Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 233 - 1. desember 2006 tíðindi Dansur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Myndir: Jakob Mydtskov Tá versta rokið kring hana var av, fingu vit orð vinnaran av Kan Du Danse? Vígdis Hentze Olsen. Vígdis var ikki vís í, um hon var vakin ella droymdi. - Eg eri alla tíðini bangin fyri, at vekkarin fer at ringja, og eg skal upp at venja ballett, soleiðis lýsti Vígdis tær nærum óveru­ ligu kenslurnar, ið fóru í gjøgnum kroppin á henni hesa løtuna. Stórar kenslur Finalan var eitt kenslu­ borið kvøld.Bæði í upp­ tøku­hølunum og í stovum kring Danmark og Føroyar vóru stórar kenslur uppi í leikinum, tá avgerðin varð tikin, um hvør skuldi vinna heitið besti dansari í Danmark, kr. 250.000 og eitt dansiskeið á einum av fremstu dansiskúlunum í New York. Luttakarar grótu, dómarar grótu og í nógv­ um stovum grótu sjónvarps­ hyggjarar. Her vóru rørandi løtur og glaðar løtur. Sjálvt verturin Thomas Mygind viðgekk aftaná, at hann ongantíð áður hevði verið so rørdur, tá hann handaði ein vinning, hetta hóast hann hevur handað fyri yviri 15 milliónir í vinningum í sjón­ varpssendingum. Størsta hyggjaratalið nakrantíð Kan Du Danse? er nógv størsta hyggjara successin av eginframleiðslum hjá Kanal 5 nakrantíð. Tí var tað gleðiligt at final­ an eisini í góðsku livdi upp til successina. Talan gjørdist um frálíkt sjón­ varp. Sjónvarp, ið lýsti stóra list og eisini stórar kenslur. Men tá avtornaði stóð føroyska Vígdis við sigrin­um, teimum nógvu peng­unum, heitinum besti dansari í Danmark og best av øllum eini ferð til New York, har hon sleppir at liva dreymin, um at sleppa á ein av bestu dansiskúlunum har. Longu tá Vígdis var 17 plágaði hon foreldrini um at sleppa at fara til New York at dansa. Men tey vildu hetta ikki, og Vígdis fekk møguleika at sleppa til Svøríkið at dansa á balletakademinum í Göteborg ístaðin. Men dreymurin um New York er ongantíð slóknaður. Vígdis viðgongur eis­ ini, at hetta er nakað av tí mest spennandi við vinn­ inginum. - Hetta er heilt óveruligt! At sleppa til New York, tað er so fullkomiliga ein dreymur, ið gerst veruleiki, segði hon. Vígdis vann á poppinum Sendingin gjørdist enda­ bresturin á hørðum arbeiði, ið alsamt gjørdist harðari í nærum eitt hálvt ár. Ser­ liga seinastu vikurnar hava verið harðar. Til seinastu sendingina skuldi Vígdis venja ikki færri enn 4 koreografiir: Eina solo­framførslu, ið bæði var frálík, sensuel, frek og ágangandi, saman við Damian orkufulla, pompøsa og tempramentsfulla tarva­fektaradansin Paso Doble, ið framførsla í var framúrskarandi, saman við Saru eina frálíka Hip Hop koreografi og Pop saman við Patrick. Henda síðsta dansin hevur Vígdis roynt einaferð fyrr í sendingini við heldur ivasamari eydnu. Tí kundi hetta tykjast heldur trupult á pappírinum, men soleiðis sá Vígdis tað als ikki: - Tað var feitt at sleppa at royna Pop aftur og at sleppa at vísa, at eg dugdi tað, segði hon. Tað fekk hon so sanniliga víst, fram­ førslan var eins og allar framførslurnar í finaluni framúrskarandi. Kenneth Kreutzmann helt um fram­ førsluna av Pop, at nú vóru tey komin til eitt punkt, har tað, sum man sær, er sjálv orsøkin til, at fólk dansar og orsøkin til, at fólk tímir at hyggja at dansi. Charlotte Egstrand segði seg ikki skilja, hvar dansarnir fingu tað frá. Tí framførslurnar gjørdust bara betur og betur. Lýsingarorðini hjá dóms­ nevndini vóru øll jaligt hetta kvøldið, og hetta vísti, at talan var um tey heilt røttu, ið vóru komin í finaluna. Á sera høgum støði Allar parframførslurnar og allar soloframførslurnar vóru framúr góðar, og tað tyktist tí sera opið. Men tá hyggjararnir høvdu atkvøtt, var sigurin hjá Vígdis sera sannførandi. Vígdis fekk 35% av atkvøðunum, Damian á øðrum plássi fekk 25%, meðan Patrick Vígdis er besti dan Føroyska Vígdis Hentze Olsen vann í gjárkvøldið kappingina um at gerast besti dansari í Danmark. Við einum triðingi av atkvøðunum var sigurin í sendingini Kan Du Danse? sera sannførandi.