Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2006 39 Føroya Studentaskúli og HF-skeið Mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum rekt ara til Føroya Studentaskúla og HF-skeið. Føroya Studentaskúli og HF-skeið er ein gymnasialur mið- námsskúli og skal útbúgva málsligar- og stødd frøðiligar studentar og HF-arar, soleiðis at hesi gerast før fyri at taka eina hægri útbúgving. Høvuðsuppgávur rektarans eru, at: • Standa á odda at menna Føroya Studentaskúla og HF-skeið • Hava fyrisitingarligu leiðsluna av stovninum • Hava námsfrøðiligu leiðsluna á stovninum • Skapa trivnað og menna starvsfólk á stovninum • Tryggja, at fíggjarligi raksturin á stovninum verður so skilagóður sum til ber og • Fremja gott samstarv við aðrar skúlar, stovnar o.o., ið varða av økinum Rektarin er dagligi leiðari skúlans og hevur ábyrgdina av øllum virksemi skúlans mótvegis landsstýrismanninum. Rektarin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum støði, og at undirvísing og manna- gongdir eru í samsvari við nútímans krøv. Umsøkjarin Tú skalt hava kandidatútbúgving ella samsvarandi útbúgving frá lærdum háskúla og hava kunnleika til undirvísingarøkið. Vit vænta at tú: • Hevur hug og hegni at leiða, og at tú við tínum leiðslu- hátti skapar trivnað og mennir starvsfólk, næmingar og skúlan sum heild • Hevur hug at menna skúlan í heimligum eins og í altjóða høpi, • Ert visjoner/ur, hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir og taka av teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman • Hevur evni og vilja til at samstarva • Ert sjónlig/ur í leiðarastarvinum, og dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum • Hevur skil fyri fíggjarstýring og góðar fyrisitingarligar førleikar • Hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum og • Hevur førleika at orða teg væl á føroyskum, norður- lendskum og enskum máli Viðmerkjast skal, at gymnasialu miðnámsútbúgv ingar- nar í løtuni verða endurskoðaðar, og verður rektarin við í hesum arbeiði. Vit bjóða Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nógvum skift- andi uppgávum, og við nógvum samskifti inn- og út eftir. Setanar- og lønartreytir Starvið er fl okkað samsvarandi 38. lønarfl okki sambært Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastu- mannastarv. Lønin er í løtuni kr. 44.571,19 + 15 % í eftirløn um mánaðin. Talan kann møguliga verða um, at starvið verður áramálssett, tá verður eitt ávíst løn arískoyti latið. Tann, ið settur verður, skal standa á odda fyri øllum undirvísingarvirksemi og allari menning á skúl anum. Mentamálaráðið ásetir nærri reglur um náms frøðiliga út- búgving, undirvísingarskyldu o.a. hjá rektaranum Viðmerkjast skal, at møguliga verða bygnaðarbroytingar settar í verk í sambandi við endurskoðanina av gymnasi- alu miðnámsútbúgvingunum, og tí má tann, ið sett/ur verður, góðtaka broytingar í starvsviðurskiftum, setanar- og løn artreytum. Umsókn Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn Ella til t-post: mmr@mmr.fo Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 3. januar 2007, kl. 16.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Eybjørn Poulsen, deildarstjóra, á telefon 355075 ella 555075. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt varðir Mentamálaráðið av uppgávum viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Heimasíða Mentamálaráðsins er: www.mmr.fo Á Føroya Studentaskúla- og HF- skeiði eru 466 studentaskúlanæmingar og 79 HF næmingar. Í skúlanum starvast 91 fólk, og av hesum eru 74 lærarar. Miðnámsskúlin í Suðuroy er partur av ábyrgdarøkinum hjá rektaranum. Í skúlanum eru 94 næmingar og 16 starvsfólk. Heimasíðan hjá Føroya Studentaskúla –og HF-skeiði er: www.hoydalar.fo Rektari til Føroya Studentaskúla og HF-skeið sansir.fo Ert tú ein góður leiðari, ið vil taka ábyrgd av at leiða og menna størsta miðnámsskúlan í landinum? So ert tú leiðarin, sum vit leita eftir Leikaløtan 2006 á Dramaverkstaðnum Í brekkuni til ítróttarhøllina á Nabb. Atgongumerkir: í Kunningarstovuni og 1 tíma undan sýning á Dramaverkstaðnum. Børn undir 5 ár skulu vera saman við vaksnum. Prísur: 40 kr. Mánadag 04. des. kl. 18.00 Týsdag 05. des. kl. 18.00 Mikudag 06. des. kl. 18.00 Hósdag 07. des. kl. 18.00 Fríggjadag 08. des. kl. 18.00 Leygardag 09. des. kl. 16.00 og kl. 18.00 Sunnudag 10. des. kl. 16.00 og kl. 18.00 Nabb Til sølu Nissan Navara pick-up. Dupulta kabinu, 2.5 td 4WD. Árgangur 2000. Km 70.794. Prísur 150.000,- kr. Tel. 31 98 18 lýsingar Lesið -so eru tit við!