Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2006 27 tíðindi Tað eru evnini hjá Vígdis at fara beint inn í hjarta hjá fólki, ið gjørdu, at hon er tann rætti vinnarin av Kan Du Danse, vóru tey trý Niclas Bendixen, Toniah Pedersen og Kenneth Kreutzmann á einum máli um. Kan Du Danse? Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Myndir: Jakob Mydtskov Eftir at Vígdis var kosin besti dansari í Danmark fingu vit orð á tey trý, Niclas Bendixen, Toniah Pedersen og Kenneth Kreutzmann, ið saman við Charlotte Egstrand hava mannað dómsnevndina á Kan Du Danse? Tey vóru øll á einum máli um, at rætti vinnarin var funnin. Niclas Bendixen stóð við eini stórari sjampanjufløsku í hondini, og við stórum smíli, og spurdi um tað ikki sá út sum, um hann var nøgdur við úrslitið. - Eg veit ikki hvat, tað er sum tit gera har uppi. Tit hava skapt henda undurfulla skapningin. Bæði við sínum dansi og síni persónligheit fer hon beint inn í hjørtuni á fólki, segði hann og helt áfram: - Eg havi eina mynd av, at Vígdis stendur við sjóvarmálan og havið brúsar kring hana villir hestar renna framvið henni, og dansurin verður partur av henni. Tað sagt, so veit eg at her liggur beinhørð venjing í nógv ár aftan fyri, men hin myndin er nógv stuttligari at hava við sær. Toniah Pederasen helt somuleiðis, at Vígdis var rætti vinnarin. - Tá tú dansar, so skapar tú upplivingar, og tað eru tær upplivingarnar, ið tú minnist, ið eru tær bestu, og Vígdis hevur givið okkum nógv minnir. Kenneth Kreutzmann var als ikki í iva um, at Vígdis var rætti vinnarin. - Hon er ein heilt egin dansin, nakað heilt fyri seg. Tí er hon eisini rætti vinnarin. Hon dansar við hjartanum. Tað skal skiljast, á tann hátt at dansurin hjá henni kemur frá hjartanum. Eg eri slettis ikki í iva um, at Vígdis kann fáa alt tað arbeiðið, ið hon hevur hug til. Hon fær SO nógv at gera! Tað eri eg als ikki í iva um, segði Kenneth, tá vit fingu orð á hann og helt fram: Hon dansar við allari sál síni og øllum sínum skapningi. Hon er stutt sagt heilt sjaldsom. Kenneth segði annars, at tað ikki einans hevði verið stuttligt, at givið hyggjarunum alt kontrollið, og latið teir avgjørt, hvør skuldi vinna. Men nú hetta var av, so skilti hann, at hyggjarin av Kan Du Danse? hevði sera gott innlit í dans, tí úrslitið var tað rætta. Heldur ikki Toniah helt tað vera heilt stuttligt, at geva allan avgerðarættin frá sær. Men hon hevði ongangtíð kent seg ótryggan við tað, tí tað er ikki so trupult at finna rætta vinnarin, tað er tað, ið stendur eftir í minninum hjá fólki og tað, sum tey festa seg við, ið er týdningarmikið. Niclas Bendixen hevði als ongan trupulleika við at lata hyggjaran gera av. - Dansur er so erligur, at fólk nýtist ikki at vera serfrøðingar fyri at finna rætta vinnaran. Tað er tað sum er stuttligt við dansi, og tað sum ger dans til list, segði hann. Meira á næstu síðunum Vígdis dansar beint inn í hjørtuni á fólki