fríggjadagur 1. desember 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 233 - 1. desember 2006
Fulltrúi til Almanna-
og heilsumálaráðið
Eitt starv sum fulltrúi í Almanna- og heilsu mála ráðnum
er leyst at søkja til setan 1. januar 2007, ella eftir nærri
avtalu.
Um starvið:
Talan er um eitt starv á fíggjardeildini, har tú fyrst og fremst
kemur at ansa eftir, og hava umsjón við útreiðslunum
til serviðgerð uttanlands og at ráðgeva stovnsleiðslum
um fíggjarviðurskifti. Harumframt kemur tú at vera við
til at gera konsekvensútrokningar av lógum og øðrum
fyriskipanum innan Almanna- og heilsumálaráðið.
Serviðgerð uttanlands eru tær útreiðslur, sum landið
hevur í samband við, at sjúklingar verða sendir av landi-
num til viðgerðar, í fl estu førum niður til Danmarkar á
Ríkis sjúkrahúsið.
Starvið er áhugavert og mennandi við skiftandi og fjøl-
broyttum uppgávum, sum skulu loysast í samstarvi
við hini starvsfólkini í ráðnum. Starvið er sjálvstøðugt,
og góðir møguleikar eru fyri skeiðum og framhaldandi
førleikamenning.
Fyri framman standa nógvar stórar avbjóðingar viðvíkjandi
fíggjarstýringini í Almanna- og heilsumálaráðnum. Gongd
skal setast á, at tað almenna fer at arbeiða við mál og
avriksstýring, sum er ein stór og spennandi avbjóðing fyri
Almanna- og heilsumálaráðið.
Førleikakrøv:
Viðkomandi búskaparfrøðilig útbúgving frá hægri læru-
stovni, góðan teldukunnleika, umframt royndir, hug og
evni at arbeiða við útrokningum og hagtølum.
Starvsroyndir frá miðfyrisitingini er ein fyrimunur.
Harumframt vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevnir og
evni at orða teg greitt í skrift og talu, og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Viðmerkjast
skal, at setanin fevnir um Almanna- og heilsumálaráðið
og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og
onnur aðalráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Almanna- og heilsumálaráðið
Eirargarður 2
FO 100 Tórshavn.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 18. desember 2006. Nærri fæst at vita um
starvið við at venda sær til Turid Arge, deildarstjóra, tlf.nr.
30 40 50 ella teldupost: turid@ahr.fo, har eisini møguleiki
er at biðja um starvslýsing.
Almanna- og Heilsumálaráðið
Almanna- og heilsumálaráðið umsitur almannamál, heilsumál, og bústaðar-
mál. Tað starvast í løtuni 32 fólk í ráðnum. Uppgávan hjá Almanna- og
heilsumálaráðnum er í høvuðsheitinum at ráðgeva lands stýrismanninum,
at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur og at veita stovnum
undir ráðnum ráð og vegleiðing. Hvørjar uppgávur Almanna- og
heilsumálaráðið røkir sæst eisini á heimasíðu okkara www.ahr.fo
Vit draga eina línu
Vit seta skynsemi í hásæti
Vit vilja vita
Vit bróta slóð
Útbjóðing
Vestmanna Kommuna bjóðar við hesum út
alment vegarbeiðið við longjan og umbygging
av Fjalsvegi í Vestmanna.
Arbeiðið fevnir um spreinging, avgrevstur og
uppbygging av 354 m av vegi við tilhoyrandi
tekniskum installatiónum til og við planering við
forknústum tilfarið.
Vegarbeiðið er á tveimum teinum. Statión 0
til 160 er lækking og umbygging av íbinding
í Ovara Veg. Statión 430 til 624 er leingjan av
vegi.
Arbeiðsfrágreiðing og tilboðslisti kunnu heintast
á www.vestmanna.fo Útbjóðingartilfar kann
bíleggjast hjá Vestmanna kommunu í seinasta
lagi hósdagin 14. desember 2006 móti veðhald
3.000 kr., sum verður at rinda í krossaðum
kekki ella inn á konto í Føroya Sparikassa nr.
9181-1230974 ella konto í Føroya Banka 6460-
1106289.
Licitatiónin verður hjá teknisku deild í Vestmanna
kommunu týsdagin 9. januar 2007 kl. 14.00.
Boðini verða tá latin upp, og kunnu teir bjóðandi
vera hjástaddir.
Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 16
FO-350 Vestmanna
Telefon +298 470 115
Telefax + 298 470 113
e-mail: vestmanna@vestmanna.fo
www.vestmanna.fo
lýsingar
www.sosialurin.fo
900 dagar
Í singapore
Jústinus leivsson eidesgaard
orlagið Hellurnar gevur triðja árið á rað út bók. Hesa
ferð eitur bókin „900 dagar í Singapore“ og fevnir
um teir 900 dagarnir, høvundurin Jústinus Leivsson
Eidesgaard starvaðist í Singapore frá august 1996 og fram
til januar 1999.
Hetta tíðarskeið vóru hjúnini Poula og Jústinus Eides
gaard savningarstaðurin hjá teimum mongu føroyingunum,
sum vitjaðu Singapore, serliga sjómenn, men eisini vanlig
ferðandi. Fleiri litmyndir prýða bókina millum annað við
skipavitjanum og føroyingum í Singapore.
Bókin er skrivað í tveimum høvuðsløgum og einum
triðja, sum av og á kemur til sjóndar. Beinagrindin eru
útisetabrøvini, sum høvundurin skrivaði heim til lands
menninar, og sum vóru lisin upp í útvarpinum. Hesi
vóru sera væl móttikin heima. Hetta er fyrsta lagið, næsta
lagið er søgan um Singapore fram til loysing í 1965. Tað
er grundarlagið fyri, at landið, sum er minni enn Føroyar
og telur yvir 3 milliónir íbúgvar, er heimsins fjórríkasta
land, og hevur lyft seg út triðja heiminum og inn í fyrsta
eftir einum ættarliði. Triðja lagið eru eygleiðingarnar,
høvundurin gjørdi, nú hann vitjaði aftur í fyrst í hesum
árinum.
Bókin vísir eisini føroyingum, at smáar tjóðir kunnu
røkka ovastu rók.
Forlagið Hellurnar
v/Jústinus Leivsson Eidesgaard
F
www.foroyaprent.fo
Ovaragøta 1, 188 Hoyvík, Tel. 322800 ella 223143
justinus@post.olivant.fo, www.hellurnar.com
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in