Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2006 35 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond –Tað er uppgávan hjá okkum øllum at stríðast ímóti AIDS Kofi Annan Stutt sagt Demokratiið í vanda Libanski stjórnarleiðarin, Funad Sisiora, ávarar nú um, at tann demokratiska skipanin í Libanon er í vanda, eftir at Hizbollah hevur mælt sínum við­ haldsfólki til at ganga mót­ mælisgongu fyri at noyða stjórnina at leggja frá sær. Síðani vápnahvíldina millum Ísrael og Hiz­ boll­ah í august hevur Hizbollah lagt stjórnina hjá Siniora undir at ganga ørindi fyri USA og Ísrael. Tað hevur millum annað havt við sær, at Hizbollah hevur tikið sínar ráðharrar úr stjórnini í Beirut. Rørsl­an, sum hevur ein triðing av limunum í tjóð­ artinginum, krevur eina savningarstjórn ístaðin fyri verandi stjórn. Tikin aftur Fyri fýra døgum síðani flýddi drápsmaðurin Juha Valjakkala úr einum svenskum fongsli, men í gjár kom finska løgreglan fram á hann í einari íbúð í Helsingfors. Tann 41 ára gamli finnlendingurin skal sita í fongsli alt lívið, tí hann myrdi trý fólk í Svøríki tann 3. juli í 1988. Beint eftir morðini bleiv hann tikin í Danmark og sendur til Svøríkis, har hann fekk lívlanga fong­ sulsrevsing. Nú verður hann aftur sendur til Svø­ríkis - hesaferð úr Finnlandi. Stjala hundar Alt fleiri hundar verða stolnir í Danmark. Tað hendir serliga, tá fólk fara í handilin at keypa og lata hundin standa bundnan uttanfyri. Danska hunda­ eigarafelagið sigur, at tað eru serliga smáir hund­ ar, sum verða stolnir, og felagið heldur, at tjóv­ arnir selja teir seinni. Tað kann loysa seg, tí í dag kostar ein vanligur hundur sjáldan minni enn einar 8.000 krónur í Danmark, og summi hunda­sløg koma upp í 15.000 krónur. Talið á deyðum eftir ódnarveðrið í Filipsoyggjunum veksur framvegis. Veðurmenninir í Filips­ oyggjunum høvdu ávarað um, at Durian kundi gerast ein tann ringasta ódnin, sum nakrantíð hevur rakt landið. Áðrenn ódnin bar við land seinnapartin í gjár, var vindferðin om­an fyri 80 metrar um sekundið í hvirlunum, og myndugleikarnir tóku tí fleiri stig fyri at tálma av­leiðingunum. Hóast ódnin linkaði nakað, tá hon bar við land, hevur hon gjørt ovurhonds stóran skaða. - Higartil hava vit fingið boð um, at minst 146 fólk eru deyð í skriðulopum í trimum økjum, og har verð­ ur leitað eftir 75 øðrum, sum ikki eru komin afturíaftur, segði ein talsmaður hjá Reyða Krossi fyrrapartin. Ein talsmaður hjá mynd­ ugleikunum segði, at bjarg­ ingarlið hava funnið fleiri lík í býunum Dranga, Santa Domingo og Busay. Í Dranga var eitt skriðulop, sum legði fleiri hús undir, og bjargingarliðini stúra fyri, at fleiri hava latið lív har. Í Albay-landspartinum, sum er í landssynning úr Manila, verður eisini sagt frá skriðulopum. Dueian gjørdi serliga um seg á leiðini við gos­ fjallið Maount Mayon. Guvernørurin har sigur, at støðan er sera ring. Enn hava bjargingarliðini bara leitað í tveimum bygdum, og har eru fleiri funnin deyð, men guvernørurin sigur, at støðan er ivaleyst tann sama í øðrum bygdum. Fyri trimum mánaðum síðani doyðu næstan 200 fólk, tá ódnin Xangsanr herjaði tann norðara partin av Filipsoyggjunum. Tey seinastu 25 árini eru 25 milliónir fólk deyð av AIDS. Í dag eru minst 40 milliónir fólk smittað. Í sambandi við altjóða AIDS-dagin í dag heitir ST- aðalskrivarin, Kofi Annan, á heimsins stjórnarleiðarar um at leggja størri dent á fólkaheilsuna og at gera nakað munagott við AIDS- trupulleikan. - Men tað eru ikki bara myndugleikarnir, sum skulu vísa ábyrgd. Tað er uppgávan hjá okkum øllum, sigur Annan, sum vil hava umheimin at játta meiri pening til bardagan ímóti sjúkuni. Hann vísir á, at í løtuni verða 48 milliónir krónur brúktar til bardagan ímóti AIDS í syðra parti av Afrika, og tað er alt ov lítið. - Tað loysr ikki trupul­ leikarnar, sigur ST-aðal­ skrivarin. Uppgerðin hjá ST vísir, at tey seinastu 25 árini eru 25 milliónir fólk deyð av AIDS, og at í dag eru umleið 40 milliónir fólk, sum hava smittuna í sær. Serliga tann syðri parturin av Afrika er meint raktur. Í Suðurafrika verður roknað við, at annað hvørt fólk doyr av AIDS, áðrenn tað fyllir 60. Í Danmark eru umleið 5.000 fólk, sum eru smittað, og 2.900 eru í viðgerð fyri sjúkuna. Á hvørjum ári verða millum 250 og 300 nýggir tilburðir skrásettir í Danmark. Ein millión doyggja av AIDS um árið Durian kravdi minst 200 mannalív