Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 233 - 1. desember 2006 Nú ið jólahøgtíðin nærkast, verða jóla­ trøini í Tórshavnar kommunu tendrað. Tíðindaskriv Siðvenja hevur verið, at leygardagin fyri 1. sunnu­ dag í advent verður jólatræið á Vaglinum tendrað, og soleiðis verður eisini í ár. Seinastu dagarnar hev­ur arbeiðsfólkið í komm­ununi pyntað um vakra mið­býin, har m.a. ljós­perur, grann­ bendlar og jóla­stjørnur hanga í trøum og tvørtur um gøturnar. Eftir er so at tendra størsta jóla­træið í landinum, tað á Ting­hús­ vøllinum, og tað verður gjørt leygardagin 2. desemb­ er kl. 15.30. Men tað er ikki sum at siga tað at tendra eitt so høgt og stórt træ. Tí hevur høvuðsjólamaðurin heitt á aðrar jólamenn og vættrar í Suðurstreymoy at vera sær til hjálpar. Stigabilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliði, ið hevur ein 30 metrar langan stiga, og gamli brand­bilurin frá 1937, eru eisini boðsendir at verða á Vaglinum, tá ið jólatræið verður tendrað. Fyri at koma í rættan jólahýr fer Havnar Horn­ orkestur at spæla nøkur jólaløg. Umframt jólamenn, vættrar og jólatónleik fara Heri Joensen, prestur, og Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, at bera fram hvør sína jólaheilsan. Kl. 16 ella eftir, at jóla­ træið er tendrað, fer barna­ kórið Dropar í Tórshavnar Musikkskúla at syngja jóla­sangir á trappuni í Ebenezer. Býráðspolitikarar, prest­ ar, tónleikarar og onnur hava ein strævnan sunnudag fyri framman, tí um vikuskiftið verða eisini onnur jólatrø í kommununi tendrað. Sagt verður, at kanska verður onkur jólamaður at síggja. Byrjað verður í Kaldbak kl. 15.30 og enda verður í Norðradali kl. 18.30. Seljari við telefonitis TRYGD leitar eftir søluráðgeva til teledeildina. STARVIÐ Talan er um eitt sera spennandi og sjálvstøðugt starv, har uppgávur tínar verða at selja tryggingar og ráðgeva fólki um telefon. Arbeiðstíðin er frá mánadegi til hósdag millum kl. 16.00 og 22.00. Saman við starvinum fylgja møguleikar fyri útbúgving á tryggingarakademinum umframt innanhýsis søluskeið. TÚ Tú ert í bestu árum, dugir væl at selja, elskar at tosa við fólk, og so ert tú orðkringur og fyrikomandi sum fáur. Telefonin og tungubandið eru tínir bestu vinir – avbjóðingin og hitt góða úrslitið tín størsta gleði. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, dugir væl samstarva og tekur ábyrgd. Tú arbeiðir eisini skjótt og hevur sjálvandi handilsligan sans. UMSÓKNIR OG STARVSSETAN Starvið verður sett og lønt eftir serstøkum sáttmála. Vit vilja seta starvið sum skjótast, men eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Skrivlig umsókn við curriculum vitae og viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi innan 15. desember 2006. Send umsóknina til P/f Trygd, Att.: Heidi P. Christensen, Gongin 7, Postboks 44, 110 Tórshavn, ella til hpc@trygd.fo. R E P R O Z UMSÓKNARfREISTIN ER 15. DES. 2006 SOLEIÐIS ER TRYGD TRYGD er ein skjótvirkin og slóðbrótandi fyritøka, ið mangan setur dagsskránna í føroyska tryggingarheiminum. TRYGD grundar virksemi sítt á dygd, skjóta avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og lønsemi. TRYGD er eisini ein sterk og framlítandi eind, ið veit, hvussu týðandi tað er at geva fjølbroyttum og skapandi menniskjum rásarúm. Hjá TRYGD starvast 30 fólk, og vit umseta í dag fyri meira enn 70 mió. krónur um árið. TRYGD bjóðar tær góðar møgu­ leikar fyri yrkisligari og persónligari menning í einum virknum og nýskapandi toymi. Tú verður við til at flyta felagið inn í framtíðina, og vit síggja tínar persónligu dygdir sum ein týðandi lut í at gera TRYGD enn sterkari. Kemur tú við? Jólini nærkast í hvørjum.... Skráin sunnudagin 3. desember sær annars soleiðis út: Kaldbak Kl. 15.30 verða Jógvan Arge, Magnus Jørgensen og G.H.M. í Kaldbak, tá ið jólatræið har verður tendrað. Hvítanes Kl. 16 verður jólatræið á Hvítanesi tendrað. Á Hvítanesi verða Jan Christiansen, Heri Joensen og Havnar Horn­ orkestur. Hoyvík Kl. 17 fara Leivur Hansen og Magnus Jørgensen at tendra jólatræið í Hoyvík. Hoyvíkingar eru ógvuliga sangglaðir, og hava tí heitt á barnakórið í skúlanum at syngja nakrar jólasangir. Argir Samstundis sum jólatræið í Hoyvík verður tendrað, verður jólatræið á Argjum, sum stendur vestan fyri gomlu alistøðina hjá Føroya Sílaveiðufelag við Sandá tendrað. Kl. 17 fara Annika Olsen og Sverri Steinholm at siga nøkur orð. Argjafólk ynskja at hoyra nøkur jólaløg, og hesum tekur G.H.M. sær av. Velbastaður og Norðradalur Á Velbastað verður jólatræið tendrað kl. 18. Annfinn Brekkstein og Andrass Arge fara at røða. Har verður eisini tónleikur, ið Havnar Hornorkestur fer at spæla, og ein hálvan tíma seinni, kl. 18.30 verður seinasta jólatræið tendrað. Tað er træið í Norðradali. Har fer Jan Christiansen at umboða býráðið. Í Norðradali verða eisini Sverri Steinholm og G.H.M. Í Syðradali, í Kollafirði, í Nólsoy og í Hesti verða jólatrøini tendrað í næstu viku. Um hesi tiltøkini hoyra vit um seinni. Høvuðsjólamaðurin hevur heitt á aðrar jólamenn og vættrar at hjálpa sær og Stigabilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliði, ið hevur ein 30 metrar langan stiga, og gamli brandbilurin frá 1937, eru eisini boðsendir at verða á Vaglinum, tá ið jólatræið verður tendrað.