fríggjadagur 1. desember 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 233 - 1. desember 2006
Sunnudagin verður
rættiligur bókadámur
í Norðurlanda
húsinum. Á skránni
er stór framsýning,
upplestur, tónleikur,
pallborð og fyrilestur.
Norski høvundin Lars
Saabye Christensen
verður millum
luttakararnar.
Bókmentir
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í sambandi við bókadagin
verður
bókaframsýning
við ársins føroysku bókum
sett upp í forhøllini í Norð
urlandahúsinum.
Hesum
skipar Rit&Rák fyri.
Sjálvt tiltakið byrjar í
Kringruni klokkan 15, har
Heðin M. Klein, formaður
í Rithøvundafelag Føroya,
hevur vælkomuorð.
“Martin Joensen og hin
ir” syngja og spæla úr Lat
meg goyma teg (bók) og
Á brúnni (fløgu). Bergtóra
Hanusardóttir
lesur
úr
nýggju
skaldsøgu
síni:
Burtur. Kim Simonsen les
ur yrkingar úr savninum:
Náðisólin.
Carl
Jóhan
Jensen lesur úr savninum:
September
í
bjørkum
sum kanska eru bláar, í
nýliga komu út á fløgu.
Absalon Absalonsen lesur
úr ævisøguni: Jóan Petur
hjá Mouritsi. Høgni Mohr
lesur úr greinasavninum:
Ali babba og 49 aðrar
blaðgreinir.
Oddvør
Johansen lesur upp úr
nýggjastu útgávuni: Úr
køksvindeyganum
og
“Martin Joensen og hinir”
syngja og spæla úr nýkom
nari bók og fløgu
Forkunnug vitjan
Tiltakið heldur fram í for
høllini klokkan fýra, har
norski rithøvundurin Lars
Saabye Christensen hug
leiðir um sítt skrivliga virk
semi: ERINDRING OG
FANTASI. Lars Saabye
Christensen, f. 1953, er
ein tann gávuríkasti rithøv
undurin í Noregi í okkara
tíð. Hann hevur síðan frum
útgávu sína í 1976 givið
út fjøruti bøkur, helst
skaldsøgur, stuttsøgur og
yrkingar, men eisini t.d.
leikir
og
filmshandrit.
Fleiri bøkur hjá honum eru
filmaðar. Í 2002 fekk hann
norðurlendsku bókmenta
virðislønina fyri skaldsøg
una Halvbroren (2001), sum
er týdd til fleiri enn 20 mál.
Síðan tá hevur hann givið
út stuttsøgur, yrkingar og
tríggjar skaldsøgur: Maske
blomstfamilien
(2003),
Modellen (2005) og Saa
byes cirkus (2006).
Tjóðskapur og
bókmentir
Klokkan fimm verður pall
borð í forhøllini: Tjóðskapur
og bókmentir – forteyt og/
ella forðing? Við pallborðið
sita: Malan Marnersdóttir,
Rói Patursson, Turið Sigurð
ardóttir, Kim Simonsen
og Carl Jóhan Jensen Orð
stýrari: Ivan Niclasen.
Rithøvundafelagið
og
Norðurlandahúsið siga frá,
at øll eru væl komin, og at
tiltakið er ókeypis.
Starvslýsing
Bókadagur í
Norðurlanda
húsinum
sunnudagin