Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-01, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. desember 2006síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

56 Nr. 233 - 1. desember 2006 Hvussu fert tú at halda jól í ár? Vit eru nú fimm her í húsinum, og vit eru boðin jólaaftan til elstu dóttrina og hennara húski Hinar dagarnar hava vit gestir ella vitja familju. Triðja jóladag hittast trý húski her í gøtuni til ein nátturða. Vit eru um 30 børn og vaksin. Vit hava gjørt hetta hvørt ár í skjótt 25 ár, og tað er altíð eitt sera stuttligt og hugnaligt kvøld. Hvat etir tú til døgurða á jólum? Jólaaftan eta vit dunnu og tað, sum hoyrir til, og vanligan mandlugreyt. Annars í døg­unum, sum koma, eta vit ræst kjøt og annað gott, sum hoyrir jólunum til. Hvat er tað besta við jólum? Tað besta má vera orsøkin, hví vit halda jól. At øll okkara stákan og ljós og gávur er ein háttur at vísa yvir á Jesusbarnið, sum var føtt ávíst ár í Bethlehem, men sum ikki var verandi í krubb­uni, sum vit kanska halda, tá jólini eru farin framvið, men Hann vaks upp til mans og fullførdi sín gerning. Annars – so havi eg altíð hild­ið at dagarnir millum jóla og nýggjár eru nakrir góðir dagar. Øll taka sær av løttum, man kann sita í frið og náðum og lesa eina góða bók, gera okkurt eyka gott til matna, spáka ein túr, hava gestir. Hvat er minni gott við jólum? Á jólum halda vit, at alt má vera gott – barnanna veitsla – at øll nú mugu vera glað og trygg. So tað er ein stór andsøgn, um foreldur ikki megna at skapa tryggar og góðar karmar fyri einum barni av t.d. rúsdrekka ella aðrari illstøðu. Børn hava onki alternativ, ongan val­møgu­leika, tey eru prísgivin til síni for­eldur. Hevur tú nakrantíð hildið jól uttan­lands? Nei, tað eigi eg á. Hvønn jólatónleik dámar tær best? Allan jólatónleikin sum hann er – bert ikki norskt/svenskt country. Hvat ynskir tú tær í jólagávu? Tað man ikki vera tað stóra – heldur ynski eg mær, at tey sum eg elski hava frið og eru glað og nøgd og sama ynski eg fyri øll onnur. Tá hava vit jól! Armgarð Arge, útvarpskvinna Vinn ein ferðaseðil - hvønn dag á Atlantic.fo www.sansir.fo Jólamerkini 2006 - við fylgir ein bóklingur við 30 bakiuppskriftum 30,- kr Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · fax 31 07 45 Einar mikkElsEn sp/f Fæst við hvítum, reyðum og svørtum glasskermum. Ljósdempari er á lampuni. www.husamekling.fo HÚSAMEKLING Keyp og søla av fastari ogn Vaglið • FO-100 Tórshavn • Tel 31 93 21 • Fax 31 93 31 Hús í Æðuvík til sølu Bassets Lakritskonfekt 600 g 69,95 JOHANNES ANDREASEN Norðuri í Sundum 33 | 410 Kollafjørður | tlf. 421273 fart. 211473 | judiholm@post.olivant.fo Tógvbiksin Vit hava alt tað nýggjasta frá Sandnes! Opið er: mán. - frí. 15.00-19.00 leyg. 10.00-14.00