Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 233 - 1. desember 2006 Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv Skrivstovufólk til Býarbókasavnið Vegna farloyvi verður søkt eftir einum skrivstovufólki til fulltíðarstarv til Býarbókasavnið. Farloyvistíðin er til 1. januar 2008. Starvið verður at seta 1. januar 2007 ella skjótast til ber. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 18. desember 2006. Viðmerkið umsóknina „Býarbókasavnið“. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til til Onnu Brimnes, býarbókavørð ella Eydnu Bernhardson, skrivstovufólk, tlf. 302030. Pedagogur til Býlingshúsið í Maritugøtu Søkt verður eftir einum pedagogi til barnagarð, at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. januar 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum í Maritugøtu, Maritugøta 50, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánnadagin 18. desember 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingu-Mariu Amandusardóttir, stovnsleiðara, tlf. 302400 ella 272929. Pedagogur til Barnagarðin við Velbastaðvegin Søkt verður eftir einum pedagogi, til vøggustovu, at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. januar 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Barnagarðinum við Velbastaðvegin, Velbastaðvegur 41, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. desember 2006. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Monu Mohr, stovnsleiðara, tlf. 314373. Pedagogar til Dagstovnin í Løkjatúni Søkt verður eftir tveimum pedagogum – einum til vøggustovu og einum til barnagarð – at arbeiða 30 tímar um vikuna, at byrja 1. januar 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum í Løkjatúni, Løkjatún 5, 160 Argir í hendi innan mánadagin 18. desember 2006. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Johannesar, stovnsleiðara, tlf 302390 ella 214227. Tórshavnar kommuna Leys størv www.husamekling.fo HÚSAMEKLING Keyp og søla av fastari ogn tel 31 93 21 V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n • T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1 Húsini eru í tveimum hæddum, tey hava øll karnapp og kunnu eisini fáast við kvisti ímóti meirkostnað. Við í prísinum er innrætting av øllum húsinum, tó ikki tapet og málaraarbeiði innan og uttan. Umhvørvið er frítt og barnavinarligt, og stuttur teinur er til dagstovn, skúla, handils og bátahyl v.m. Adressa:......................400 Oyrabakki Stødd á húsum: ..........Uml. 80 m² + loft Loft: ..............................3 kømur, stova/gong v. trappum, wc/bað Miðhædd:.....................Køkur, stova, hjúnarúm, wc/bað, gong v. trappum, fýr-/vaskirúm. Kjallari: .......................Ongin Stødd á grundøki:......280 m² Byggiár: ......................2007 Yvirtøkudagur: ...........Eftir avtalu Kostnaður: .................Kr. 1.275.000,- Áhugað verða biðin um at ringja ella støkka inn á gólvið hjá Húsamekling. Her kunnu vit greiða nærri frá projektinum og útvega tekningar. Eisini eru tekningar og prísir at síggja á heimasíðu okkara: www.husamekling.fo Tvíhús í gerð á Oyrabakka til sølu Lýsing eftir dagrøktarum Søkt verður eftir dagrøktarum til kommunalu dagrøktina í Fuglafjarðar kommunu at byrja tann 1. januar 2007 ella sum skjótast eftir hetta. Ein treyt fyri at søkja starvið er, at dagrøktarheimið skal verða barnavinarligt innrættað, har rúm er til børnini at spæla, og at eitt hóskandi trygt spæliøki er uttanfyri. Størvini, talan er um, eru tíðaravmarkað fyribils ½ ár til 1 juli 2007. Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya fyri dagrøktarar. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at ringja til Eyðgerð A. Petersen, dagrøktarleiðara á telefon 214 950, ella Irenu Olsen, sosialdeildarleiðara á telefon 445 006. Møguligar umsóknir, ið skulu verða skrivligar, skulu verða Fuglafjarðar kommunu, postboks 30, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi leygar- dagin tann 16. desember 2006. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Fuglafjarðar Kommuna lýsingar Lesið -tað loysir seg