Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Her búgva tey fýra B 4 + A 3 + Jákup Olsen, vinnulívs- maður, vágur Jákup Olsen býr í 40 ára gomlu sethúsunum í Vági. Hóast húsini eru ríkiliga stór, nú børnini eru flutt heimaní- frá, royna tey at nýta øll húsini enn, so lív er í. Myndin er tikin niðaneftir, so vit síggja ikki frálíka útsýnið, sum hevur so stóran týdning fyri Jákup. D 1 + annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna Fyri tJóðveldisFlOkkin, HOyvík. Annita hevur búð í húsunum í sjey ár og hon leggur stóran dent á, at tað skal vera ljóst og luftigt í heiminum. – Samstundis sum stovan skal vera pen, so skal hon avgjørt eisini vera barnavinarlig. Henni dámar best abstraktar oljumáln- ingar eftir føroyskar listamálarar. C 2 + ingi mOHr, stOvnsleiðari, tórsHavn Stílurin er gamalt og nýtt blandað saman, men við einum heldur konservativum dámi, sum hann tekur til. – Tað hevur nógv at týða, at tingini hava eina søgu, og at vit kenna andan frá teimum ið fóru. Heimið skal ikki vera ov ljóst, tí vit kunnu sjálvi skapa ljós. sólJa í ólavsstOvu, løgtingsins umbOðs- maður, kaldbak Eftir at hava verið búsitandi í Grønlandi í nógv ár er Sólja flutt heim til Føroyar aftur. Her býr hon í elligomlu umvældu húsunum, sum vóru karmur um barnaárini hjá mammuni. – Mær dámar best tann klas- siska stílin og endiliga ikki ov nógv nipsting. Innan listaøkið dámar mær bæði tað abstrakta og naturalistiska.