fríggjadagur 1. desember 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 1. desember 2006
29
tíðindi
nsari í Danmark
á triðja plássi og Sara á
fjórða plássi býttu hini 40%
í millum sín.
Vann nógv hjørtu
Tað er ikki greitt og trupult
at meta um, hvat orsøkin
er til sannførandi sigurin
hjá Vígdis.
Men
hon
hevur eftir øllum at døma
vunnið nógv hjørtu. Eisini
tyktist soloframførslan hjá
Vígdis at vera tann besta á
kvøldinum. Dómsnevndin
var eisini framúr jalig mót
vegis solo framførsluni.
Kenneth Kreutzmann stað
festi bara, at Vígdis var
eitt STÓRT dansitalent,
Toniah Pedersen segði, at
hon nýtti at uppliva dansin
og tað stóra tónlistarliga
innlitið hjá Vígdis, Niclas
Bendixen segði, at fyrstu
ferð hann hevði sæð Vígdis
dansað, hevði hann fingið
tár í eyguni og at tárini
aftur vóru har nú, Charlotte
helt stutt sagt, at Vígdis var
”for deilig”.
Tað mest merkisverda
við úrslitinum var, at Sara
gjørdist nummar 4. Hon var
frammanundan av nógvum
skírd favorittur at vinna.
Kenneth Kreutzmann segði
enntá fyrr í sendingini, at
Sara var mest fjølbroytti
dansari, ið hevði luttikið í
kappingini. Tað var tí við
tárum í eygunum, at Toniah
Pedersen takkaði Saru fyri
luttøkuna, ið tí sum mundi
gerast mest rørandi løtan í
sendingini.
- Sarah, heimurin liggur
víðopin fyri tær!, segði
hon, meðan tárini runnu
eftir kjálkunum.
Verður aftur
Pressustjórin hjá Kanal 5
Mariah Tastum viðgekk,
at eisini hon var rørd,
og var sera vælnøgd við
sendingina.
- Hetta var ordiliga gott
sjónvarp, segði hon við
okkum eftir sendingina og
kundi avdúka, at longu nú
er avgjørt, at Kanal 5 aftur
komandi ár fer at senda
Kan Du Danse?
Mariah
Tastum
var
heldur ikki varðin við at
rósa framleiðslustjóranum,
føroyinginum Per Zacharias
sen, ið hevði gjørt eitt megn
aðararbeiði.
- Hevði hetta verið sent
DR ella TV2, so hevði send
ingin eina millión hyggj
arar, staðfesti eitt av starvs
fólkunum, á lítlu kanalini, á
veg í barrbussin, ið koyrdi
bæði starvsfólk, luttakarar,
vertir, fjølmiðlar og gestir
inn á trendy dansistaðið
Emma’s, ið var karmur um
eftirveitsluna.