftan fyri arbeiði so sum (Makrel – Transcend - Para­dise Lost ), mátti útseta SIC. Guitarleikarin úr SIC, Eddie Jacobsen greiðir frá: - Ætlanin var allatíðina, at Peter ”Ziggy” Sigfredsen frá ZigZound (Mnemic, illdisposed) skuldi standa fyri upptøkunum og ljóð­ blandingini. Hann gjørdist so sjúkur í august, sum hevði við sær, at vit máttu útseta studiotíðina til sep­ tember. Men so eina viku, áðrenn vit skuldu í studio ringdi Ziggy aftur og segði seg enn vera sjúkan. Tað tóku vit ikki so pent, tí nú var alt annars sett í verk. Hann lovaði so at finna útav onkrum, og hevdi so fingið okkum inn í Jailhouse studios, sum faktiskt var tað upprunaliga studio vit hugdu eftir, men tá var tað upptikið. Har upptóku vit saman við Tommy Han­sen (Hatesphere, Nephew, D.A.D). Men tá fløgan var liðug upptikin vísti tað seg, at Ziggy enn var sjúkur, og vit máttu útseta ljóðblandingina til desembur/januar. Men hetta passaði ikki til okkara ætlan, um fløgan skuldi út til tíðina, sum var mitt í desember. Vit tosaðu so við Tommy Hansen, og hann vildi gleðiliga hjálpa við ljóðblandingini/mastr­ ingini.! 7. november byrjaði Tommy Hansen at ljóð­ blanda fløguna hjá SIC og við hjálp frá Eddie Jacob­sen blivu teir lidnir við endaliga mixið 22. no­vember. Fløgan kann so sigast at vera klár, men bíðað verður eftir teimum seinastu fingramerkjunum fyri at fullføra projektið. Eddie Jacobsen sigur at enda, at hann og limirnir í bólkinum gleða seg øgiligt til stóra dagin og eru serliga glaðir fyri allar tær positivu afturmeldingarnar frá fólki, bæði innan- og uttanlands. - Nú tá Seth hevur útsett arbeiðið, er eingin ivi um, at fløgan ikki kann koma út fyrr enn í januar 2007 men hetta gera tað bara meira spennandi sigur Eddie Jacob­sen, guitarleikari í SIC. Møguligt er enn at hoyra og síggja brot úr komandi fløguni hjá SIC á teirra myspace síðu. www.myspace.com/sicsix6 SIC útseta fløgu TÚ KANST GERA MUN Í Indonesia bera alt færri møður børn síni á brósti. Hetta er eftir ráðum frá stór- fyritøkum, sum siga, at teirra eftirgjørdu pulvursamansetingar eru betri fyri børnini – men hetta er tíverri ikki so. Úrslitið er, at meðan fyritøkur vinna nógvan pening, doyggja alt  eiri indonesisk børn frá møðrum sínum, tí tey fáa ikki ta føðslu og verju, sum bróstamjólk gevur. Til at steðga hesi gongd, er menningar- stovnurin Mercy Corps farin undir bróstage- vingarverkætlan, ið skal eggja kvinnum í Indonesia til at geva børnum sínum bróstam- jólk. Føroya landsstýri er við í hesi verkætlan og søkir nú eftir tveimum fólkum til arbeiðið. Farið verður til Norðurjakarta í Indonesia, og arbeiðsskeiðið er  mm vikur í februar- og marsmánaði 2007. Talan er um tvey ymisk størv – eitt heilsustarv og eitt frágreiðslustarv – har uppgávurnar verða loystar í felag. Arbeiðið Arbeiðið fevnir um at gera forkanningar og verkætlanarlýsing, har uppgávurnar eru at: • Kunna seg um heilsuverkið í Indonesia. • Savna inn upplýsingar um trupulleikan við bróstageving. • Greina upplýsingar og skriva frágreiðing. • Leggja úrslitini fram. Førleikakrøv - heilsustarv • Tú hevur heilsuligan yrkisførleika og drúgvar royndir við at ráðgeva um brósta- geving. • Tú ert útbúgvin heilsusystir, sjúkrarøktar- frøðingur, ljósmóðir ella hevur aðra lík- nandi útbúgving. • Tú klárar teg í enskum og hevur góð samstarvsevnir. Førleikakrøv - frágreiðslustarv • Tú hevur umsitingarligar royndir, dugir væl at greina tilfar, at lýsa tað í frágreiðing á enskum máli og at leggja hana fram fyri øðrum. • Tað er fyrimunur, um tú hevur førleika á heilsuøkinum og hevur nomið tær víðari útbúgving. • Tú dugir væl at tosa og skriva enskt og hevur góð samstarvsevnir. Løn Verður ásett eftir royndum og yrkisførleika. Goldið verður fyri ferðaútreiðslur og uppi- hald. Umsóknir Umsóknir við prógvum, lívrensli (CV) og møguligum viðmælum skulu sendast til: Løgmansskrivstovuna Postrúm 64 110 Tórshavn Lívrenslið skal vera skrivað á enskum. Um- sóknir skulu verða Løgmansskrivstovuni í hendi innan 13. desember. Um menningarsamstarv Føroya landsstýris og Mercy Corps Føroya landsstýri arbeiðir miðvíst við at fáa Føroyum ein virknari leiklut á menningarøkinum. Hetta verður gjørt við altjóða menningarsamstarvi við m.a. Mercy Corps, ið er sjálvboðin, altjóða felagsskapur, sum í løtuni arbeiðir í  eiri enn 40 londum um allan heim. Bróstagevingarverkætlanin er fýra ára long ætlan, sum byrjaði í september 2006 og heldur fram til september 2010. Føroyingarnir gerast partur av toyminum hjá Mercy Corps í Jakarta, har ið 80 fólk arbeiða, av teimum 16 í bróstagevingarverkætlanini. Arbeitt verður bæði sjálvstøðugt og saman við starvsfólkum í Mercy Corps. Sí meira um Mercy Corps á www.mercycorps.org. Meira fæst at vita við at venda sær til Løgmansskrivstovuna, Gunvør Balle, tlf. 35 10 23 VIT DRAGA EINA LÍNU · VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI · VIT VILJA VITA · VIT BRÓTA SLÓÐ sansir.fo LØGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister’s Office Løgmansskrivstovan styðjar løgmanni í at stjórna landsstýrinum og hevur ábyrgdina av at fyrireika og fremja uppgávurnar, sum løgmaður hevur samsvarandi stýrisskipanini, nevniliga at samskipa og hava eftirlit við landsstýrinum, harumframt fyrisiting og uttanríkismál. Landsstýrið søkir eftir tveimum fólkum til bróstagevingarverkætlan í Indonesia SIC í Jailhouse studio