Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2006 55 Tónleikarin og undirhaldarin Sigurd Barret, sum fyri kortum var í Føroyum og hevði fleiri fram­ førslur, fer í desember mánaði at undirhalda smáum og stórum saman við Danmarks Radio Big Band. Sigurd er framúr góður undir­haldari, og hann hevur seinni árini verið nógv frammi í donsku sjónvarpi, har hann ger send­ingar til børn. Konsertirnar, sum hann fer at hava í desember mánaði, eru eisini gjørdar við børn­unum í huga. Sigurd dugir væl at spæla og syngja sjálvur, men tað verður enn meira tyngd í tónleikinum, nú DR Big Band eisini fer at spæla saman við honum. Big bandið hjá Danmarks Radio spæl­ ir nógvar konsertir, og oftast hava tey solistar afturat sær. Eivør Pálsdóttir hevur verið ein av solistunum sum DR Big Band hevur havt konsertir saman við. Tónleikurin á konsertunum við Sigurd Barrett verður lættur og svingandi jazztónleikur. Nógvir av teimum kendu sangunum frá barnasendingunum á DR verða eisini framførdir í nýggju hami, og fleiri av djórunum, sum eru við í barnasendingunum, verða eisini til staðar í sambandi við konsertirnar. Sigurd Barrett og DR Big Band fara at hava konsertir í Keypmannahavn, Slagelse, Holbæk, Svendborg, Viborg og Randers. Fullfíggjað skrá er at finna á www.dr.dk/ bigband Barrett og DR Big Band Kvik Køkssentrið Hoyvíksvegur 65 100 Tórshavn Tlf. 31 24 80 Far. 51 24 80 Køkar & baðirúmsmøblar ...eisini gávulutir PhotoCare klárar allar jólamyndirnar! 31 7 9 13 Dr. Jakobsensg. 12 FO-100 Tórshavn njac@kallnet.fo Rein føroysk ull! Tel 42 22 70 Norðskáli STANLEY Gávur Leikur Búnýti J.C. SVABOS GØTA 8 · FO-100 TÓRSHAVN TEL. 30 91 30 · WWW.STIKKAN.FO Nýtt í Føroyum BERT HJÁ OKKUM Nálatøvimaskina FO-900 Vágur · Tlf. 37 30 65 · Fax 37 39 34 · smija@post.olivant.fo X-box innbúgv, Oras kranar, Danline gosbað, peisir v.m. HITI | VATN | SANITET | VENTILATIÓN