Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 233 - 1. desember 2006 Tað eru nógvir pengar at vinna, um tú hevur eydnuna við tær í Hollywood – heimsins filmshøvuðsstaði. Og tað eru ikki bara menn, sum vinna stóru peningaupphæddirnar, tá ið filmar skulu spælast inn. Kvinnurnar klára sanniliga eisini at verða við, og ein nýggj uppgerð vísir, at best lønta kvinnan fær umleið 100 milliónir krónur fyri ein film. Tað er australska Nicole Kidman, sum stendur ovast á listanum í løtuni. Hon hevur rættiliga tikið seg fram í Hollywood seinastu árini, og næsta ár hevur hon høvuðsleiklutin í filminum Invasion, og tað hevur fingið hennara løn at fara upp í topp. Seks av kvinnunum, sum eru at finna á topp 10, hava vunnið eina Oscar-virðisløn, so tær eru eisini viðurkendar á annan hátt enn við stórari løn. Topp 10 listin sær soleiðis út: 1. Nicole Kidman, 2. Reese Witherspoon, Renee Zellweger, Drew Barrymore, Cameron Diaz, Halle Berry, Charlize Theron, Angelina Jolie, Kirsten Dunst og Jennifer Aniston. Lønin hjá hesum kvinnum er millum 100 milliónir krónur og 60 milliónir krónur. Drew Barrymore, Cameron Diaz, Kirsten Dunst og Jennifer Aniston hava ikki enn vunnið Oscar- virðisløn fyri síni avrik á hvíta tjaldinum, men heimskendar eru tær allar. Hollywood-kvinnur vinna nógvar pengar Nicole Kidman, her í filminum The Inter­ preter, er best lønta kvinnan í Hollywood Jólatræið í Havn verður tendrað á Vaglinum leygardagin 2. desember kl. 15.30. Jólasmátturnar verða eisini opnar, og jólamenn, vætrar og tónleikur verður í býnum. Handlarnir i Miðbýnum hava opið til kl. 18. Kunningarstovan Samsung Z540 Marconi Sverrisgøta 9 100 Tórshavn Telefon: 357777 Fartelefon:213939 jbh@post.olivant.fo Nilan Ventila- tións verk við innbygdari hitapumpu VEITIR EITT GOTT INNIKLIMA VIÐ AT: • Sikra eina støðuga útskifting av luftini • Upphiting av frískari luft • Avfuktar og endurvinnur hitan í inniluftini • Avmarkar allergigener Verður uppsett av góðkendum montøri. N. Finsensg. 7 · Tórshavn · tlf 311687 Til tann professionella og til nýbyrjaran Skóhornið Føroya bíligasti skóhandil Skógvar til bæði kvinnur, menn og børn Bøgøta 2 Tlf 321326